er tí religiøst av náttúru. Bíblian hevur verið rokna sum ein heilag bók, ein góð bók, ein bók full av kærleika til tann, sum óttast Gud. Ein bók, sum hevur verið mett nógv hægri í virði enn allar aðrar [...] fyri eina tíð, sum liggur langt frammi ,hetta er ikki uppfylt enn, Teir tala ein strangan dóm yvir heidningatjóðirnar og siga, at at enda verða tær allar týndar. Eisini her er ta syndin, sum er atvoldin. [...] skriva teir um náðilyfti til øll, sum óttast Gud, hvørji tjóð ella tungumáli tey enn munnu vera av. Síðani mugu vit ikki gloyma tann mest týdningarmikla boðskapin, sum alt gamla testamenti handlar um, tað
At eingin svipari er, sum liggur eitt sindur aftanfyri hinar í miðverjuni og hevur til uppgávu at tetta hol og meiri ella minni at taka sær av tí leysa, ger, at liðini hava ein mann meiri longri frammi [...] frammi á vøllinum, enn tey liðini, sum framvegis brúka aftasta mann. Hetta er sjálvandi ein fyrimunur í uppspælinum, men fyrimunurin minkar nógv, og hann kann gerast til ein bága, um uppspælið ikki flýtur [...] at bóltførleikin ikki er tann, sum hann kann gerast seinni á árinum. Serliga í 2. hálvleiki tóktist tað sum um gøtumenn høvdu ilt við at fáa rætta bóltførleikan fram. Sum so mangan áður høvdu teir ilt við
stóra skaðan í Asia. Tá ein hevur savnað so fræg nøvn, sum tey omanfyri nevndu, er kanska onkur sum kundi ynskt sær eina upptøku av konsertini. Men hetta er ikki møguligt, hóast ein lættliga kundi gjørt hetta [...] er enn lív lagað, tí nú vóru tað næsta ættarlið hjá teimum gomlu sangarunum, sum spældi undir. Hetta var sum longu nevnt ein stuðulskonsert, og inn komu íalt 27.000 kr. Henda upphæddin var fyrst og fremst [...] sangkreftir, sum vóru meiri frammi fyri nøkrum árum síðani. Alt í alt var hetta eitt sera fjølbroytt og ríkt kvøld. Luttakarar á konsertini vóru Magni Christiansen, Jens & Kristel Lisberg, ein bólkur úr Lívdini
negativu orðini): ?Vit kunnu velja at leggja dent á okkara veikleikar sum eitt lítið land og ein fáment tjóð. Vit kunnu krevja, at vit sum ein minniluti í tí danska ríkinum skulu verða vard móti øllum vandum [...] ella sjálvbjargni Millum alt tað, ein kann lesa inni á hesi heimasíðu, er ein grein hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni, ið kallast _Hjálparloysi ella sjálvbjargni?. Sum alt annað skrivligt frá Høgna Hoydal [...] samfelag, sum stendur á egnum beinum?. ?Vit kunnu leggja dent á møguleikar og loysnir í staðin fyri veikleikar og avmarkingar?. ?Vit kunnu grunda okkara politikk á teir fyrimunir, vit hava sum ein fáment
num sum skulu fanga fólk sum detta út av tromini ikki eru har tá tey skulu. Vit hava meir enn 30 almannastovur (sosialkontor) í Oslo, og nógv av teimum virka ikki sum tey skulu. Ein dagin kom ein til mín [...] frá konuni, sum jú eisini arbeiðir á Fyrlyskorpset. Erna og eg hava eitt gott samstarv, samstundis sum vit eru hjún. Hon er mín besti ráðgevi og mín besti vinur. Nakað liggur eftir ein Nú er ein bók skrivað [...] Urtegata 16A. Hetta er ein dokumentar um hjúnini Djurhuus og gøtufólkini í norska høvuðsstaðnum. Njál hevur eini tíggju ár sum virkin í arbeiðslívinum, men eitt lív sum ein pensjónistur sum situr heima og stúrir
