við umheimin. Tað verður Føroya fólk, sum upp á tann eina dag skal taka endaliga stigið at skipa føroyska fullveldið. Tann avgerðin skal takast her og ikki á Fólkatingi ella nakra aðrastaðni. Men teir báðir [...] brúkast í okkara stríði fyri føroyskum sjálvbjargni og at vinna okkum fult frælsi á øllum økjum – at fáa flutt ræði á føroyskum viðurskiftum heim til Føroya og forða fyri, at vald og avgerðarrættur, sum [...] fyri Føroyar og fólkið, her býr. Samstundis eru sessirnir ógvuliga vandamikil amboð í hondunum á fólki, sum vilja binda okkum fastari at Danmark – júst soleiðis, sum vit hava sæð tað hetta fólkatingsvalskeiðið
Teir vístu ikki bara góðan vilja, men eisini gott spæl. So vit eru spentir og síggja ljóst upp á komandi uppgávur, sigur Sigfríður Skaale Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Næst á skránni er EM-undankappingin [...] Føroyska U19-landsliðið við dreingjum stóð seg avbera væl í venjingardystunum móti Belgia, Onglandi og Hollandi, skrivar Fótbóltssambandið. – Vit spældu tríggjar spennandi og tættar dystir, og eg ivist [...] at hollendarar fingu tvey mál, og vunnu 3-2. Í fyrsta dystinum á venjingarleguni spældu okkara dreingir móti Belgia, sum vann 3-1. Føroyska málið gjørdi Ejvind Mouritsen. Síðan varð spælt móti Onglandi
Føroyska manslandsliðið setir í annaðkvøld punktum fyri Nations League kappingina á hesum sinni við dysti móti Turkalandi á Tórsvølli. Føroyar hava tryggjað sær sæti í deild C til komandi kapping. Sum [...] Sum siðvenja er, so hevur føroyska landsliðið ein tíðindafund dagin fyri dyst. Á tíðindafundinum vóru landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og landsliðsspælarin Jákup B. Andreasen. Håkan Ericson: Tað er deiligt [...] hevur ein ónøgd víst seg, tí hetta eru spælarar, sum vilja vinna dystir. Vit hava ikki tapt í tríggjar dystir og vit taptu ikki í Litava, men vit vilja altíð blíva betri. Dysturin móti Turkalandi er heilt
##med2## Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar [...] betri har teir stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Men í vikuskiftinum var Viljormur partur av grannauppgerð hjá Helsingborg móti Malmö FF frammanfyri 18.000 áskoðarum á heimavølli, og var tað ein stór [...] nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar. Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á ígjár var liðskiparin hjá Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini, Viljormur Davidsen. Viljormur er fegin um, at hann
danska samfelagið, og sum vit ikki sleppa at tillaga til okkara samfelag, tí vit ikki ráða á tí málsøkinum. Sum løgtingsfólk hoyrdu vit um ætlanirnar um ein nýggjan radara á einum tíðindafundi í Danmark. Hetta [...] renna undan ábyrgdini og tveita hana yvir á eitt annað land. Tað er nokk heldur einki so natúrligt, sum at tað er fólkið, ið býr í einum landi, sum hevur ávirkan á, hvørjar avgerðir skulu takast. Eingi eru [...] Hetta er at halda okkara fólkaræði og føroyska samfelagið fyri gjøldur. Tá ið onnur so royna at mála eina falska mynd av føroysku loysingarrørsluni sum eina dreymakenda rørslu, ella einari rørslu, ið hatar
og so gleða vit okkum bara ótrúliga nógv til at sleppa á vøllin fríggjakvøldið, sigur Birita Ryan. Seinnapartin í dag skipar landsliðið fyri U9 venjing á Tórsvølli, har heili 150 gentur og dreingir úr átta [...] Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Ukraina á Tórsvølli. Fyrstu venjingarnar eru lagdar væl afturum, og spenningurin økist nú undan dystinum móti Ukraina Kvinnulandsliðið er í [...] eru Ukraina og Skotland, sum í løtuni liggja á ávíkavist fjórða og øðrum plássi í bólki B. Talan er um tvey sterk mótstøðulið, sum komandi dagarnar vitja á Tórsvølli, og í føroysku leguni snúgva venjingarnar
um fyritøkuna í síðstu viku. Hava góðar vónir Ulla Joensen, sigur, at á Elektron hava tey góðar vónir um framtíðina, hóast kappingin á marknaðinum er hørð. - Kjarnuførleikin er at menna, víðarimenna og reka [...] okkum er eingin ivi, og vit vilja vera við til at veita hesar tænastur, bæði innan hýsing, menning og ráðgeving, sigur stjórin. Eisini vanligi brúkarin Hóast kappingin er hørð á økinum, hevur Elektron megnað [...] framhaldandi kann vera besta og tryggasta loysnin til føroyska marknaðin, bæði hvat viðvíkur tænastustøði, KT-trygd og prísi. Ulla Joensen vísir á, at innan tað tey rópa skipanarmenning framleiðir Elektron
til fótbóltsvenjing á Tórsvølli mikudagin 31. august. Í næstum savnast A-landsliðið við kvinnum til teir báðar seinastu dystirnar í hesari HM undankappingini, og í tí sambandi vilja landsliðsspælararnir [...] eru eisini eyka glaðar fyri, at vit hesaferð kunnu brúka eina løtu á vøllinum saman við fótbóltsglaðum børnum. Vit eru glað fyri stuðulin á áskoðaraplássunum, og við at skipa fyri venjing fyri U9 børnum, [...] sunnudagin 28. august. Landsliðið spælir tveir dystir í hesum landsliðsumfarinum, og talan er um seinastu dystirnar í hesari undankappingini. Fríggjakvøldið 2. september kl. 18.00 tekur føroyska liðið móti Ukraina
Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi [...] fingu ongantíð tvey góð úrslit á rað, sum sendu okkum á flog. Vit kunnu skylda uppá, at mótstøðumenninir hava ov lág ratingtøl, at teir eru nógv sterkari, enn tølini benda á. Tað er helst ein partur av [...] hvar eru hinir? Hví eru ikki fleiri ungir telvarar á veg fram? Og hví eru forrestin ongar gentur, sum telva í Føroyum? Roknar tú miðalaldurin á føroyska topp 30-styrkilistanum út, kann hvør í sínum lagi
tryggan 41-33 (21-17) sigur á Fraklandi. Í dag mátti føroyska U18-landsliðið lúta 25-35 fyri Spania. Tað var serliga fyrri hálvleikur, ið kostaði okkara monnum dýrt. Føroyar vóru á odda 3-1, men eftir tað [...] tað skoraði Spania seks mál á rað uttan, at Føroyar svaraðu aftur. Í steðginum var Spania á odda 18-9. Føroyska avrikið var munandi betri í seinna hálvleiki. Trúgvi Hávardsson var valdur at vera besti leikarin [...] U20-landsliðið hjá Spania er evropameistari, og A-landsliðið hjá Spania er EM-silvurvinnari. Tí er ikki annað væntandi enn, at Spania eisini hevur eitt krútsterkt U18-manslandslið. Tað prógvaðu spaniólar