hjá Gunnari Nielsen vóru í pottinum, tá drigið var til fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini sum vera leiktar 10. og 11. august. Hallur og liðfelagarnir høvdu ikki ikki lutakastshepnið við sær [...] liðfelagarnir í FH vóru hepnari. Teir møta Kórdrengir úr næstbestu deildini á útivølli. Hinar fjórðingsfinalurnar eru KA-Ægir og HK-Breiðablik. Breiðablik vann sera tepurt 3-2 á Akranesi í áttandapartsfinalunum [...] finalunum, har Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði bæði málini fyri Akranes. Ægir úr Þorlákshöfn spælir í triðbestu deildini, og hevur framt at stórt bragd at røkka fjórðingsfinalunum.
Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við flogvøllin í Vágum, har ein bilur koyrdi á ein skutara við lutfalsliga lítlari ferð. - Bilførarin segði, at hann helt tað vera ein bilur, sum var frammanfyri [...] visti í morgun at siga, at tað eydnaðist bilføraranum at taka meginpartin av ferðini, áðrenn hann bar við skutaran. - Sjúkrabilur kom á staðið, men tíbetur spældi alt væl av, og málið er ikki skrásett [...] mál við persónsskaða, sigur løgreglan. Lagt verður aftrat, at bilførarin fær bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at hava verið nóg ansin, tá hann nærkaðist skutaranum.
Tað eru ikki tey stóru málini, sum hava verið á skránni hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Í bygdum øki á Skálafjørðinum fingu teir bilførarar bót og klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra ov skjótt [...] roynt at stolið ein bil. - Ein persónur hevur sitið í brummuni í nátt, tí viðkomand dugdi sær ikki hógv á almennum staði. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at persónurin er sloppin út aftur, men við sær [...] skjótt. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførararnir vórðu máldir at koyra 76 kilometrar um tíman. Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í gjár um eitt lítið tjóvarí í einum handli, og onkur hevði roynt
óheftum keldum. Í dag sigur felagsskapurin, at tilsamans 37.396 palestinar eru dripnir og 85.523 eru særdir í Gazageiranum síðan oktober í fjør. Tað var nevniliga hin 7. oktober í fjør, at Hamas púrasta óvæntað [...] heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum dagføra regluliga tølini yvir deyðar og særdar palestinar síðan ísraelsku innrásina. Aftur í morgun hevur felagsskapurin eina nýggja dagføring, sum ikki er váttað av óheftum [...] við markið. Seinni gjørdi Ísrael innrás í Gazageiran. Málið hjá Ísrael við innrásini er at jarðleggja hernaðarliga partin av Hamas, soleiðis at felagsskapurin ikki kann verða nøkur hóttan móti Ísrael.
Í felags tíðindaskrivi í gjárkvøldið boðaði danska fótbóltsfelagið Brøndby og núverandi venjararnir hjá teimum, Michael Laudrup og John Faxe Jensen, at tað ikki hevur eydnast at koma ásamt um nýggjan sáttmála [...] um, at tey ikki kundu koma ásamt um eina semja. Nevndarformaðurin Ejvind Søvndal sigur við Berlingske Tidende, at nevndin er væl nøgd við arbeiðið hjá Laudrup og Jensen, og tí hevði nevndin í felagnum fegin [...] fegin vilja longt sáttmálan. Seinastu vikurnar hevur Laudrup verið settur í samband við starvið sum nýggjur venjari í Real Madrid.
Talan hevur ikki verið um nakra ovurhonds stuttliga byrjan upp á kappingarárið hjá Bergi Midjord. Í fjør gekst annars somikið væl, at hann endaði árið við landsliðsferð í Ísrael. Eftir skaða á landsliðsferðini [...] landsliðsferðini í vár, hevur tað verið so sum so við spælitíð, men sunnudagin var hann aftur millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Tað gingu tó bara 20 minuttir, áðrenn hann mátti av vøllinum við skaða í knænum, [...] sum skilst, so var hesin tó ikki álvarsligur. Sjálvur segði Bergur eftir dystin, at talan helst var um okkurt liðbandi, sum var smávegis toygt, men at hann vónaði, at hetta var í lagi longu komandi vikuskiftið
Seinasti luttakarin, ið ikki er nøgd við at verða víst í filminum um Borat, er sambært dr.dk Cindy Streit, ið rekur eitt felag í Alabama, sum lærir fólk fólkaskikk. Í filminum gevur Borat m.a. Cindy ein [...] sigur, at hon fekk at vita, at talan var um ein dokumentarfilm, ið einans skuldi vísast í Hvítarusslandi og ikki um ein heimsumfatandi skemtifilm. Sambært 20th Century Fox so er hetta tvætl, talsmaður
jari hjá FS Vágum næsta ár. Jan Dam er ikki ókendur í starvinum. Í ár var hann venjari hjá næstbesta liðnum í HB, og eisini hevði hann ábyrgdina av unglingunum í eldra havnarfelagnum, ið vann greipuna [...] leikti í ár við LÍF, og umframt at vera venjari, skal hann tíð hevur verið greitt, at Bobby Bolton ikki heldur fram sum venjari hjá FS Vágum 2004. Men nú er so greitt, at tað verða tveir veteranar í føroyskum
Í myrkrinum, seint í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Haraldsundi. Hon varð fyrst rikin norðurum og síðani suður ígjøgnum Hvannasund, har hon varð hildin til um [...] komu út kl. 7 í morgun vóru 58 hval merktir. Tá vit vitjaðu havnaøkið norðanfyri byrgingina í morgun vóru menn farnir at skera upp. Av tí at hvalirnir vóru heldur smáir, roknaðu menn ikki við at tað bleiv [...] bleiv stórvegis í part - kanska ikki meiri enn 0,3 skinn. Grindin varð býtt til økið Eystanfyri Múla og í drápspartar.
stuttari fjarstøðu megnaði hann tó ikki at senda bóltin í kassan. Skuldi ein vinnari finnast, so var Lyngby við yvirlutan, og tí var tað als ikki órættvíst, tá Morten Christiansen í seinna hálvleiki av longdu [...] mótstøðuliðini, sum eru eftir, nú Lyngby hevur spælt seg fram til hálvfinaluna í donsku steypakappingini. Í kvøld spældu Holst og hinir í Lyngby móti AC Horsens, og leingi tóktist talan verða um málleysan javnleik [...] longdu leiktíðini skeyt einasta málið. Úrslitini í fjórðingsfinalunum í kvøld vóru hesi: Lyngby-AC Horsens 1-0 Holbæk-Viborg 1-6 OB-Randers 1-0 FCM-FCK 2-3