fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum undan [...] nýggjum. Bankamálið má ikki sleppa at detta á gólvið- tí tá verða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ongantíð at koma aftur í rætt lag. Her hvílir so sanniliga eisini stór ábyrgd á dønum - ikki at lata [...] MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn
sum vilja brúka pressuna. Hugsað verður her serliga um serføroyska fyribrigdið dulnevnd lesarabrøv. Líka ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar [...] ummælinum hjá pressuni millum manna, um slíkt ikki sást á prenti aftur. Og samstundis kundi tað verið ein læra til teirra, sum fegin vilja sleppa í fjølmiðlarnar, men ikki hava mansmót og -hjarta til at [...] eru í København. So galið er tað, siga keldur, sum standa familjuni nær, at inni á Ríkissjúkrahúsinum sita pressufólk inni á gongini, soleiðis at starvsfólkið noyðist at halda vakt til tess at verja familjuna
tá skjøtil varð settur á oljuvinnuna í Norðuratlantshavi ella í økinum, sum vit hava valt at kalla Atlantsmótið. KLOKKAN hálvgun trý hósdagin varð fyrsta oljan pumpað umborð á stóra flótandi oljuskipið [...] oljuskipið Petrojarl Foinaven, sum liggur fyri akkerði bert fáar fjórðingar frá føroyska fiskimarkinum. So nær er skipið, at føroysk fiskiskip, sum veiða í egnum sjógvi, síggja tað. TÁ hugsað verður um hvussu [...] fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta fær okkum eisini at minna bretar á, at tað hevur stóran týdning fyri framtíðar samvinnuna millum bæði londini, at vit fáa eitt sakligt
millum londini. OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna í Føroyum, so er hetta [...] donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum [...] Heinesen veit eisini, at endar bankamálið sum tað kundi sæð út í løtuni - við at Nyrup og hansara fólk - sleppa snikkaleys burtur úr øllum - og føroyingar ikki fáa eina uppreisn bæði moralskt, politiskt og peningaliga
vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani alt tað føroyska fólkið sum gísla fyri at skaffa sær sjálvum álit í sínum egna flokki. Við at skriva út nýval tók [...] stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har hevur tað verið liggjandi síðani løgmaður skrivaði út nýval. Var hetta við bráddum [...] Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja forhála samráðingarnar, vísir jú bert, at løgmaður hevur gjørt sær hetta politiska stórmál til hø
rtar, sum ikki eru á jøvnum føti. Er tað ov langt úti at spyrja, um bretar í veruleikanum hava fatur á stórum og lovandi strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum [...] stuðla donskum vinnulívi, ikki minst í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Men eftir okkara tykki er umráðandi ikki at lata danir sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita jú ikki [...] vita lítið og einki um møguligar forvitnisligar strukturar, sum liggja upp at tí umstídda økinum á føroyska landgrunninum. UM somu tíð kunnu vit ímynda okkum, at bretska stjórnin kanska hevur brúkt milliónir
umrøddu oljuleitingini á føroyska landgrunninum. Hesi málini eru tvinnað saman, og hava sum so ómetaliga stóran týdning fyri Føroya framtíð. UM somu tíð sum vit tí bíða eftir eini loysn á marknamálinum bíða [...] leitingina við Føroyar, vilja sleppa í gongd . NÚ eru so bert fáar vikur eftir til valið, og kann tað eisini vera gott at reinsa luftina og harvið fáa nýggj andlit í Tinganes at standa á odda fyri bæði mar [...] latið nýggjar kreftir sleppa framat HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum, tá løgmaður gjørdi av at taka málið úr hondunum á samráðingarnevndini
talsmann fyri einum óhugnaligum ultrahøgravendum ráki niður á danating at umboða Føroyar. Men harfrá og so til at lata sama mann sleppa at standa á odda í skipan av einum komandi landsstýri er nakað, sum restin [...] lata standa til. TAÐ ringasta, sum kann henda í føroyskum politikki - sum kann henda føroyska samfelagnum og føroyska borgaranum - er, um fólkaflokkurin verður størstur eftir valið og harvið møguliga fer [...] fara á val tann 30. apríl - líka mikið hvønn flokk tey hoyra til - og atkvøða soleiðis, at valúrslitið verður eitt kortanei til og eini fullkomiliga greið boð til flokkin hjá Óla Breckmann: vit vilja ikki
rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani einki at bila.Takið Atlantsflog sum dømi. Eftir áralangt stríð hjá nógvum góðum fólkum hevur tað loksins eydnast tí føroyska flogfelagnum Atlantsflog [...] Aberdeen í gjár. Hetta tiltak fara vit at frætta nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er [...] aðrir gera hetta fyri okkum og harvið skúma fløtan. Hildu vit ikki tørn og fast, so vóru tað í dag íslendingar, sum stóðu fyri rutusiglingini og danir fyri rutuflúgvingini. Eftir stendur so spurningurin um
hjá føroysku liðunum gekk tað út uppá, at sleppa undan at spæla á heimavølli dag um dag. HB?arnir vilja gjarna spæla á útivølli fyrst, tí teir eru av landinum á venjingarlegu beint undan dystinum, og tí [...] eisini royndir, tí í 1995 spældu teir ímóti Maccabi Haifa. Teir taptu 4-0 á útivølli, men vunnu 3-2 á heimavølli. Føroyska landsliðið hevur eisini roynt seg ímóti ísraelsmonnum. Tað var i 1992, og dysturin [...] Benfica, sigur hann. Heima á ólavsøku HB skal spæla ímóti VPS Vasa úr Finlandi. Bæði GÍ og B71 hava roynt seg ímóti finskum liðum, men uttan nakran sigur. Føroyska landsliðið hevur verið í EM-undankapp