við Keldu. Jógvan Lützen fekk til valið í 1998 52 atkvøður á Fólkaflokslistanum í Norðoya valdømi, og fekk hann sostætt fjórðmestar atkvøður á lista Fólkafloksins í Norðoyggjum. Frammanfyri hann vóru Rúna [...] dagfest 25. januar, tinglimurin úr Klaksvík søkir um farloyvi. Jógvan við Keldu søkti um farloyvi úr tingarbeiðinum fyri hesa vikuna og nøstu viku, og bað hann um, at næsti maður á lista Fólkafloksins í Klaksvík
alt, sum verður sagt í greinini, og tí hesar viðmerkingar. Eg eri samdur við Jógvani í, at Javnaðarflokkurin hevur sett seg í eina tvístøðu, og rætt er eisini, at Javnaðarflokkurin er í eini lyklastøðu undan [...] Í Dimmalætting týsdagin 25. januar í ár, hevur Uni Arge blaðmaður eina samrøðu við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing. Tað sum Jógvan Mørkøre verður endurgivin fyri at siga, er skilagott og eisini áhugavert [...] nýggja skipan landana millum, sum tænir fólkinum best, - og tað er í dag, við at vera verandi innanfyri ríkiseindina. Við hesum veruleika í huga, kennist tað løgið, at so nógv verður tosað um eina semju millum
Finnland spældu fyri níggju árum síðani. Fimm føroyskir spælarar, sum vóru við í Portugal í 1991, eru í hesum døgum við í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Jan Dam og Kurt Mørkøre, sum [...] Fótbóltssambandið. Í fyrstu EM undankappingini var Finnland millum mótstøðulondini, og tað skarst illa hjá føroyingunum. Finnlendingar vunnu 5?0 á heimavølli 16. november í 1994, og tá teir vitjaðu í kavakløddum [...] Men føroysku spælararnir, sum mánadagin fyri fyrstu ferð skulu spæla altjóða skrásettan landsdyst í januar, nýtast ikki bara at hyggja aftur á ússalig hagtøl ímóti finnlendingum. Talan var ikki um altjóða
ár 23. januar: Jona Jacobsen, Tvørábakka, Tvøroyri, 84 ár Niels Pauli Ziskasen, Hvalba, 79 ár Jákup Pauli Tausen, í Vági, 83 ár 24. januar: Viggo Johannesen, Sandavágur, 87 ár Janus Jacobsen, á Viðareiði [...] 20. januar: Sunnuvá Petersen, Skálavík, 89 ár 21. januar: Kathrina Neshamar, Fuglafjørður, vanliga nevnd Dinna 78 ár Anna Sofía Joensen, Søldarfjørður, 99 ár Kári Hovgaard, Tvøroyri, 27 ár Katrina Midjord [...] Hovi, 80 ár 22. januar: Sámal Jákup Joensen, Norðragøta, 86 ár Reinar Dam, Tórshavn, 59 ár Betty Andreasen á Høvdanum, Strendur, 90 ár Schumann Didriksen, ættaður úr Havn, búsitandi í Reykjavík, 71 ár
fingið staðfest krabbamein í lungunum, mátti hann geva upp. Bjørn Afzelius gjørdist 52 ára gamal, áðrenn alt endaði á Sahlgrenska sjúkrahúsinum í Gøteborg í februar mánaði í fjør. Navnið á tónleikaranum [...] á festivalinum. Fyrru ferð var í 1990. - Vit høvdu roynt í eini fimm ár at fáa hann til Føroya, men tað bar ongantíð til, tí hann plagdi at vera í Italia í august mánaði. Vit góvu tó ongantíð upp, og vit [...] var tríggjar ferðir í Føroyum og spældi. Hvørja ferð var tað í Norðurlandahúsinum í Havn, at hann trein á pallin, og tvær ferðir var tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali. Í 1993 spældu hann og
