tilburðir ikki fara fram í skaldsøguni, akkurát tá ið teir fóru fram í veruleikanum. Tinganes brann 30. januar 1673 - í skaldsøguni 13. mai 1670 - og admiralurin Jens Rodsten kom til Føroya í august 1670 at taka [...] Jonas, sum er prestur í Romsdalen í Noreg, sum liggur næstan áraka Føroyar. Vinmenninir eru sostatt sendir út í hvør sín útjaðara á ríkinum. Ferðin hjá tí nýggja prestinum norður í hav er ikki við mýkindum [...] bókin innlit í lastir og óndskap, hvussu tað ótýdliga er uttan mark. Tað gátuføra í mannalyndinum, trupulleikin at skilja ikki bara egnar grundir, men eisini tær hjá øðrum, er eitt høvuðstema í skaldsøguni
minnast William og vóna eisini, at fólk fara at lesa bøkur hansara. Egi minnist í hesum sambandi, at tá hann var á skúla í Danmark í 1966, so spurdi ein danskur vinmaður hann um William Heinesen. Egi visti tá [...] tónleik. - Ein er, ið sigur frá í leikinum, og til hetta eru eisini ymisk ljóð Bókin er poetisk, sum ein lang yrking, og farið verður aftur og fram í tíð. Tað gera vit eisini í leikinum, sigur Egi. Egi hevur [...] tí brúk er tá fyri talumáli. Hann heldur, at William í sínum teksti óivað hevur lurtað nógv eftir, hvussu tað ljómaði, klingaði. - Ein yvirskrift í bókini var »Mangfoldig kærlighed«, og eg hevði ætlanir
fram í Helsingfors, har bæði svenskir og finskir politikkarar gjørdu vart við seg í týðandi málum. Tann álendska Lusian hevði ein strævnan dag í dag, lesi eg í Tidningen Åland, sum er komin út í kvøld [...] handlum, bankum, á gongugøtuni o.s.fr. Klokkan seks í kvøld luttóku tær í guðstænastu í størstu kirkjuni í Mariuhamn. Og eftir guðstænastuna vórðu tær koyrdar í hestavogni gjøgnum býin, meðan túsundtals álendingar [...] hetta er 13. desember. Fyri tey flestu í vesturheiminum bert ein av teimum 24 døgunum í desember mánaði, meðan bíðað verður eftir jólunum. Men ikki fyri tann, ið býr í tí svenskt talandi partinum av Norðurlondum
ikki greitt, nær hesin dystur verður leiktur, men allarhelst verður tað ikki fyrr enn eina ferð í januar mánaði. Sjálvsagt er hetta ein keðilig støða, men veðrið fáa vit so ikki gjørt nakað við. Leygardagin [...] teimum báðum seinastu dystunum í bestu mansdeildini. Leygardagin tekur Kyndil móti KÍF, og lítið er at ivast í, at tað verða grønu havnarmenninir, sum vinna sær stigini í hesum dysti. Somuleiðis er sunnudagin [...] landskappingin hjá monnunum er farin í tvíningar. Ein veruleiki, sum eisini kom til sjóndar, tá Kyndil hóskvøldið gjørdist seinasta liðið, sum leikti seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, har eisini VÍF
vónina, í allari síni mangfoldigheit, lýst í gerandisdegnum hjá »vanligum« fólki í Havn. Persónarnir eru »typir« sum vit kenna aftur úr skaldskapi Williams. Tónleikur og rørslur eru týðandi partur í hesum [...] nýskrivaðan tónleik og fjølbroyttar ljóðmyndir, alt í anda Williams. Frumsýningin verður 15. januar 2000 kl. 20.00, sjálvan føðingardagin hjá Williami, í nýggju hølunum hjá Grímu á Gamla Meiarínum. [...] Gríma venur nýggjan leik Í samband við at William Heinesen hevði fylt 100 ár 15. januar ár 2000, vil Gríma heiðrað skaldinum við einum sjónleiki. Egi Dam hevur skrivað nýggjan leik, sum byggir á skaldsøguna
