fyrst á Tórshavnar Skipasmiðju. Á Skipasmiðjuni tók Poul Mohr, stjóri, í móti og vísti gestunum runt. Sum vera man varð eisini farið inn í byggihøllina, har tann fyrsti av teimum trimum politibátunum, Tórshavnar [...] Skipasmiðjan at klára. Eftir vitjanina á Tórshavnar Skipasmiðju varð farið niðan á Oljufyrisitingina, sum liggur beint oman fyri vegin. Haðani varð farið til Kirkjubíggjar, har bóndahjúnini tóku í móti, og
av onnur tiltøk, enn til tær lógarbundnu útreiðslurnar. Skattaprosentið komandi ár verður tað sama, sum í ár, 23%. Men nú fer tað eina prosentið ikki longur í kommunala veðhaldsgrunnin, men beint í kommunukassan [...] til vatnveitingina og til kloakk. Peningurin skal m.a. brúkast til eitt reinsiverk til eina kloakk, sum rennur á sjógv.
Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir at velja, og í Vági er fótbólturin raðfestur [...] klikkja niður á tey, sum hava vant seinastu árini. Teir hava verið góðir venjarar. Men at verða venjari krevur so nógv í dag, at tað letur seg ikki gera rættiliga leingi hjá fólki, sum hava fult starv, og [...] Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein. Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu deild. Vónirnar eru avgjørt at blíva verandi í fyrstu deild
einum ærligum dialogi, sum kann loysa upp fyri teimum tingum, sum eru komin skeivt fyri. Edmund Joensen sigur, at tað, sum hevur koyrt tingini føst, er kravið um ymsar kanningar, sum bara skjóta málini út [...] har spurningarnir eisini verða viðgjørdir av serfrøðingum og fólki, sum ikki endiliga nýtast at hava nakað politiskt sikti við tí, sum verður ført fram. Hann vil heldur hava veruleikan fram, hvør hann so [...] bankamálinum. Hann heldur fyri, at vit føroyingar áttu tí ongantíð at skrivað undir nakað sum helst í Danmark, sum hevði við sær, at rokningin fyri bankabjarging fór til føroyingar. -Hetta er ein prinsippsak
3 til 10 ár. Spælið er danskt og ment av fyritøkuni Homesoft. Og hetta er eitt rímiliga gott boð, sum serliga tey minstu fara at dáma. Uppgávurnar hóska væl til evnið, og Sonja Sjóránari, Svein Sjómaður [...] petti av kortinum hjá kapteyninum. Tá allir stumparnir eru savnaðir, skulu tey loysa eina uppgávu, sum leiðir beint til skattin. Men eins einføld brúkaraflatan er, eins einfaldur er grafikkurin. Her finst [...] illur at fáa eyga á. Hinvegin er tað jú ikki so galið við einum spæli, tað ber til at finna útav, og sum kann vendast aftur til og fáa eina stuttliga løtu umaftur og umaftur. Fakta Sjórænaraoyggin er eitt
spølini eisini eru rættiliga óverulig, og sum regul fyriganga á einum fjarum og ókendum galaksa ella einaferð inni í framtíðini, og tá tað jú eisini altíð eru tey óndu, sum skulu hartast, ja, so taka vit tey [...] fáa luft fyri innistongdari øði. Men tað finnast eisini spøl, sum ongatíð gerast stuttlig uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda [...] skjóta. Eitt sjúkt spæl Postal er sum spæl ein miðal uppliving, hvørs einasta nýggja er tann alt ov veruleikanæri hátturin, offrini doyggja uppá. Tað er eitt óhugnaligt spæl, sum í hvussu er ikki er fyri børn
Sofus Johannesen Seinasta vikuskifti luttók føroyski judoleikarin Búgvi Poulsen úr Havn, sum dagliga venur við donskum felag, í einari stórari judokapping í Danmark. Kappingin varð nevnd ?Hillerød Træf [...] skoraði Yoku fyri kastið, og hetta gjørdist sostatt úrslitið av dystinum. Harvið endaði Peter Tedeholm sum nr. 1 í kappingini, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 2. Ætlar at basa honum Men Búgvi ætlar at gera [...] og tað kann eisini henda, at sterkir útlendingar stilla upp til kappingina. T.d. hava sviar ein, sum nevnist Marcello. Verður hann við í kappingini, verður ringt at gera seg galdandi, men hann hevur í
CSI, sum eigur rættindini til sjónvarping av enskum fótbólti, og sáttmálin umfatar bæði landskappingini og steypakappingina FA Cup. SvF hevur tryggjað sær rættindini at senda FA Cup finaluna, sum er mest [...] verður samstundis tikið undan tiltiknu sendingini Tipslørdag, sum danir hava hugt eftir í nógv, nógv ár. SvF samráðist beinleiðis við felagið, sum hevur rættindini til enskan fótbólt, og í SvF siga tey, at [...] feløgunum í heimligu kappingini. SvF fer í vetur at senda enskar dystir leygardag klokkan 15.00, og tey, sum hava áhuga fyri enskum fótbólti, kunnu eisini gleða seg til, at sendingin Mál, mál, mál, har brot úr
er væl leiðin fram. Eingi av teimum trý liðunum, sum vunnu í fyrsta umfari, hittust í øðrum umfari, og av teimum sum taptu, var tað bert Streymur, sum fekk betri úrslit hetta vikuskiftið. Streymur menti [...] Christiansen, sum var nýggjur á liðnum hjá Streymi, telvaði javnt á triðja borði, og javni dysturin endaði við, at Terji Petersen, sum var nýggjur á liðnum hjá klaksvíkingum, vann á Bergi Magnussen, sum fekk einasta [...] Kollafjørður vunnu Hin dysturin í Klaksvík endaði við sigri til havnamenn, sum vunnu við hálvumfjórða stigi móti hálvum. Stigið, sum klaksvíkingar fingu, fingu teir á fjórða borði, har Símun Petur Anthoniussen
fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú skalt hava útbúgving, um tú ætlar [...] slopnir undan sjúkum, sum til dømis íslendingar - og fyri tann skuld eisini føroyingar - hava verið plágaðir av. Íslendingar fluttu í tríatiárunum inn nakað av persiskum seyði, sum skuldi hjálpa upp á ullina [...] Íslendskur djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda