Fyrsta oljan skamt frá fiskimarkinum

Nú fyrsta oljan rennur upp úr undirgrundini vestan fyri Hetland setir hetta eisini eina møguliga komandi føroyska oljuvinnu í fokus. Marknatrætan má ikki forða føroyingum í at fara undir leiting. Bretar og føroyingar mugu semjast um eina fyribilsloysn, so tey frægastu økini kunnu bjóðast út

DAGURIN 26. november fer í søguna sum dagurin, tá skjøtil varð settur á oljuvinnuna í Norðuratlantshavi ella í økinum, sum vit hava valt at kalla Atlantsmótið.


KLOKKAN hálvgun trý hósdagin varð fyrsta oljan pumpað umborð á stóra flótandi oljuskipið Petrojarl Foinaven, sum liggur fyri akkerði bert fáar fjórðingar frá føroyska fiskimarkinum. So nær er skipið, at føroysk fiskiskip, sum veiða í egnum sjógvi, síggja tað.


TÁ hugsað verður um hvussu nógv ár eru gingin frá tí at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina vestan fyri Hetland, so er greitt, at dagurin 26. november fer í søguna, sum tann, ið loysti upp fyri nógvum. Tá kundu tey mongu fólkini, sum hava verið við í oljuleitingini her, kenna seg løtt um hjartað. Nú var teirra stríð ikki til fánýtis kortini.


FYRI Føroyar hevur henda løtan eisini nógv at siga. Hon boðar frá, at Atlantsmótið, sum Føroyar eisini eru partur av, nú er ein av heimsins oljuprovinsum.


HETTA hendir nærum samtíðis sum oljan er farin at flóta í Kaukasuslondunum og oljufeløg hava gjørt avtalur við Rusland um framtíðar útvinning.


VIÐ hesi hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta fær okkum eisini at minna bretar á, at tað hevur stóran týdning fyri framtíðar samvinnuna millum bæði londini, at vit fáa eitt sakligt og rímuligt úrslit burtur úr marknasamráðingunum.


Tað sær ikki mætari út enn, at okkurt heilt serligt skal til fyri at sleppast kann burtur úr naggatódnini, tí eingin fundur er avtalaður. Tað einasta vit vita við vissu er, at ein ella onnur avkláring skal verða komin fyri hálvan januar. Føroyingar hava eftir øllum at døma ?sett hart móti hørðum? tvs. at tað verður eingin samráðingarloysn, um ikki bretar vilja avmarka ?sagens kerne? til at fevna um ta gráu leiðina tvs. tað økið, sum vit ikki kundu semjast um, tá fiskimarkið varð ásett fyri 20 árum síðani.


SPURNINGURIN í løtuni er, hvat bretar hugsa og ætla. Hvør er teirra taktikkur! Kann tað hugsast, at teirra taktikkur er at halda føroyingar til pínubonkin til tað seinasta og tá ?tíðin? er úti at sláa hart til. Hvat tað so skuldi verið stendur opið. Kann tað hugsast, at teir halda tað fer at verða lættari at hava við føroyingar at gera eftir eitt komandi val, tá tann treiski Edmund kanska ikki er løgmaður longur! Kann tað hugsast, at bretar fara at seta fót fyri eini føroyskari útbjóð-ingarrundu, við at seta krøv, sum gera, at føroyingar fáa ikki bjóðað út tey frægastu økini!


HVÍ ikki taka hesa stóru hending, har Atlantsmótið er vorðið oljuøki, sum eina positiva avbjóðing og áminning um, at bretar og føroyingar fara at hava brúk fyri hvørjum øðrum í framtíðini. Finst eingin loysn so eiga føroyingar og bretar at semjast um, at meðan málið verður viðgjørt í Haag, kunnu londini bjóða út øll økini báðumegin fiskimarkið. Tá avgerð so er tikin í Haag verður hon at gera av, hvørji øki eru føroysk og hvørji bretsk. Ein slík semja kundi gjørt, at føroyingar sleppa at bjóða út øki í Hvítu sonuni heilt eystur móti fiskimarkinum og bretar somuleiðis teirra megin fiskimarkið! Um hetta ber til er so ein annar spurningur.