Tað man neyvan nakrantíð verða gjørt so nógv burturúr einum seyði sum veðrinum í Kvívíksskor, sum menn hava tosað um nú í eini tvey-trý ár. Hvussu mundi hann vera komin niður í Kvívíksskor, hevur verið spurningur, fleiri hava sett sær, og fleiri gitingar eru eisini. Onkur sigur, at ær og lamb er farin hesa brøttu leið niður, bøkk av bøkki, og lambið hevur so yvirlivað, meðan einki verður sagt um, hvat er vorðið av ærini. Hetta er helst sanna frágreiðingin!
Onkur annar sigur, at lambið er dottið oman og hevur klárað fallið, sum er einar 60 favnar, og onkrar aðrar frágreiðingar eru helst eisini um henda neyðars veðr, sum gingið hevði einsamallur í Sørvágsbjørgunum; men hvussu so er og ikki, so hevði hesin veðrur gingið í Kvívíksskor í 3 ár, og leygardagin gjørdu menn seg so til at fara eftir honum. Spennandi var nú eisini at vita, um nakar átti veðrin, tá menn hava mist seyð har um leiðir sum tiltikna skoran er; men tað vísti seg ikki at vera nakað mark á oyrunum á veðrinum, heldur einki annað frámerki av nøkrum slagi, so eigari var eingin, uttan hagaparturin, har Kvívíksskor hoyra undir.
Kvívíksskor er ikki so stór sum ein fótbóltsvøllur, nakað væl minni, verður sagt, og har var vanligt fyrr at hava seyð. Seyðurin til tey 4 frælsini varð sleptur í skorina í januar-februar og tikin aftur í mai-juni, hevur eldri maður greitt frá. Hetta vóru sostatt vetrafrælsi.
Tá brúktu teir tríggjar línur, sum eru tøkar enn, at fáa seyðin niður og upp við - hesaferð farið var, vórðu tvær línur brúktar, ein til menninar og ein til lesning, tí eingin visti, hvussu tað fór at síggja út har niðri - men nær teir góvust at sleppa seyð í Kvívíksskor, er ilt at siga. Onkur hevur nevnt í 1937, og tað er á góðari leið, verður sagt av øðrum.
Tey fýra frælsini í Kvívíksskor hoyra til Notringarnar.
Í Kvívíksskor
Um 9-tíðina var farið leygardagin við báti úr bátahylinum í Sørvági, so til gongu niðan Lambardal, og var síðan gjørt klárt at fara niður. Dagurin var fagur, stilli og sól. Tríggir ungir menn skuldu fara niður, so onkur av teim meiri tilkomnu, sum vanliga søkja bjørg, tá so er, kendu seg eitt sindur forfjónaðan.
Og saman við teim trimum sørvingunum, Eddie Lauritsen, Poul Jóhannes Falkvard (Pol nevndur), Jákup Hera Leonson, fór eisini sjónvarpsmaðurin Zakarias Hammer niður, sum vónandi í vøkrum myndum og orðum fer at greiða meiri frá túrinum í sendingum í vetur.
Veðrurin hevði ikki sæð fólk áður, so menn vóru ikki rættiliga greiðir yvir, hvussu hann fór at hátta sær, tá fólk kom honum so nær. Men hann var friðarligur, og tær fyrstu metingarnar søgdu 70 pund! Men tá veðrurin so fór undan monnunum, spakuliga, broyttist henda meting skjótt eini 10-15 pund. Ikki bøkkur helt undir veðrinum!
Tá teir fingu rikið veðrin í eitt slag av haldi, herjaði hann á, mest sum í villareiði, so eitt sindur av dramatikki var eisini, áðrenn teir fingu veðrin. Tað gekst tó væl í hond at halda honum, tó at Kvívíksskor er sera brøtt og leyst er eisini, tí lundin hevur grivið holur allastaðni. Sumstaðni er Kvívíksskor ber hella. Illgongt er tó ikki í Kvívíksskor, veður sagt.
Tað er tað sama báðar vegir antin at hála veðrin upp um eggina ella lora hann niður í bát, og tá so nógvir mans vóru á eggini henda vakra leygardag kortini, høvdu teir brynjað seg til, at veðrurin skuldi hálast upp. Til hetta høvdu teir tikið ein stóran saltsekk við, har veðrurin var lagdur í, og so hálaður upp.
Alt hetta gekst sera væl í hond, verður sagt av einum av monnunum, sum var niðri. Veðrurin kundi fyri tað havt verið alt sítt lív hjá fólki, so stillur var hann, og tá hann var komin um eggina og úr posanum, fór hann at eta sum um einki var hent.
At enda legði hann seg sum ein hundur og lá sum ein hundur eisini, verður sagt!
