undirgang? Hetta er bara ein tanki, ein hypotesa frá mínari síðu, eg veit ikki, um hon samsvarar við veruleikan, men eitt veit eg, hon samsvarar við mín veruleika, og hví skal eg vera øðrvísi enn onnur sambandsfólk [...] tað vit øll áttu at stríðst fyri og kent sum okkara skyldu: aftur at blivið eitt danskt amt, tað hevði verið tað einasta rætta. Skal eg vera púra ærligur, so er mín áskoðan tann, at henda kreppan, vit [...] innast inni eru av somu áskoðan uttan at tora at siga tað hart, tí, hygg nú her: Fullveldi, loysing hevði verið ein katastrofa fyri okkum øll, tann vissi deyði. Tað ljóðar paradoksalt, men kreppan, kreppurnar
nógv burturúr hesum kappingarárinum, sum hann annars kundi havt fingið: ? Tað hevur verið tungt og torført at koma á rætta lagið, eftir at brotna beinið var í lagi aftur. Tað er fleiri ferðir komið fyri, [...] varð settur á vøllin, tá tað bara manglaði ein lítil løta av dystinum móti Spania. Fyrstu ferð Símun hevði bóltin, legði hann upp til málið, sum núverandi liðfelagin í Aarhus Fremad, Uni Arge, skoraði. ? Nú [...] fótbóltin. Hvar verður tað? ? Tað veit eg ikki. Leiftur var áhugað í at endurnýggja sáttmálan, eg hevði tað gott í Ólafsfirði, og tað verður har uppi, at tað fer at ganga fyri seg komandi summar. Kanska
fingið javnaðarflokkin við í samgonguna, so hevði hesin kunnað virkað sum buffari tvs. at tá hevði tú ikki bert svart og hvítt at velja millum. Flokkurin hevði verið góður brúgvabyggjari og somuleiðis góð [...] tann týdningarmesta. Hyggja vit eftir almennu umsitingini, síggja vit, at meðan hon kostar 100 mill. kr. í ár, so kostar hon 200 mill. kr. í 99. Er hetta tað tit vilja og ikki bert úrslit av tí politikkinum
hevur verið á borðinum í Tinganesi. Væl útbúgvið fólk ? Vit vilja heldur menna vinnuna soleiðis, at hon byggir á væl útbúgvið fólk, gransking og tílíkt, og ikki bert á lágløntir arbeiðarar, sum í Teilandi [...] at samgongan virkar sum einaræðis meiriluti. Tað heldur Høgni Hoydal ikki er rætt, tí Landsstýrið hevði ikki skyldu at tosa við tingið um fullveldisætlaninar. Teir kundu bara verið farnir niður at samráðast
Landsmiðstøðini tveir dagar um vikuna sum lærugreinarráðgevi. Profilur Fram til fyri trimum árum síðani hevði Birgir mest sum bara roynt seg við at gera tónleikasendingar, men í 1995 heitti programmleiðarin í [...] bæði millum lurtarar og innanhýsis í útvarpinum. Í eini tónleikasending skal eisini vera ein heild. Hon byggir á eitt ávíst mynstur, tú kanst kalla tað eina dramaturgi, eina byrjan og ein enda. Hvørt einasta [...] er, hvussu leingi sjónvarpið kann halda fast í hyggjaran, tá ið vit hugsa um teknisku gongdina, um hon ikki satsar nógv meiri uppá eginframleiðslu. Undanførslan er altíð, at tað er so dýrt, men samstundis
varð liðugur við serritgerð í lívfrøði í Bergen í 1980. Sjálvur lesturin fór fram í Odense. - Eg hevði øgiliga eldhugaðar lærarar, tá ið eg las á sinni, og tí havi eg ongantíð slept áhuganum fyri hesum [...] og tað var heilt fantastiska spennandi og gevandi upp á allar mátar at vera heima hjá henni, tá ið hon var lítil. Tað skuldi verið lógarkravt, at pápar kundu verið heima fyrsta árið, meðan barnið er lítið [...] halda fram beinanvegin fyri ikki at koma heilt burtur úr tí. Eg taki eitt-tvey ár í senn. Tað besta hevði verið, um eg kundi sameinað undirvísing og gransking. - Granskingartilveran er rættiliga ótrygg, og
Hóast hon hevði lagt sjálvmorðsætlanirnar væl til rættis soleiðis, at eingin skuldi koma fram á hana, klárvaknaði hon, og hevði ongar eftirverkir av stóru mongdini av tablettunum. Nú gjørdi hon av at fara [...] liva, sum fólk flest. Hesi árini arbeiddi hon eisini nógv, eins og vildi hon sleppa undan at hugsa. Hon hevði tvey størv, eitt á matstovu og eitt á røktarheimi. Hon fekk útbúgving sum psykiatriskr røktari [...] fann hon aftur á beint. Tá hitti hon ein løgreglumann. Hann sýndi Berit stóran áhuga, og hon kendi seg trygga tí hann var løgreglumaður. Hon hugsaði, at eingin kundi gera seg inn á hana, tá hon var saman
eisini fingið nýggjan venjara. Ioana Rapa er kona Daniel Rapa, og eins og maðurin spælir hon sjálv við sínum liði, har hon ivaleyst fer at taka ein stóran part av byrðuni í ár. VÍF-liðið er júst flutt upp, men [...] na, sum skal fara fram í 2001. Nýggja høllin skal liggja við skúlan, og í Kollafirði vóna tey, at hon er komin væl áleiðis, tá kommunurnar verða lagdar saman. Dánial og Kári Hansen úr NSÍ eru settir at [...] kvinnudysturin millum VB og Neistan, sum ofta fyrr hevur havt tað trupult í Vági. VB-liðið er altíð torført at basa á heimavølli, og vit minnast, at vágskvinnur í fjør rættiliga óvæntað vunnu á kyndlakvinnum
ar« eftir kaiini og tað hevði jú verið stuttligt, um veðrið nú var til vildar hetta vikuskiftið .... Einans 80 krónur Eitt slíkt tiltak er ikki ókeypis, um nakar var, sum hevði væntað tað, men tá tað er [...] pallið í Sjónleikarahúsinum fyri nøkrum árum síðani kunnu ímynda sær nýstini hjá Elini Mouritsen, tá hon »sá« Thetis við molan. Gamli Thetis er farin og gomlu marinarabúnarnir líka so, men ein nýggjur Thetis
á einum partabrævamarknaði. Skrásetingin snýr seg um at selja partabrøv, og hon gevur fyritøkuni so nógvan eginpening, sum hon nú klárar at selja á marknaðinum. Í samband við fyrstu skrásetingina er eisini [...] Høvdu vit sjálvi framleitt allar vørur og tænastur, so hevði alt verið so eviga gott. Trupulleikin er, at vit eru noydd at innflyta størsta partin av tí, sum vit brúka - mat, byggitilfar, bilar, heilivág [...] kunningarkrøvum. 5. Rakstur Tá ið fyritøkan hevur roynt seg nøkur ár á partabrævamarknaðinum, glíður hon so líðandi inn millum vanligu (stóru) fyritøkurnar, sum fáa sína fígging bæði frá partabrøvum, lánsbrøvum