ipinum Disko ? í bestu líkindum kastaðu akker í Kungnat víkini innanfyri Arsuk. Frágreiðingin, sum stóð í blaðnum síðsta leygardag, og tann parturin, sum vit seta í blaðið í dag, stóð í Siglingarsøguni [...] hending, at hann vildi gera alt, sum stóð í hansara valdi, at frátaka skiparanum rættin at føra skip í eitt ávíst áramál eftir hetta. Sjófrágreiðing var í Kredsrættinum í Nuuk hin 15. juni, og síðani varð skipið [...] hekk framvegis skiparanum um hálsin, og árið eftir var hann aftur í Kredsrættinum í Nuuk. Almenni ákærin í Grønlandi ? politimeistarin í Nuuk ? ákærdi skiparan, Tórbjørn Jacobsen, principalt sambært sjólógina
Tann 25. januar, á Pálsmessu, kemur súlan í Mykineshólm. Soleiðis verður sagt og hetta stendur eisini eisini í ymsu kalendarunum. Men tá vit ringdu út til Mykinesar á pálsmessu, høvdu tey onga súlu sæð [...] sæð súlu í Mykinesi. Onkur hevur sæð 4 súlur. Tað er ójavnt, nær súlan kemur í Mykineshólm. Hon kann koma áðrenn pálsmessu, men eisini seinni. Tað er ikki altíð etir tí, sum stendur viðmerkt í álmanakkanum [...] álmanakkanum. Ein forvitin og vakin lesari í Havn, sum strvast Yviri við Strond, ringdi til Sosialin og boðaði frá, at Yviri við Strond høvdu teir longu 8. januar sæð súlu.
liðug í mars mánaða komandi ár. 6,5 milliónir eru settar av til endamálið og 700.000 túsund eru settar av til at projektera skúlaútbygging í Hoyvík - og í Kaldbak. Í sambandi við útbyggingina í Kaldbak [...] Tórshavnar Býráð fer í ár at gera íløgur fyri 32 milliónir krónur. Tað er greitt eftir býráðsfundin hóskvøldið, har í býráðið einmælt samtykti útbyggingarætlanina í ár. Sostatt samtykti býráðið einmælt [...] kirkjugarðin og at leggja hita í kapellið. Venjingarhøll í Hoyvík og rennibreyt Millum tær útbyggingar, sum býráðið nú hevur samtykt at fara undir, er, at ein venjingarhøll skal gerast í Hoyvík, umframt at skúlin
kærurnar um løgregluna. Í øðrum lagi skal ein óheft nevnd hava eftirlit við at úrskurðurin hjá statsadvokatinum er í lagi. 1. januar var ein líknandi skipan sett í verk í Grønlandi. Men í Føroyum situr løgreglan [...] eftirlitsstovn í málum um politikærur. -Umboðini fyri politiið og ákæruvaldið eru av góðum grundum bundin av ávísum áhugamálum, sum kunnu gera seg galdandi í lokalnevndini. Tí kunnu teir í ein ávísan mun [...] lógina, so at kærunevndarskipanin kundu setast í verk. Varafútin: Ongin trupulleiki Eingi bendir á, at tað trokar á, at fáa kærunevndarskipanina setta í verk í Føroyum. Hetta sigur Finn Ougaard, varafúti
Leygardagin 29. januar kl 20.00 skipar Grót fyri enn eini tónleikacafé. Hesaferð verður høvið at hoyra nakrar av kanska fremstu jazztónleikarunum vit eiga í landinum. Tað eru Snjóuglan og Eivør Pálsdóttir [...] Pálsdóttir Kvartet, ið vera á skránni. Í Snjóugluni spæla so navnframir menn sum Kristian Blak, ið vegna stóru royndir sínar av sonnum kann kallast ein rættur Jazzabbi. Sonur hansara Mikael spælir bass og ú [...] Høgni Klakkstein spælir trummur. Heðin Ziska Davidsen, kendur úr so ymiskum bólkum sum ?Hatespeach? og ?Í eb´inum? (úttalast: essinum) spælir guitar. Eivør Pálsdóttir Kvartett hevur spælt rættiliga nógv, síðan