útgoldnar í fjør enn í fyrraárið. - Vit arbeiða full spid. Farmaskipið hjá russarunum var ov seint, so nú er frystigoymsla sprenfull, og tað seinkar arbeiðinum, sigur Niklas. Nú eru teir givnir í fremra lastarúminum [...] ringt í allar ættir eftir fólki, og sjálvt havnarmenn, sum eru í Vági og vitja, hava fingið arbeiðsboð. Teir gomlu garparnir ALS ella ikki. Í kvøld eru nógv fólk til arbeiðis á keiini. Ímorgin verða tey upp [...] øgiligur; eini 30 stig undir frostmarkinum. Hálvan tíma niðri í lastina og hálva tíma uppi. Trettan mans eru í aftaru last hetta kvøldið. Onkrir ganga á framhaldsdeildini í Vágs Skúla. Tveir teirra ætla sær ikki
ávirkan og forðar ikki einum sterti at fara óvirkaðan av landinum ?Vit fáa so nógvan fisk, vit vilja hava. Teir einastu, sum verða revsaðir eru fiskimenn, ið ikki sleppa at bjóða fiskin út á einum fríum marknaði [...] krevja alt ov nógva umsiting hjá teimum at selja lastir í smáum. Hann helt eisini, at nú fiskamarknaðuriner komin, er tíðin farin frá almennu uppboðssøluni. Fiskimenn missa Ein fiskakeypari, sum er gr [...] marknaði. Tað ber væl til Kári Hansen trýr ikki uppá, at tað eru umsitingarligir trupulleikar sum forða almennu uppboðssøluni at selja í smáum. ? Tað er fjas. Uppboðssølan fær 0,5% av øllum, sum verður selt
rnir endaliga gera av, hvussu liðið fer at síggja út, tá farast skal inn á vøllin. Tvær venjingar eru á skránni bæði hós- og fríggjadagin, og vanliga er tað ikki fyrr enn eftir hesar, at gjørt verður av [...] av, hvussu liðið fer at síggja út. Men hóast venjingarnar enn ikki hava verið, so kann helst longu nú staðfestast, at talan neyvan verður um tær kollveltandi broytingarnar í uppstillingini. Nýggjur maður [...] Einamest tí hópurin ikki inniheldur so øgiliga nógv alternativ til plássið á bakkinum. Á høgra bakki eru so nakrir møguleikar at velja ímillum, men mest upplagdur av hesum tykits vera Johan Byrial Hansen
bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur av muni á, hvussu nógv vit koyra av hvørjum, og hvussu rávørurnar eru, sigur hann. - Tað er einki loyniligt [...] lágkøkubotnar Bakaralívið er øðrvísi enn so nógv annað, tí arbeiðstíðirnar gjarna eru, tá onnur fólk sova. - Arbeiðstíðirnar eru keðiligar, og tað er mangan ein kampur at koma á føtur, sigur Símun Akursmørk [...] skips, síðani eg fór at baka aftur fyri tveimum árum síðani, sigur hann. Bakaríið hjá Símun heldur nú til í Nólsoyar Pálls gøtu, og har verða hvønn dag bakað eini 1000 breyð, umframt alt annað, sum hoyrir
við í eina tryggari legu. Á sumri 1918 var skipaferðslan komin í rættlag, bæði av teirri grund at USA var komið upp í bardagan, og av at Týskland nú var nógv viknað. Í sínum verki metir H.A. Sølvará, at [...] sterkasti limur ikki var fólkavaldur. Nú kundi ein sjálvandi hugsað, at tað mátti borið til, so leingi bardagin vardi, at lagt hetta stríð til viks. Sum heild mugu vit staðfesta, at tað megnaðu hvørki sambandið [...] virki var partur av einum donskum politiskum stríði, eini ætlan at fella stjórnina hjá Zahle. Vit skulu nú hyggja at tí aspektinum av hesi adressugølu, sum helst kom at rúgva mest upp í avhoyringunum hjá
