NAKAÐ er gjørt burtur úr olju- og marknamálinum nú undan samráðingunum við donsku stjórnina. Ein føroyskur eygleiðari segði við SvF í vikuni, at uttan iva fara danir at taka upp spurningin um møguligar komandi oljuinntøkur og oljuvirksemi við Føroyar undir samráðingunum týsdagin. Um somu tíð ger danska blaðið Politiken nógv burtur úr, at danska stjórnin ætlaði at taka undirgrundina aftur frá føroyingum stutt eftir, at hon varð komin á føroyskar hendur. Hetta hevur verið frammi áður, men tað er greitt, at hetta er gott ?stoff? nú beint undan samráðingunum týsdagin.
TAÐ er greitt, at danska stjórnin vil gera alt fyri at stuðla donskum vinnulívi, ikki minst í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Men eftir okkara tykki er umráðandi ikki at lata danir sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita jú ikki, um nøkur olja er til. Hinvegin eiga vit eisini at vera ómetaliga varin við ikki at favorisera donsk virki fram um onnur, nú tað er so umráðandi at hava eina fría kapping, sum skal hava til endamál at skapa mest møguligan áhuga fyri økinum.í tann mun tað ber til og tað er rímuligt og rætt eigur danska vinnulív sjálvandi at vera við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu, men her er talan um eina knívskarpa javnvág, tí vit mugu ikki favorisera danskar fyritøkur so nógv, at fyritøkur í øðrum londum, ið eru bæði kappingarførar og hava betri førleika, verða skúgvaðar til viks. Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkara samráðingarfólkum ikki at leypa fram av.
HIN spurningurin, sum møguliga kemur upp at venda undir samráðingum ella í korridorunum aftaná er marknatrætan við bretar. Spurningurin er hvørji áhugamál danir hava í hesum máli. Eru teir líkasælir ella hava teir sínar tankar um, hvussu hetta málið eigur at loysast og í hvussu stóran mun hugsa teir sum partur av einum ríkisfelagsskapi ella sum partur av einum størri felagsskapi sum er ES? Eru danir teir røttu til at draga uppí hetta málið ella eiga vit sjálvir at greiða tað uttan danska hjálp ella uppílegging?
NÚ bretar ikki vilja góðkenna fiskimarkið sum undirgrundarmark kundi verið spurt, hvat í liggur aftanfyri. Er tað bara vanlig jura og stórlandapolitikkur ella eru tað milliardirnar, sum her banka uppá? Sjálvandi er hetta ein spurningur um pengar. Men nú londini samráðast kundi verið spurt, hvussu tey eru fyri vitanarliga! Kann tað vera so, at bretska stjórnin í veruleikanum VEIT nógv meira um økið, sum hon ger krav uppá enn vit føroyingar?
SOSIALURIN reisti henda spurningin fyri fleiri árum síðani. Vit spurdu táverandi bretska samráðingarleiðaran, um ikki bretska stjórnin hevði vitan um undirgrundina, sum føroyingar ikki høvdu, og harvið sat í eini nógv betri samráðingarstøðu! Svarið varð, at bretar høvdu ikki nakra serstaka vitan um umstríddu økini, sum føroyingar ikki eisini høvdu. Politikkinum hjá landsstýrinum hevur hann verið, at fyrireikingarnar til eina komandi oljuleiting skulu kosta føroyska samfelagnum minst møguligt.Tvs. at vit hava neyvan brúkt stórvegis av pengum uppá at keypa og tulka seismiskt tilfar frá tí Hvíta økinum heilt uppat designeringini føroysku megin fiskimarkið. Er tað so, merkir tað, at føroyskir myndugleikar í dag vita lítið og einki um møguligar forvitnisligar strukturar, sum liggja upp at tí umstídda økinum á føroyska landgrunninum.
UM somu tíð kunnu vit ímynda okkum, at bretska stjórnin kanska hevur brúkt milliónir av pundum fyri at keypa upp og tulka seismiskt tilfar frá nettup hesum økinum - fyri harvið at hava hollari vitan um møguleikarnar at finna olju. Er tað so, at bretska stjórnin situr inni við upplýsingum um Hvíta økið og inn at føroyskum øki, sum vit ikki hava, so er greitt, at talan er um tveir samráðingarpartar, sum ikki eru á jøvnum føti. Er tað ov langt úti at spyrja, um bretar í veruleikanum hava fatur á stórum og lovandi strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum bretar í dag nettup gera krav uppá?
Hetta vit her vísa á er eitt tankaeksperiment, sum ein tó eigur at geva gætur. Vit kunnu sjálvandi eisini venda hesum og siga, at bretar vita líka lítið sum vit og tí ikki hava nakað serstakt ?vitanar-trumfkort? í bakhondini. Men rætt er at reisa slíkar spurningar og halda vit tað vera rætt at gera tað, nú útlit eru til, at samráðingar aftur verða millum londini.