legði serliga til merkis, at allir flokkar nú í álvara tosa um støðuna í ríkisfelagsskapinum. Tað heldur hann er gagnligt, men danir fara at bíða eftir, hvørja niðurstøðu føroyingar koma til. Eg gav teimum [...] seinast hitti tinglimir, sigur Nyrup Rasmussen, tá vit hittu hann í tinghúsinum aftaná fundin. Vit fingu eitt gott prát, eins og eg greiddi frá, hvørji mál eg hevði tosað við Landsstýrið um í morgun. Eitt [...] royna at fáa eina so breiða semju sum tilber í Tinginum soleiðis, at tá endaliga støða skal takast til framtíðina, verður gjørt á breiðum og haldgóðum grundarlag, ið gevur fólkinum møguleika at taka støðu
longur til at venda sær til stjórnina og biðja um hjálp, tá tað fer at ganga niður á bakka búskaparliga«. Citat endað. Hví orðingin »hesa ferð« verður nýtt veit eg ikki, men her verður helst sipað til, at [...] teirra. Ráðharrin í almannamálum, Karen Jespersen, segði stutt og greitt, at hagani fingu føroyingar ikki eitt oyra til at bøta um óhepnu støðuna, flestu fólk í Føroyum vóru komin í. Karen Jespersen segði [...] at tá fullveldið er stovssett, so kunnu føroyingar ikki »longur« venda sær til donsku stjórnina, um vit fara út av búskaparliga. Men eg havi hug at spyrja, um Edmund Joensen og leiðaraskrivarin á Dimmalætting
veðrið var av tí allar fagrasta. Nú Poul Nyrup Rasmussen er komin til Føroya, nýtti hin føroyski Javnaðarflokkurin høvi til at bjóða honum til Suðuroyar Danski forsætisráðharrin hevur ongantíð verið í Suðuroynni [...] gekk leiðin til Porkeris, har ið gamli, javnaðarmaðurin, Hilmar Bech tók ímóti í skúlanum og tosaði um, hvussu føroyska samfelagið hevði ment seg. Poul Nyrup helt tað vera frálíkt, at tað bar til at skúlin [...] Vera fekk fornemt besøk Úr Porkeri gekk leiðin suðureftir til tað náttúruvakra Akraberg, har sumbingar vístu runt. Og síðani gekk leiðin til Sumbiar har vitjanin fekk ein heilt serligam dám. Í Sumba var
bókini. Men ætlanin var ikki at ummæla bókina, bara eggja til at hesi brotini verða lisin. Eg havi verið limur í hesum felag síðan 1965, og verið til teir allar flestu aðalfundirnar. Sostatt havi eg kunna [...] frá Gjógv frá at Lærarafelagið tey seinastu 10 árini hevði goldið 1/2 millión til Danmarks Lærerforening. Einasta vit fingu aftur fyri var »Folkeskolen«. Aðalfundurin gjørdist drúgvur, minnist at í hvussu [...] líkasum aftur á aftur og vildi innlima okkum aftur í tað danska. Gera okkum til »KREDS 118«. Tosar nakar longur um at gera okkum til eitt Amt aftur. Ella varðveita Heimastýrislógina. Skjótt gongur. Bara fyri
fólk fóru til hús aftur, at tann sum bjóðaði seg til at hefta veðrin skuldi gjalda 100 krónur, og fekk viðkomandi ikki heft hann, skuldi tann næsti so eisini gjalda 100 krónur fyri at royna seg, til veðrurin [...] enn, at fáa seyðin niður og upp við - hesaferð farið var, vórðu tvær línur brúktar, ein til menninar og ein til lesning, tí eingin visti, hvussu tað fór at síggja út har niðri - men nær teir góvust at [...] av øðrum. Tey fýra frælsini í Kvívíksskor hoyra til Notringarnar. Í Kvívíksskor Um 9-tíðina var farið leygardagin við báti úr bátahylinum í Sørvági, so til gongu niðan Lambardal, og var síðan gjørt klárt
honum og hava fregnast eftir at vita, nær hann kemur til Føroya. Fyrrapartin síðsta leygardag upprann so dagurin, og nógv børn sum vaksin nýttu høvið at heilsa uppá Fætter BR. Summi børn vóru eitt sindur [...] tóku væl ímóti honum. Komandi fríggjadag verður aftur høvi at heilsa uppá Fætter BR, áðrenn hann fer til Danmarkar. Ikki færri enn 85 BR-handlar eru í Danmark, handil nummar 85 læt upp í gjár, og í Svøríki
Joensen í B68-málinum til 1-0. Allan Mørkøre sá nakað rangstaddur út, tá bólturin varð spældur til hann, men málið taldi, og so var HB á odda. Dømingin var eisini heimaliðnum til fyrimunar í einum av fyrstu [...] sum í 85. minutti legði innfyri til Allan Mørkøre, sum við handaru stong var hægstur og skallaði í málið til 3-1. Dysturin avgjørdur og trý ikki sørt avgerandi stig til oddaliðið, sum nú hevur allar møguleikar [...] áðrenn dystin í Klaksvík komandi sunnudag, og um tað hevði viljað illa til, og HB hevði tapt henda dystin og fingið okkurt leikbann til KÍ-dystin, sum so kanska eisini hevði verið taptur, hevði kappingin
veruleiki eisini á pappírinum. Veðrið var sera gott á Eiði leygardagin, og fólk hava ivaleyst nýtt høvið til at fáa hoyggið inn, tí tað var ikki serliga nógv fólk og hugdi, hóast tað var oddaliðið, sum vitjaði [...] hálvleiki. Teir settu eitt kontraálop í gongd, og bólturin varð stungin fram til Kára Sørensen, sum ikki ivaðist, men langaði til úr 16 metrum. Eitt gott mál, sum skuldi vísa seg at vera sigursmálið. Sandoyingar [...] B71 tryggjaði sær uppflytingina til 1. deild leygardagin, tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi í einum ikki serliga dramatiskum dysti. Áðrenn dystin skuldu sandoyingar bert hava eitt stig afturat, so uppflytingin
bragdliga fyri, og teir trýstu nógv fyrsta hálva tíman, men tá KÍ økti til 2-0, fór luftin úr heimaliðnum, sum tóktist hava sligið seg til tols við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki [...] royndi at koma afturíaftur, men viljin og sinniliga yvirskotið var ikki til staðar, og í staðin fyri vóru tað KÍ og Kurt Mørkøre, sum fingu málini. Hitt fyrra kom miðskeiðis í hálvleikinum, og tað mundi vera [...] ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár. Kurt í hopla Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørkøre, sum aftur spælir í KÍ álopinum og tykist trívast væl. VB verjumaðurin hevði stórar
Hvalbingar noyddust at bíða til sunnudagin, áðrenn teir hesa ferð sóu fótbólt á grasvøllinum. Onkur helt skemtiliga fyri, at hetta var góð tillaging til komandi ár, og tað er framvegis møguleiki fyri, [...] pláss í 1. deild. Hesa ferð høvdu teir fingið Jákup Midjord heim úr Danmark, og dysturin var útsettur til sunnudag, tí teir vildu hava U-16 landsliðsmannin Gisla Dánjalsson við. Royn legði harðliga fyri. Væl [...] Lars Müller í Royn málinum. GÍ hevði fleiri hornaspørk síðstu løtuna, og tað var um reppið, at teir fingu stýrt einum tvørbólti í málið. Teir iðraðu seg aftaná um, at tað ikki eydnaðist, men samstundis ásannaðu