toran sló niður, og tvær kvinnur lótu lív á einum fjalli í Møre og Romsdal. Ein triðja kvinna fekk eisini stóran skaða, og hon liggur nú á sjúkrahúsi í Ålesund eftir hendingina. - Eg stillaði meg út á svalan [...] doyggja soleiðis. Borgarstjórin í Hareid, sum er í Møre og Romsdal, sigur við Dagbladet, at hann fekk at vita um syrgiligu hendingina stutt eftir vanlukkuna, sum í gjár kostaði kvinnunum lívið. - Hetta er [...] løgreglan hevði frætt um vanlukkuna, heittu tey á Tvitter á fólk, sum vóru farin til fjals, um at koma oman aftur úr fjøllunum. - Øll, sum eru farin fjallatúr í økinum, verða niðin um at koma oman aftur
Fyrst skulu vit vita, hvønn tørv feløgini hava, sigur Tórfinn Smith, sum heldur tað vera klókast at gera ítøkiligar íløgur so seint sum gjørligt til tess at sleppa undan at binda pening í óvirknar íløgur [...] virksemið hjá oljufeløgunum á hendan hátt fer at vera so tætt við Tórshavn. - Ein og hvør vinna vil virka har, ið best liggur fyri at vera. Ætlar tú tær t.d. at hava kiosk, so setir tú kioskina upp, har [...] - Okkar styrki fram um aðrar er, at samlaða tænastuútboðið er so stórt. Og vit fara at gera tað, sum stendur í okkara valdi at nøkta tørvin hjá oljufeløgum, um oljuvinnan verður veruleiki. Men vit renna
staðfestir um somu tíð, at tað gongur tann rætta vegin í málinum. So er tað komið uppá pláss. SUM málið liggur í løtuni tykist loysn í ljósmála. Hetta eiga vit øll at fegnast um, men tá einki er likið fram [...] úr í sluttspurtinum, sum teir nú møguliga síggja út til at fáa. Hetta eru so metingar. Men tá bæði samráðingarfólk, løgmaður og uttanlandsnevnd síggja nakað positivt í tí loysn, sum arbeidd verður við, [...] tann loysnin, sum tænir og gagnar okkara landi og fólki. Vit kunnu sjálvandi ongantíð vera vís í, at ikki bretar eftir eina semju verða fyrstir at finna oljukeldur og tað kanska í einum øki, sum undan semjuni
fyri ferðavinnuna í Vestmanna og teir, sum arbeiða við verkætlanum um flótihotell í Havn, Ålborg og Keypmannahavn. Tað var borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sum formelt beyð til fundin. Martin Restorff [...] Petur A. Jacobsen, vóru í Vestmanna og fingu kunning um tær ætlanir, sum ferðavinnan í økinum hevur. Einki flótihotell - Hetta var bara ein kunnandi fundur, har vestmenningar greiddu okkum frá, hvørjar ætlanir [...] Vestmanna, men óhugsandi er ikki, at aðrir møguleikar eru í økinum. - Vit umrøddu ikki slíkar ætlanir sum tær, ið vit arbeiða við í Havn, Ålborg og Keypmannahavn, men onnur ting komu upp at venda á fundinum
við at yrkja og seta saman, og Erla hevur eisini hesar gávurnar. Tað liggur væl fyri hjá henni at yrkja, og fleiri av sangunum, sum hon hevur yrkt til serlig høvi, eru framúr væl úr hondum greiddir. Erla [...] føti við hitt kynið, hevur verið hennara sjónarmið. Erla er gift Áka Sørensen á Skála. Tey eiga ein son, sum eitur Fríði. Føðingardagurin verður hildin í Nerija á Skála, har tað er opið hús við morgunmati [...] leggja til rættis skrivlig arbeiði. Erla hevur tikið henda táttin upp eftir pápan, og hon hevur mest sum alla sína tíð arbeitt við bløðum og bókum. Erla er útbúgvin grafikari. Hon arbeiddi í mong ár á Dagblaðnum
