Í fíggjarætlanini fyri 2015 hevur Sumbiar kommuna samtykt, at barnafrádrátturin skal hækka úr 6.000 krónum upp í 6.500 krónir, meðan barnaansingargjaldið verður lækkað við umleið 21 prosentum, niður í [...] barnið og ókeypis fyri fylgjandi børn. Skattaprosentið í kommununi verður verandi 20 prosent. Sumbiar kommuna boðar frá, at skattainntøkurnar fyri 2015 eru mettar at gerast umleið 450.000 krónur hægri enn í
skrivar Tórshavnar kommuna. Tiltakið er á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali. Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin
hevur eisni nógvar royndir við øðrum skipum, bæði innan fiskivinnu og farmasigling. Tað sigur Nes kommuna. Lagt verður aftrat, at Theodor er 65 ára gamal og giftur við Katrin. Tey eiga trý børn og eru búsitandi [...] Larsen røkt starvið. - Vit ynskja Theodor Poulsen bestu eydnu í hesum spennandi starvi, sigur Nes kommuna.
Nes kommuna skipar nú fyri einum serligum rørslu- og heilsuátaki í september. - Í eini roynd at fáa ung og eldri at svimja meira, hevur kommunan gjørt av, at almenna svimjingin er ókeypis í september. [...] Tað sigur Nes kommuna, sum vísir á, at hylurin á Toftum altíð hevur verið heitur mikudagar, og nú verður hann eisini heitur leygardagar. Í sambandi við ókeypis almennu svimjingina eru tíðirnar leygardagar
samanlagt var vøksturin 1,6 prosent. Ein av kommununum, sum fekk væl í kassan í november, var Vestmanna Kommuna. Kommunan fekk 2.722.897 krónur í persónskatti, og tað er 5,37 prosent meiri enn sama mánað í fjør [...] fjør, tá hon fingu 2.584.156 krónur. Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í ár fekk Vestmanna Kommuna 31.873.866 krónur í kommunuskatti ímóti 31.452.059 krónum somu mánaðir í fjør. Vøksturin er 1,34 prosent. Kommunan
verður tá partur av rutunetinum hjá Eimskip úr Norðuratlantshavi á evropeiska meginlandið. Vágs kommuna sigur, at rutan hjá Eimskip byrjar í Íslandi og siglt verður síðan til Føroya, Stórabretland, Týskland [...] við farmaskipi á Vág seinastu árini. Fresh Link er í rutu millum Føroyar og Skotland, sigur Vágs kommuna.
Nes kommunu - Alfred Olsen - eftir heili 36 ár í hesum starvi hevur gjørt av at gevast, hevur Nes kommuna sett Marjun Gaardbo í starv sum nýggjan skrivara. Marjun kemur úr einum arbeiði sum kundaráðgevi [...] 61 ára gomul og gift Haldori Gaardbo. Hon byrjar í nýggja starvinum hin 4. februar. Tað veit Nes kommuna at siga.
Allir býráðsfundir eru almennir. Hetta tekur Klaksvíkar kommuna í álvara. Tískil hevur Klaksvíkar Kommuna sett í verk tiltak, sum ger tað gjørligt at fylgja býráðsfundinum eitt nú heima við hús ella til
Hanus Pál Jógvansson ---- Í 2007 fór Tórshavnar kommuna undir eina royndarskipan við ókeypis bussleið. Henda skipan hevur verið sera væleydnað og væl móttikin. Í dag taka flest øll fyri givið at býarbussarnir [...] nólsoyingar og hestmenn gjalda fyri somu tænastu. Hetta kann og skal ikki góðtakast. Bjóðar Tórshavnar kommuna eina tænastu út skal hon vera fyri øll! Eitt mánaðarkort til Nólsoyar og Hestleiðina kostar 500 kr
ð skal liggja. Umskipanin av kaðalinum skal vera liðug um eina viku ella so, skrivar Klaksvíkar kommuna, og tá skal byggiøkið girðast av. Hetta merkir samstundis eisini, at p-økið millum Posthúsið og Jacqson [...] verður nýggja mentanarhúsið í Klaksvík liðugt at taka í nýtslu við ársenda 2022, skrivar Klaksvíkar kommuna. Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er partur av miðbýarætlanini, sum kann síggjast her .