síðstu dystirnir í norðurlendsku kappingini skulu vera í januar í 2001, og teir verða allir í innandura hallum. Svøríki og Finnland skulu spæla í Svørík, Danmark og Ísland skulu spæla í Danmark, og føroyingar [...] Tað er í sambandi við venjingarleguna í Spania, sum verður um mánaðarskiftið januar/februar, at landsliðsvenjarin vil hava heimligu fótbóltsspælararnar á Svangaskarð at venja tvey vikuskifti í januar. Á [...] og Ísland skulu spæla í Svøríki og Finnland og Noreg skulu spæla í Finnlandi. Síðsti dysturin hjá føroyska landsliðnum í ár 2000 verður 15. november. Hann verður í innandura høll í Svøríki. Tað er avgjørt
Mørkøre er aftur í nánd av landsliðnum. Tað sást á yvirlitinum, sum FSF í síðstu viku almannakunngjørdi. Á yvirlitinum eru nøvnini á teimum spælarunum, sum landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, í fyrstu atløgu [...] til Kekkia ferðina, sást einki til navnið Kurt Mørkøre. Landsliðið skal í tíðarskeiðnum 28. januar til 6. februar á venjingarlegu í Spania, og sammett við undanfarnu árini er venjingarlegan komandi ár serliga [...] farnir undir venjingina, at Allan Simonsen vil hava spælararnar at koma á Svangaskarð í tveimum vikuskiftum í januar. 29 nøvn eru á listanum hjá venjaranum, og spælararnir, sum venjarin roknar at hoyra
tá umboð fyri tey seks londini í europeiska undankappingarbólki eitt hittast til fundar í Zürich í Sveits. Á dagsskránni á fundinum, sum verður fríggjadagin 21. januar, verður høvuðsmálið at leggja skránna [...] landsliðið spæla í Moskva 11. oktober komandi ár. Russarar leggja eisini upp til, at dysturin í Føroyum verður spældur 5. ella 6. juni í 2001. ? Russarar og jugoslavar hava áður verið í Føroyum, og teir [...] vinna rættin til luttøku í endaspælinum í Japan og Suðurkorea og hvat landið skal telvast um eitt eyka pláss. Fótbóltssambandið fer at verða umboðað av Jens Eriki Magnussen, formanni í landsliðsnevndini, Allani
samráddust í fleiri vikur, og at enda góvu teir seg í hesum, og tað passar mær sera væl, sigur Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Jákup gongur í læraraskúla samstundis, sum hann er yrkisspælari í Herfølge, og [...] avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum í Spania um mánaðarskiftið januar/februar. ? Eg skal í praktikk á læraraskúlanum júst um sama mundið, sum landsliðið verður í Spania. Talan er um eitt sera týdningarmikið [...] Herfølge eigur rættin til besta málverjan í superliguni fram til á sumri í 2001. Hetta varð greitt mikudagin í síðstu viku, tá Jákup Mikkelsen og Herfølge skrivaðu undir ein nýggjan sáttmála. Tíðarskeiðið
byrjanina í dystinum, og eftir at tær beinanvegin løgdu seg á odda, hildu tær leiðsluni allan fyrra hálvleik. VB fall tó ongantíð í fátt av hesum, men eltu tær vestmannagenturnar alla tíðina, og tíðliga í seinna [...] hvussu mótstøðuliðið eitur. Í ár hava tær tó helst mist ov nógv stig, til rættuliga at kunna blanda seg í toppin, men uttan iva kunnu tær bøta nógv um støðuna á stigatalvuni í vár, og hvør veit, um tær ikki [...] Stjørnan má vera favorittur eftir avrikini higartil í kappingini. Liðini skulu hittast aftur um miðjan januar, og megnar VÍF enn einaferð at koppa klaksvíksgentum í hesum dysti, kann talan allar helst gerast um