eftir hjá ommuni. Sjálvt um Óluva vaks upp hjá ommu, so var hon ein partur av systkinaflokkinum, tí systkini hava altíð verið sum eitt, sum man plagar at taka til, Óluva er góð við síni systkin og tey við [...] børn. Leinu sum tey mistu 10 ára gamla, Jacob Eli og Marjun. Trý eru ommubørnini blivin, Petur, Leina og lítla Birita, sum hava sítt stóra pláss í ommusa hjarta, ja hon gevur seg alla sum hon er fyri sína [...] serliga hevur henni dámt væl at bundi, og ikki eru tað so fá pløgg, hon hevur lagt úr hondum. Matgerini liggur væl fyri hjá henni, og eru løturnar ikki so fáar í køkinum í Samljóð og aðrastaðni, bæði til gaman
Føroyar viga lítið hjá teimum, sum seta altjóða styrkislistan saman. Tað sást á listanum, sum varð kunngjørdur í fyrradagin. Føroyar eru dotnar trý pláss eftir hæli í ein mánað. Tá ið listin fyri mai varð [...] varð kunngjørdur, vóru Føroyar á 131. plássinum. Nú verður roknað við, at tað eru 133 landslið, sum eru betri enn tað føroyska. Afturgongdin hevur verið støðug síðstu mánaðirnar. Í desember vóru Føroyar [...] Toftum vunnu Føroyar 2?1. Í báðum førunum var Todi Jónsson annar føroyski málskjúttin. Um alt gongur, sum tað verður vónað, at tað skal gera, so verður Todi í føroyska álopinum 18. august. Vigaðu lítið Síðsta
hava verið tíðir, har vit hava verið noydd at skriva undir, sum flest aðrar kommunur. Hetta vit tosa um er í 2002. Eg kann nevna nakrar kommunur sum hava verið noyddar til tað sama: Tórshavnar kommuna 4,3 [...] var sjálvur borgarstjóri á Sandi í 2002. Har eru 244.000 kr. bókaðar. Men hann hevur sæð sær hetta sum ein politiskan fyrimun, við at leggja soleiðis út. (Harmiligt av einum landsstýrismanni). So vil eg siga [...] greitt, at vit høvdu undirskrivða, men kundu iki útgreina tað vegna mína tagnarskyldu, bæði sum borgarstjóri og sum limur í Barnaverndar-nevndini. So eg metti, at Almannastovan kundi tosa við meg, so kundu
sostatt einamest havumhvørvið, sum Eyðun Elttør tosaði við ovasta danska politikaran um. Havumhvørvið er eitt málsøki, ið enn ikki er yvirtikið, og sum støðan er nú, liggur ein stórur partur av førleikanum [...] í hyggju at skipa soleiðis fyri, at blokkurin skal avtakast við oljupengunum sum høvuðsgrundarlagið. Passar til flokkin Sum floksformaður dámar Eyðuni Elttør eisini væl Fælleserklæringen, Anders Fogh og [...] er Eyðun Elttør landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, og hann var fyri kortum eisini valdur sum formaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Hóast umhvørvismál ikki er tað, ið vit eru von við at hoyra Eyðun
umfatandi arbeiði liggur fyri framman. - Sama hvønn veg føroyska fólkið velur, fer stjórnin at arbeiða fyri, at vit í felagsskapi finna eina góða og virðiliga loysn, sum røkkur fram í tíðina, og sum báðir partar [...] hevur sett eina sjálvstýrisnevnd, sum skal kanna, hvussu Grønland kann fáa størri sjálvsstýri innanfyri ríkisfelagsskapinum. Stjórnin er sinnað at viðgera tað úrslit, sum sjálvstýrisnevndin kemur til, segði [...] i Føroyum, tá ið hann kom inn á ríkisfelagsskapin í setanarrøðu sínari. Forsætisráðharrin segði - eins og hann hevur sagt áður - at stjórnin framvegis metir ríkisfelagsskapin at vera besta grundarlagið