mínir, fekk tad sjálvur mest sum av tilvild at vita, at nú skuldi báturin søkkjast, tað hevur ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin [...] fylgja bátinum, sum var uppkallaður eftir hesum fongríka stað, meðan hann alt gerst minni, sohvørt sum fjarleikin økist. "Dýpið í Djúpunum er einki annað enn ein kirkjugarður. Har liggja ein rúgva av gomlum [...] hugnaliga og svøvnliga lugarið, sum enn hevur sama stemmningin, løtu áðrenn skipið verður søkt. Hetta er eitt av teimum fáu lugarunum á træskipum, sum angaði væl, ein søtan heimligan royk. Har er koyggjan
tikin til at styrkja støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi: ? Sum tað fyrsta varð framd ein nútímansgerð av skurðstovuni, so hon lúkaði somu treytir sum í Klaksvík og í Havn. ? Fyri tveimum árum síðani eydnaðist [...] mugu tó hava serlig fyrilit fyri støðuni í Suðuroy, tí hon liggur meira fyri seg sjálvan, og tí í størri mun má kunna líta á ta heilsuverkskipan, sum er í oynni. Sjálvt um støðan í Suðuroy er kritisk upp á [...] játtan til tann triðja yvirlæknan, ein medisinskan yvirlækna, til at styrkja læknamanningina. Hesin varð settur fyri einum góðum ári síðani. ? Í 2007-08 varð framd ein nútímansgerð og digitalisering av
Turbulenz Ikki fyri sartar sálir Keith Richards er heimskendur sum gittarspælari í Rolling Stones. Hann hevur livað eitt hart lív við øllum tí, sum rock ‘n roll lívið kann innihalda. Nú sigur hann sína søgu [...] søgu, og hann avdúkar nógv um seg og fólkini rundan um seg. Hetta er ein ævisøga, sum nógv hava bíðað eftir í spenningi. Life Keith Richards W&N Presturin hjá dønum Johannes Møllehave er helst kendasti prestur [...] fara fyri at yvirliva, og hvussu langt fólk kunnu fara fyri kærleikans skuld. Hetta er ein ættarsøga um tvær kvinnur, sum báðar bera ræðuliga loynidómar. Sofi Oksanen Renselse Rosinante Spenningur í luftini
í gjár, at ein partur av ætlaðu krepputiltøkunum hjá samgonguni fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini, er at flyta alla inntøkutrygdina hjá fiskimonnum yvir í ALS. Hetta er eitt tiltak, sum saktans kann [...] spara útreiðslur, ella hvat, spyr hann. Hann er eisini vísur í, at tað, sum hevur bjargað ALS, er nettupp tað, at skipanin liggur fullkomiliga uttanfyri alt politiskt ræði. - Røddir hava verið frammi um [...] Krepputiltøk - Eg taki hatta sum skemt. Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, var óvfarin, tá ið hann frætti í Kringvaprinum í gjár, at samgongan nú ætlar at áleggja ALS at betala minstuløn til
eitt sindur aftur og fram um allar teir bólkarnar, sum gjøgnum árini hava vitjað á Vágsbøi. Minnini eru mong, men ein konsert stendur heilt greitt sum tann besta nakrantíð: - Johnny Deluxe!, svara tær allar [...] besta konsertin, sum hevur verið á Summar Festivalinum higartil, heldur tann eina. - Ja, alvorliga! Men kanska Nik & Jay fara at vera kulari enn Nik & Jay? Tað rokni eg næstan við, heldur ein onnur teirra [...] Bommini liggja so fitt í eini skál á borðinum og keksapakkin liggur hálvur undir liðini á nøkrum sodavatnum. Tað er ikki torført at síggja, at vit nú hava sett okkum til borðs saman við nøkrum ungum gentum