HB hevur takið á GÍ

Tríggir av lyklaspælarunum hjá GÍ eru burturfrá, og HB fer at hava nýggja miðverju í Sarpigerði

Tá GÍ frá 1993 og til 1996 vann meistaraskapin fýra ferðir á rað, høvdu teir ofta gott tak á HB. Síðani tá hevur tað ikki hilnast so væl. Í 1996 var javnleikur 1?1 í Gøtu. Allar hinar landskappingardystirnar hevur HB vunnið. Í fjør vunnu teir 2?0 í Gundadali og 2?1 í Gøtu.

Bæði liðini hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Har skulu tey ikki hittast, og tí er tað góður møguleiki fyri, at uppgerðin í morgin verður síðsta innanhýsis styrkisroyndin undan steypafinaluni, sum verður sunnudagin 2. juli.


Fleiri eru burturfrá

Felags fyri GÍ og HB er tað, at á báðum liðunum fara teir í morgin at sakna lyklaspælarar. Hjá GÍ er Jóan Petur Olsen ikki komin seg eftir fótliðsskaðan, sum hann fekk í Runavík næstsíðsta fríggjadag, Magni Jarnskor er leikbannaður, og tað er greitt, at Pól Ennigarð ikki kemur upp úr Danmark hetta vikuskiftið.

Hjá Ion Geolgau, HB venjaranum, verður tað neyðugt at finna eina nýggja miðverju. Hans á Lag er leikbannaður eftir reyða kortið í steypadystinum móti B36, og rumenski Florin Miháescu er plágaður av skaða í lærkrikanum.

Teir báðir hava verið fastir í miðverjuni. Tá øðrum teirra hevur borist frá, hava Jóhannis Joensen og Sámal Erik Hentze verið aðrir møguleikar, og tað kann kanska eisini hugsast, at Magnus Jakobsen er ein møguleiki.

Jón Rói Jacobsen er farin at venja aftur, men tá vit frættu frá HB var ikki greitt, um hann verður við í Gøtu í morgin. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.