tornar upp. Undanfarin ár eru royndir at samstarva farnar fyri skeyti av ósemjum um, hvør skal hava rættindini til vatnið í umráðnum, og hvussu tað skal brúkast. Eitt nú eru usbekar sera misnøgdir við [...] Aralvatnið vorðið heilar 18 metrar grynri, enn tað var, og stór øki, sum upprunaliga stóðu undir í vatni, eru nú sum oyðimarkarlandslag. Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, vildi sleppa at síggja broytingina í Aral-vatninum [...] tíðindastovuna Reuters. Á ferðini hevði hann staðið við tað, sum einaferð var bakkin á vatninum, men nú var langt oman til vatnið, og allastaðni lógu gomul rustað skipsvrak á sandinum. Í 2006 tók evropeiski
tað var komin stórur materiellur skaði, bæði á sjálvan Løgtingsbygningin og fleiri hús í grannalagnum. Tíbetur var eingin mansskaði. Tá lá kommunuskúlin har, sum býráðið heldur til í dag. - Vit børn vóru [...] Milosevic fær høvi til í Serbiu. Har niðri eru onkrir, sum tora at muta ímóti maktmisbrúkinum. Men hjá okkum er útkalt. Her er einki andaligt frælsi. Hjá okkum eru makthavararnir friðaðir; ? soleiðis er vanliga [...] hvørja ferð harra Hoydal sigur nakað, hóast meginparturin, hesin maður sigur, eru banalitetir, ósannindi og møsn. Høvdu vit havt eina frælsa, ella óhefta pressu, hevði charlatanurin í Tinganesi ikki sloppið
Men eg játtaði so, og bað um eina royndartíð uppá tríggjar mánaðir, sigur Gerhard við einum brosi. Nú eru longu gingnar fleiri vikur síðani hann las fyrsta lesturin til 1. sunnudag í advent, og tey sum lurta [...] tí hugsa um tann einstaka, sum er komin í kirkju ella lurtar eftir útvarpinum eitt leygarkvøld. Hetta er tí ikki so einfalt, sum onkur kanska heldur. - Men hinvegin vit vita kortini, at tað boðaða orðið [...] fáa heim aftur við sær. - Fólk hugsa og meina so ymiskt, og fólk eru á ymiskum støðum í lívinum. Tað er altso mitt inn í hetta meldrið at vit sum prestar skulu prædika. Hetta er so avgjørt við til at gera
Jákup Petersen, yvirlækni Vit hoyra javnan, hvussu myndugleikar eftir vanlukku greiða frá, at avvarðandi hava fingið kreppuhjálp. Tey flestu eru tó ikki vitandi um, at tá kerppuhjálpin virkar sum best [...] Medical Journal (BMJ 2000;321:1032-1033 (28 oktobur) samanum, hvat granskingin er komin fram til tá. Vanliga rópa vit kreppujhálp (psykologisk debriefing) tað fyribrigdið har fólk, sum hava verið við til [...] førir til, at vit seint finna tey sum hava varðandi sálartrupulleikar, og sostatt gerast tey torførari at viðgera. Harafturat kemur eisini hann til ta niðurstøðu sum so mangir aðrir granskarar eru komnir við
sum tygum eru vit øll takksom fyri og stolt av. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari [...] hátíðardagin føðingardagin saman við tygum, tygara kæru, vinum og bygdafólki her í Skótahúsinum í Runavík. Vit báðar kennast ikki persónliga, men úr tí, sum mær er sagt um føðingardagsbarnið, so er nógv gott at [...] har áræði, vilji og styrki hava mynda tygum á lívsleiðini. Tað var í Syðrugøta at vøggan stóð, tygum eru fødd hendan dagin, tann 11. november 1924. Foreldrini vóru pápin Johannes Michael Sederius Michelsen