eini sjálvstýrissamgongu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og tá hann yvirtók samráðingarnar týsdagin vendi hann sær til hesar báðar flokkar. Men tað gekst striltið at fáa gongd á samráðingarnar [...] tí dróg út. Samráðingarleiðarin hjá Fólkaflokkinum var nú komin í tíðarneyð. Hann hevði fyrr um morgunin sett uppá, at hann bæði skuldi hava manna landsstýrið og býtt nevndarsessirnar, men sá nú, at tað [...] sá út til at ganga sera striltið, so varð nýggj samgonga gjørd fyrrapartin leygardagin. Tá Edmund Joensen, løgmaður, tríggjar dagar eftir valið hevði staðfest, at tað ikki var grundarlag fyri eini borgarligari
hansara, allar okkara ferðir, eisini hina stóru ferðina, ið vit fara frá vøggu til gravar. Hav hann við í ferðini, hann hevur umsorgan fyri okkum. Slíkt hava undanfarnar ættir roynt, slíkt kann eisini verða roynsla [...] Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: »Sí, vit eru á ferð niðan til Jerusalem, og alt tað sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. (Luk. 18,31) Vit eru nú byrjað upp [...] fast ikki fyrr enn leiðin at enda er gingin. ? Eitt er tó vist. Vit hava tann møguleikan, at hava hann við okkum, Jesus, sum leið á krossinum, doyði og reis upp á triðja degi. Vit kunnu leggja alt okkara
Klein Joensen og Rani Hansen, sum er tøkur eftir leikbann, eru avloysarar. Og so kemur tað væl við, at Jørgen Nielsen aftur er førur fyri at spæla. Hann hevur ikki enn umboðað Víking, síðani hann í vetur [...] vetur skrivaði sáttmála við felagið í Sarpugerði. Orsøkin er, at hann breyt eitt bein í fótinum. Í gjárkvøldið var Jørgen Nielsen á vøllinum allan fyrra hálvleik, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi tapti 2-1 [...] 2-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB. Ari Olsen venur aftur, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið darvaður av vøddaskaða. Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson og Andreas Lava Olsen eru skaddir
Símun Eliasen. Hann hevur annars roynt at vant í vikuni, men enn gevur brotni armurin nakað av pínu, og so er vónleyst at spæla. Hartil hava Alexandar Jovevic, Hanus Eliasen, Arnold Joensen og Fritleif í [...] liðnum, nú sáttmálin við hann er settur úr gildi. Hinvegin vóna tey í VB, at tað ber til at fáa spæliloyvið hjá danska Kristian Solberg í rættlag undan vikuskiftinum, soleiðis at hann kann styrkja um verjupartin [...] fer at koma betri glið á hjá okkum, og vit fara sjálvandi eftir einum sigri sunnudagin, staðfestir hann.
møta Ein av limunum í Kappingarnevndini er Karl Vidtfeldt á Sandi. Hann vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið í løtuni, men sum hann sigur, so møtir nevndin sjálvandi upp í rættinum. Í innkallingini [...] Fótbóltur Stríðið um tað eftir hondini so væl kenda Páll Mohr Joensen málið hevur nú fingið enn eina tonn uppeftir. Mánakvøldið fingu umboð hjá FSF, VB/Sumba og EB/Streymi vitjan av løgregluni, sum hevði [...] úttrykk fyri maktarsloysi, tí vit hava snøgt sagt ongan annan útveg í málinum, sigur Steinfinnur. Hann leggur tó afturat, at tað enn er møguleiki fyri, at landsrætturin ikki skal tala. Hetta um Kappin
Samuelsen, ið hevði ein góðan dag sunnudagin, fer ígjøgnum í vinstra borði. Hann rekur eitt sindur inn móti málteiginum, áðrenn hann sendir bóltin innfyri, har Dan Djurhuus kemur stormandi við tveimum ver [...] hjá heimaliðnum. Ungi og evnaríki Bogi Løkin hevði bóltin nakað úti í vinstru síðu á miðvøllinum, og hann sendi bóltin hegnisliga inn um verjuna hjá vágbingum, soleiðis at Christian Høgni Jacobsen, sum nú [...] Nielsen, ið spældi Christian Høgna leysan ígjøgnum, og so var 2-1. Ein minutt seinni var tað Páll Mohr Joensen, sum syrgdi fyri avgerandi avleveringini. Eins og í hinum báðum málunum hjá NSÍ var talan um eina
varðar av høvuðspartinum, er Hans Andrias Dam. Líggjas í Bø segði við Útvarpið í gjár, at eigararnir gjørdu av at selja, tí teir fingu eitt gott tilboð frá Faroe Seafood, men hann vildi ikki upplýsa søluprísin [...] nevndur Sakarias á Skipafelagnum, sum saman við Árna Joensen var høvuðspersónurin í Skipafelag Føroya, tá ið felagið varð býtt í tvey. Síðan hevur Hans Andrias Dam, sum er systursonur Odd Niclasen, varað [...] søluprísin fyri virksemið hjá felagnum. Áhugamálini Sum skilst, er tað Hans Andrias Dam, sum gjøgnum Ognarfelagið frá 1980 hevur havt størstu persónligu áhugamálini í virkseminum hjá Beta og dóttirfelagnum
ikki verður í B68 álopinum. Eftir reyða kortið móti EB/Streymi er hann leikbannaður. Jákup Eli Olsen var leikbannaður mánakvøldið. Hann er tøkur aftur. Hvussu tað verður við fólki næsta ár, og um Trygvi [...] av silvurmerkjum. Tað er greitt, at John Petersen ikki verður við í dag. Hann fer av landinum seinni í hesum mánaðinum, og um hann skal hava møguleika at royna fótbóltsevnini á flatlondum nú í heyst, so [...] Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen, sum hevur spælt millum lítið og einki í ár, Jóhannis Joensen, Egil á Bø og Allan Mørkøre. Ivaleyst fer onkur av hesum at gevast, men tað er einki at ivast í,
føddur 18. november 1940. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1964. Frá 1964-70 var hann lærari í Klaksvík, á Húsum og Syðradali frá 1971-72, og síðan 1972 hevur hann verið lærari og skúlastjóri [...] ein hugnaligan dám á løtuna. Tey vóru eisini fleiri, sum nýttu høvið at halda røðu fyri Asbjørn, nú hann gavst eftir ein langan arbeiðsdag, sum t.d. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri á skúlanum við Ósánna, [...] røðu vegna lærararnar, Ella Heinesen, vegna skúlastýrið, Eigil Hentze, varaskúlastjóri, Ann Mari Joensen, sum er býráðsins umboð í skúlastýrinum, Gunnvá við Keldu, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar
Hon fekk eitt gávukort uppá 1500 krónur frá Meginfelag Búnaðarmanna. Næst henni varð Hans Elias Højgaard av Húsum. Hann fekk eina vekt frá heilsøluni, Triv. Og nummar trý gjørdist Bjarni Ziska Dahl, sum [...] Landbúnaðarskeiðið í Klaksvík er sprottið úr hugskoti hjá Andrasi Joensen, nevndarlimi í Bóndafelag Føroya, sum visti um eitt slíkt skeið á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Hetta segði Eigil Hentze, kvøl [...] fara víðari. Vit vilja fegin takka teimum øllum trimum fyri, at skeiðið gjørdist veruleiki, segði hann. Skeiðið er skipað í lærugreinirnar, búskap, húsdjór, plantur, tøkni, lívfrøði og náttúru. Umframt