Stríðið millum ilt og gott gongur aftur í flestu telduspølum, og fleiri av teimum eru heldur ógvuslig. Oftast ræður um at myrða og oyða alt rundan um seg. Men tá spølini eisini eru rættiliga óverulig, og sum regul fyriganga á einum fjarum og ókendum galaksa ella einaferð inni í framtíðini, og tá tað jú eisini altíð eru tey óndu, sum skulu hartast, ja, so taka vit tey fyri tað, tey eru, nevniliga undirhald, spæl til stuttleika. Tað eru kanska enntá nøkur av okkum, ið samstundis fáa luft fyri innistongdari øði.
Men tað finnast eisini spøl, sum ongatíð gerast stuttlig uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda. Postal er eitt av teimum.
Frá veruleikanum
Postal er eitt fyrsta persóns skjótispæl, har alt sæst á skrá omanífrá. Spælið hevur fingið navn eftir einum postboði, ið gjørdist óður og skjeyt fleiri av starvsfeløgum sínum.
Sjálvt spælið er keðiligt allan vegin ígjøgnum, men afturfyri stak óhugnaligt. Keðiligt, tí banarnir ikki broytast munandi, og óhugnaligt, tí tað byggir á veruligar hendingar og hevur eina óhugnaligt veruleikanæra ljóðsíðu. Tey neyðardýr ein skjýtur, ringja seg saman leingi og bløða sum óðir tarvar. Tey vena seg og rópa um hjálp, so tað næstan er ótolandi. Tað einasta ein kann gera, er at geva teimum eitt nakkaskot. Tástani gevast tey.
Psykotiskt spæl
Spælið snýr seg um, at ein eins og sálarliga sjúki og psykopatiski Postal sníkir seg runt í ymsum umhvørvum og skjýtur løgreglumenn og øll onnur, ið koma fyri. Eisini gomul, kvinnur og børn. Rakar ein ein sivilan, fær ein ikki minusstig. 16 banar eru í alt, og tað er stórt sæð tað sama, ið hendir í teimum øllum. Har eru eingi eykavápn ella aðrir snildleikar í spælinum. Bert tey vápn, ein byrjar við.
Grafiskt er Postal ein blanding av vánaligum 3D figurum og vøkrum tvey-dimensionalum bakgrundsmyndum. Myndirnar eru hondmálaðar og pastellíkar, vakrar, men heilt uttan interaktivitet. Loysir ein av eina salvu móti einum bili ella einum bygningi, hendur snøgt sagt einki. Til ber at goyma seg aftan eitt húsahorn ella aftanfyri ein bil, men ilt er at síggja, nær ein er goymdur og nær ein kann skjóta.
Eitt sjúkt spæl
Postal er sum spæl ein miðal uppliving, hvørs einasta nýggja er tann alt ov veruleikanæri hátturin, offrini doyggja uppá. Tað er eitt óhugnaligt spæl, sum í hvussu er ikki er fyri børn og onnur vanlig menniskju, og ein kann næstan ikki annað enn harmast um, at fólk forvinna pening upp á slíkt.
Postal kann spælast um modem ella um net við upp til 15 onnur. Tað er eitt Windows 95 spæl og krevur minst ein 90 MHz Pentium PC.