verkætlan er játtað av býráðnum, skal hon liggja frammi til almenna skoðan í tríggjar mánaðir, so fólk hava møguleika at mótmæla, um tey av eini hvørji orsøk eru ímóti hesi verkætlan. - Hjá okkum var støðan [...] ber til at sleppa víðari, sigur Bárður Nielsen Men eitt er lógarásettar reglur og mannagongdir; tær skulu sjálvandi fylgjast. Eitt annað er, at tað tykist taka ógvuliga drúgva tíð at fáa málini viðgjørd og [...] sum tað hevur gjørt. Men upprunaliga ætlanin segði, at fyrsti spakin skuldi setast í í februar í ár. Nú vil stjórin, Bárður Nielsen, als ikki seta nakað dato á, men sigur bara, at teir byrja, tá alt er klárt
Sjálvt uppskotið Uppskotið snýr seg um, at stakir uppihaldarar skulu fáa dupultan útbúvingarstuðul, meðan teir eru undir útbúgving. Vit vita, at fleiri teirra noyðast at velja útbúgving frá, tí tað er [...] føra við sær at familjur fara í upploysn. Kennir tú nakað par, sum hevði farið hvør til sítt, tí at nú var gjørligt at fáa smáar 3800 kr mánaðarliga eyka undir útbúgving? Haldi, at slíkur hugburður ber [...] verður nýtt, tá vit tosa um stakar uppihaldarir: “Spurningurin er um uppskotið er so gott. Tí kanska fólk fara at snýta. Fáa sær dupultan útbúgvingarstuðul, hóast tey í veruleikanum ikki eru støk.” Skelkandi
fegin um, at vit ikki longur skulu flyta ímillum so nógvar skúlar. Tað fer at gera arbeiðið hjá okkum lættari, og samstarvið millum lærarar og flokkar verður heilt víst betri, nú vit hava fleiri undir somu [...] farteldur og internetsamband í øllum skúlanum, samstundis sum skúlin hevur fingið elektroniskar talvur, ið fólk aðrastaðni hava góðar royndir av. Fríðka uttanfyri Hóast økið kring skúlan enn ikki er liðugt, so
rúgvu av praktiskum tingum upp á pláss, men avgerandi fortreyt er, hvussu vit skulu húsast. Verður tað í tveimum hølum sum nú, so er vandi fyri, at talan framvegis fer at verða um tveir miðlar. So tað er [...] bestu tænastuna. Hvussu enn verður hugt eftir tí, so er tað ein sannroynd, at útvarpið sendir fimm fólk til Rhodos og sjónvarpið sendir sjey. Hartil kemur ein webredaktørur, sum eftir hvat skilst verður
til 25 børn í triðja heiminum. Í reiðum peningi merkir hetta at tey skulu savna millum 35- og 40.000 krónur inn árliga. Hon heitir á fólk, ið hava hug at geva eina lítla jólagávu, ið veruliga munar nakað [...] Chrianskirkjan upplýst við bláum ljósi í kvøld. Tað sama verður gjørt kring allan heimin, og verða eitt nú ST-bygningurin, Eifeltornið, Dubaitornið og London Eye upplýst við bláum ljósi í kvøld. Ætlanin var
2?0 í Gundadali og 2?1 í Gøtu. Bæði liðini hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Har skulu tey ikki hittast, og tí er tað góður møguleiki fyri, at uppgerðin í morgin verður síðsta innanhýsis [...] javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið. ?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð [...] ni fyri livifótinum í Føroyum. ? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.
veruleikanum fyri ikki at siga naivar, nú onkur landstýrismaður hevur nýtt hettar orðið í seinastuni. Vit hava verið vitni til framløgur kring alt landið, har fólk sóu telduuppvísing við búskapartølum, [...] ella framløguna av hesum, so er enn meira hugstoytt, at sama landsstýri fortelur fólki, at danskarar skulu grundgeva fyri fýra ára skiftistíð. Er hettar ikki heldur løgið, aftan á milliónaupphæddir eru nýttar
illa mett, tá tað hevur verið neyðugt at játta meiri enn hundrað milliónir krónur afturat í árinum. Nú verður upplýst, at í nógvum førum er talan um lógarbundnar útreiðslur, og hesum slepst ikki undan at [...] viðurskifti. Enn er eingin frágreiðing komin, og enn eru tímalønt fyri vanbýti, um vit samanbera við fólk í føstum arbeiði. Ein skamblettur fyri okkara vælferðarsamfelag. Spurningurin er altíð, hvussu vit [...] í landskassan og yvirskotið verður helst aftur í ár meiri enn ein hálv milliard krónur. Sjálvandi skulu vit hava rygg at standa ímóti, so ov nógvur peningur ikki fer í umfar, men sosialir skeivleikar eiga
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hvørjum, líka mikið, hvussu kredittvirðið var. HESUM [...] lítið. Hetta er aftur eitt dømi um, at neyðugt var eisini tá við einum sterkum landsbanka, sum nústani nú verður bygdur upp við fólkum við góðum og dyggum búskaparligum førleika. HETTA er sjálvandi bara ein
allan heimin. Og sigast má, at hetta verður ein rættiliga stór avbjóðing hjá SvF at taka upp. Longu nú hava sjónvarpsstøðir úr øllum heiminum víst Atlantic Giant stóran áhuga og siga seg vera sinnaðar at [...] leggur hann afturat. Tróndur Djurhuus vísir á, at pengarnir hjá Sjónvarpi Føroya fyrst og fremst skulu tæna hyggjarunum. Tá Sjónvarpið hevur áhuga í hesum samstarvinum, er tað sjálvandi eisini tí, at tað [...] greitt. Men tað er ikki hugsandi, at ein tílík kapping fer at verða send beinleiðis ólavsøkuaftan, tá fólk hava annað at gera enn at hyggja í sjónvarp.