nýggja fiskivinnunýskipan. Meðan løgmaður í dag ikki vil tosa um nakað endaligt evsta mark fyri, nær tað skal røkka ella støkka, so má hann tó fyrihalda seg til veruleikan 1. januar 2018. Les eisini: - Eitt [...] - Tað bøtur ikki um arbeiðstrýsti at tosa um endaligt deadline, men vit eru øll vitandi um, at tann 31. desember er eitt skeringspunkt. Tað er 15. november í dag, so tíðin hjá okkum er ikki góð. Men vit [...] vita, um vit fáa uppskotið ígjøgnum, sigur løgmaður við Rás2 í dag. Víðari greiðir hann frá, at hann ikki dugir at siga endaliga, hvat hendir, um eingin semja fæst. - Men tað er so ein veruleiki, at 31. desember
gera uppskot til oljulóggávu og aðrar neyðugar og týðandi fyriskipanir eitt nú reglugerð fyri fyrstu útbjóðing til leiting á landgrunninum. Í tí sambandi komu meira enn 20 altjóða oljufeløg til Føroya at [...] Terje Hagevang misti ongantíð áhugan fyri Føroyum og føroysku undirgrundini. Hann var við til at stoypa kúlurnar til føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum. Seinni stovnaðu hann og aðrir Sagex Petroleum [...] gjøgnum árini hevur fingið um føroyska jarðfrøði er hann heldur ikki í iva um, at oljan verður funnin í næstum, og tá tosa við um innan fyri tvey til trý ár. Jarðfrøðin er so lovandi í fleiri av loyvunum, at
gerast á størri sjúkrahúsum við einum størri útboði av sergreinum, sum er neyðug til tað. So er onki, sum órógvar, og til ber at avgreiða eina rúgvu av skurðviðgerðum upp á stutta tíð. Tað er gott fyri [...] avstressandi at koma higar. Her er altíð róligt og sera stuttligt at vera, sigur Peter Aspemo. Tá hann ikki er í Klaksvík, er hann í sínum fasta starvi sum yvirlækni á sjúkrahúsinum í Narvik í Norðurnoregi [...] stórum sjúklingagrundarlagi, men hann ávara ímóti at halda, at stórt altíð er gott. - Jákup Petersen, til dømis, ger tíggjutals protesur bara her í Klaksvík um árið og nógv fleiri í Svøríki, men samanber tú
Tónleikurin er góður, stemningurin er góður, tjaldingarøkið er gott. Eg klári ikki at pilka nakað burturúr, alt er gott. Rannvá er tó ikki bara ein vanligur gestur á ársins festivali, hon skal nevniliga sjálv [...] kvøld, Signar í Homrum og Frændur, og so skal eg eisini sjálv spæla í morgin. Tað gleði eg meg nógv til.
er nátturuvarðveitsla yvirhøvur, og er ikki ætlað sum álop móti føroyingum. - Peningurin fer til tveir felagsskapir. Vit vita ikki hvørjir teir eru, men tað er ikki ætlanin, at peningurin skal steðga grindadrápi [...] Tað er ein misskiljing, at Fatboy Slim skal lata pening til arbeiði, ið beinleiðis hevur til endamáls at steðga grindadrápi. Tað sigur Fred Ruddick, ið er bókarin hjá G! festivalinum. Hann sigur, at G [...] fæst við varðveitslu av sjónum, og tey síggja jú gjarna, at grindadrápið heldur uppat. Men tað er ikki so, at tað skal skiljast, sum at tey nú fara at arbeiða fyri, at grindadrápi heldur uppat. - Fatboy
undrist á, at okkara málsligu skilamenn ikki lata við seg koma, sigur Svenning á Lofti. Sama kann sigast um fjølmiðlafólk okkara, blaðfólk, útvarps- og sjónvarpsfólk. Ikki eitt kis hoyrist frá teimum um ta málsligu [...] tíðindaskrivi frá LGBT, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Jóhanna Sigurðardóttir fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við. Eitt er, hvat LGBT skrivar í tíðindaskrivi, men at lesa [...] samkynda føroyska kvinnu: „Tvístøðu – tað upplivir Marita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Føroyar við konu sínari…“ Slík orðafelli eiga at fáa eina ávaringarklokku at ringja hjá okkara fjø
er hann ikki samdur í tí. - Eg kenni so ikki til nakað annað. Hetta hevur verið eitt gott lív!, sigur Karl Hilmar. Nei, hann má aftur til arbeiðis. Tíð er pengar, tá ein skal rigga eitt skip til. Góðan [...] og teir noyðast at skunda sær: Kvøldið eftir er ætlanin at leggja til brots til fiskiskap aftur. Umborð á skipinum eru aðrir menn til arbeiðis. Í høllini har verksmiðjan er skal eisini eitt arbeiði gerast: [...] seinasta túri leygardagin í farnu viku, og riggar nú til at fara annan túr og á aðra leið enn frammanundan. Túrurin royndist sera væl, og enn er ikki liðugt at fáa alla veiðuna í land. Tað stríðast landararnir
KRIS fýra av hesum. Sjálvhjálparbólkarnir eru til fyri, at fólkini kunnu vera saman við øðrum, sum kenna til støðuna á egna hond. Tá føla tey, at tey ikki eru einsamøll, og hetta er ein góður máti at koma [...] r saman við øðrum Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvat slag og hvussu drúgva terapi teimum tørvar. Summi vilja hava ein persónligan hjásitara við til ráðgevingina, og tað er altíð í fínasta lagi [...] Í KRIS bjóða tey bæði persónliga ráðgeving og terapi til fólk við seinárinum av kynsligum ágangi. Gvøðbjørg West, sum hevur lisið psykoterapi og familjuterapi, plagar at taka sær av terapiini. - Tað verður
desember mánaði komu tær til fátæksliga býarpartin í stóra býnum Dar es Salaam, har Ása hjálpir til á einum sjúkrahúsi, og Anna Maria arbeiðir á barnaheimi. Her skulu tær vera til einaferð í mars mánaði [...] Dagliga síggi eg pinkubørn doyggja, av tí at starvsfólkini ikki hava røttu førleikarnar og ei heldur neyðugu amboðini. Næstan hvønn dag, tá eg komi til arbeiðis, liggja deyðir nýðføðingar í eini balju í onkrum [...] mánaði. - Eitt, sum plágar meg, er, at børnini stundum verða sligin, um tey ikki gera, sum tað verður sagt av onkrum av starvsfólkunum, og tað er nakað, sum eg havi alt annað enn lætt við at góðtaka. Men eg
ógjørligt er at hýsa øllum sum koma til bygdar. Tey, sum komu í báti, høvdu bátarnar til sín bústað og onnur - tó ikki so mong - høvdu tjald við sær. Nógvir gestir hava tilknýti til bygdina og hava tískil onkran [...] Ovastevnan er av, og flestu stevnugestir eru farnir heimaftur til sín sjálvs. Tey flestu fóru avstað aftur sunnunáttina og sunnumorgunin Eini 5.000 fólk á ovastevnu hesaferð. Tað er eitt stórt tal av fólki [...] onkran, tey kunnu fara til - og kanska sova hjá, tá náttin líður. Størsti parturin av stevnugestunum hava tó ongastaðni at sova og noyðast tískil at bíða eftir, at tey sleppa inn um fjørðin aftur, tá dans