við at orða eitt nýtt útoyggjaálit. Í dag handaði embætisfólkið, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, landsstýrismanninum nýggja álitið, sum snýr seg um Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy [...] a. Útoyggjarnar mugu síggjast sum ein samfelagsíløga heldur enn ein útreiðsla. Útoyggjarnar kunnu gerast eitt týdningarmikið samfelagsligt og mentanarligt tilfeingi, sum vit hava skyldu at røkja, bæði [...] grundleggjandi trupulleiki eyðsýndur: avmarkaðu samferðslumøguleikarnir millum meginøkið og útoyggjarnar, sum ofta gera tað torført hjá útoyggjabúgvum at røkka tænastum, hava arbeiði, ganga í skúla ella taka lut
Talan er í høvuðsheitum um tilsamans 16 íbúðir í Lonunum og í Barakkini í V. U. Hammershaimbs gøtu, sum skulu umvælast og dagførast. Ein av íbúðunum í Lon hevur staðið tóm síðan heystið 2023. Trivnaðarnevndin
umborð á flogfarinum, sum datt niður í eitt bústaðarøki, og fleiri enn 30 fólk doyðu á jørðini. Flogfarið rakti ein bygning á jørðini, og tað elvdi til eina stóra spreinging. Tann, sum yvirlivdi - ein bretskur [...] Ferðafólkaflogfarið hjá Air India, sum datt niður í síðstu viku í India, hevði ongar motortrupulleikar. Tað segði formaðurin í Air India, Natarajan Chandrasekaran, í samrøðu við indisku sjónvarpsstøðina
Amerikanski miðbankin heldur rentuna sum væntað. Tað boðar miðbankin, eisini kendur sum Fed, frá í einum tíðindaskrivi í dag. Leiðandi rentan er sostatt framvegis millum 4,25 prosent til 4,5 prosent. - [...] Henrik Olejasz Larsen, íløgustjóri í Sampension, kallar enn eina varðveiting av rentuni fyri nakað, sum ikki kemur væl við hjá Hvítu Húsunum. - Trump hevur fleiri ferðir funnist at miðbankastjóranum, Jerome
ymiskum plássum í 153 londum. CWGC upplýsir, at teirra virðir og málsetningar, sum vórðu ásett í 1917, eru líka so viðkomandi nú, sum tey vóru fyri meir enn 100 árum síðan. Á heimasíðuni verður víst á, at ein [...] Commonwealth War Graves Commission (CWGC) hevur til endamáls at tryggja, at 1,7 milliónir menniskju, sum doyðu í teimum báðum heimsbardøgunum, ongantíð verða gloymd. Á heimasíðuni hjá CWGC verður upplýst [...] gravirnar í kirkjugarðinum á Ziskatrøð, har teir seks av manningini umborð á jólaskipinum ”Sauternes”, sum vórðu afturfunnir, liggja grivnir. Hesir eru: George Albert Perris, 34 ár, Richard Smith, uml. 35 ár
har Eli framførur síni egnu klaverstykkir - nøkur gomul, men eisini fleiri nýggj. Tað er Summartónar sum skipar fyri. Konsertin byrjar kl 20.00 og er ókeypis.
Sambært heimasíðuni leggur kommunulæknin aftrat, at fólk, sum skulu hava heilivág, gera best við at koma við einum seðli við heilivágnum, sum vantar og leggja seðilin inn á skrivstovuna. Lesið eisini: [...] Fyrr í vikuni boðaðu tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu frá, at fólk, sum ynskja læknaviðtalu, gera best við at støkka inn á gólvið fyri at fáa orð á læknan. Sagt varð, at Anneke Højrup er til arbeiðis [...] sjovar.fo - og her verður ásannað, at skipanin við at støkka inn á gólvið riggar ikki. - Anneke Højrup, sum er einsamøll í læknaviðtaluni, boðar frá, at hon tekur telefonina millum klokkan 9 og 10. Hevur tú
Men í dag fekk brúgvin eitt heiti, sum sannlíkt ikki verður móttikið við nógvum eldhuga. Svenski miðilin Sydsvenskan hevur ummælt heimsins brýr og kombineraðar brúgva-tunlar - og eingin teirra er dýrari
Støðulýsingin “Saman um javnstøðu”, sum Føroya landsstýri almannakunngjørdi í gjár, tann 17. juni, kann tulkast sum formælið til nýggju javnstøðulógina, ið skal leggjast fram komandi tingsetuna. Ein týðandi [...] um, at vit loksins kunnu vænta okkum broytingar, sum tæna hesum endamáli. ##med2## Javnstøðufremjan á øllum økjum At integrera javnstøðu – eitt amboð sum ofta verður nevnt gender mainstreaming - snýr seg [...] so høvdu vit fingið heilt aðrar fortreytir at skapa eitt rúmligt samfelag, sum ikki loyvir kyni at vera ein forðing, og sum strembar aftir at geva øllum møguleikan at støðast og gera sínar dreymar til
ST-sáttmálan, sum júst legði dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tjóðum, sum ikki ráddu sær sjálvum. Føroyska samráðingarnevndin og Føroya løgting vórðu ongantíð kunnað um innihaldið í sáttmálanum, sum Danmark hevði [...] kunnu skipa seg sum suverenar statir, er danska svarið, at tað ber sjálvandi ikki til, tí “det ligger udenfor grundlovens rammer”. Í altjóða fakligum bókmentum er hendan dupulta støðan lýst sum “double speak” [...] um teir stríddust ímóti íslendingum, sum eisini vildu hava sjálvstøðu. Tí valdu danir at semjast við íslendingar um skipa eina personalunión, ein kongsfelagsskap, sum í grundini var ein staðfesting av íslendskum