Uppboð og fletting
Klokkan 18.15 løgdu teir 25 menninir við veðrinum at landi í bátahylinum í Sørvági í teimum tveimum bátunum, farið var við, og tá varð boðað frá, at veðrurin fór at verða seldur á uppboð klokkan 21.00 í bygdini. Boðað varð beinanvegin frá, at allur peningurin í sambandi við henda veðr fór til Vága Bjargingarfelag.
Og tað var ikki lítið samankomið av fólki til hesa stóru, søguligu og spennandi løtu, tá veðrurin skuldi seljast!
Menn løgdu hart út at byrja við og vóru tað ikki smávegis lop í boðunum, men tá prísurin var komin upp á einar 10.400 krónur, gjørdust lopini nakað minni. Og tá farið var um 11.500 krónur fór tað at taka longri tíð at boðini komu, men tey komu, treyðugt so, og tá hamarin fall var prísurin 12.000 krónur!
Keypari var Rodmund Joensen í Sørvági.
Eftir hetta varð so boðað frá, áðrenn fólk fóru til hús aftur, at tann sum bjóðaði seg til at hefta veðrin skuldi gjalda 100 krónur, og fekk viðkomandi ikki heft hann, skuldi tann næsti so eisini gjalda 100 krónur fyri at royna seg, til veðrurin var heftur.
Og sagt var eisini, at veðrurin fór at verða flettur úti klokkan 22.00!
Men tað gjørdist ikki neyðugt við fleiri heftingarmonnum, tí maðurin sum royndi seg fyrst, megnaði at fella hetta huldudýr av einum veðri og vundið haftið um tjúkku leggirnar í einum, so hetta friðarliga og vakra dýr lá hjálparleyst!
Sjálv flettingin var eisini spennandi løta, tí tann sum vildi sleppa at royna seg í hesum mikla leiki at fletta, skuldi eisini gjalda 100 krónur. Ja tann, sum lyfti veðrin upp á flettingarborðið mátti eisini út við einum 100-lappi!
Stutt og greitt, allir sum vildu royna seg í onkrum á veðrinum, máttu gjalda! Onkur keypti eistrini fyri 200 krónur, skiltist! Og bløðran?! Hon varð seld fyri 20 krónur, men eigarmaðurin ella keyparin slapp at eiga hana, ókeypis!
Tað tók góðar 40 minuttir at fletta veðrin, og nú var dúgliga gitt um, hvat vektin mundi fara at vísa og har komu nógv og góð boð frá tiltiknum seyðakempum.
Fyrst var brúkt fjaðravekt, men av eini ella aðrari orsøk, slitnaði ringurin í krókinum á krananum - kranabilur var á staðnum, so øll kundu síggja krovið hanga í vektini - so nú lá hesin bulmikli kroppur brádliga á vegnum.
Vektin hevði víst 48 kilo, áðrenn ringurin brast!
Fimm mans komu til at fáa krovið á aftur flettingarborðið, meðan farið var eftir einum bismara. Tá bar til. Krovið hekk aftur, og so vigaði, jú 78,5 kilo, rópti onkur, sum hugdi, men tað metti fjøldin ikki, at veðrurin vigaði so nógv!
Nýggj roynd varð so gjørd at hyggja eftir vektini á bismaranum av fleiri, men greiða fekst ikki rættiliga á tølunum, tí nakað av rusti hevði lagt seg yvir tey; ein endi mátti fáast á hesum, tí fólk vóru nú komin allastaðni frá úr oynni at vita, hvussu tungur veðrurin var, og tann seinasta royndin varð so gjørd, og hon gav úrslit.
46 kilo!
96 pund!
Sunnudagin seinnapart varð veðrurin vigaður av nýggjum, tí so nógv hóvastákan hevði verið leygarkvøldið, og nú fekst endaliga staðfest, at veðrurin úr Kvívíksskor vigaði 48 kilo ella 96 pund! So er tað greitt og eingin ivi meiri hjá nøkrum!
Sum skiltist á eigarmanninum, Rodmundi Joensen, hava fleiri ligið fram við at fáa ein bita av veðrinum, men tað verður ikki. Einki verður selt av veðrinum úr Kvívíksskor, og allur peningurin sum inn er komin í sambandi við hann verður óskorin sendur Vága Bjargingarfelag!
Sjálvur veðrurin kostaði 12.000 krónur á uppboðnum og flettingin v.m. gav 1200 krónur, tilsamans 13.200 krónur, og tað er ein kærkomin gáva at fáa hjá bjargingarfelagnum, sum hevur fleiri týðandi tænastur at røkja í oynni. Eitt nú tekur Vága Bjargingarfelag sær av øllum sjúkraflutningi av oynni og í oynni.