herdeildir aftur, eftir at tær hertóku eitt øki í russiska økinum í summar. Ukrainska álopið í dag hevði til endamáls at steðga russisku framgongdini í Kursk, sigur russiska verjumálaráðið. Ukraina hevur [...] brynjað akfør í álopinum, sigur ráðið. Ukrainararnir fóru fram móti bygdini Berdin. Teir vórðu tó trýstir aftur av russisku hermonnunum, sigur ráðið. Upplýsingarnar eru ikki váttaðar av óheftum. Ikki nógv hevur
Tað gongur ikki eftir vild fyri tíðina hjá landsliðsleikaranum, Hanusi Sørensen í NK Celje í bestu slovensku fótbóltsdeildini. Mikukvøldið spældi Celje dyst á útivølli móti Koper. Dysturin endaði við javnleiki [...] javnleiki 1-1, men Hanus fekk ikki somikið sum ein minutt á vøllinum. Seinastu fýra dystirnar hjá Celje hevur Hanus bara verið á vøllinum í samanlagt fýra minuttir, og sæð við føroyskum landsliðsbrillum [...] um er tað ein keðilig støða. Celje er annars fjórðfremst í deildini við 53 stigum. Teir eru trý stig frá triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League. Koper hevur 56 stig á triðja plássinum
Stórur galladøgurði var í Salt í kvøld í samband við at kongshjúnini í dag hava vitjað í Suðuroynni. Tá døgurðin var liðugur um 22;30 tíðina, var ætlanin at sláa ring á bryggjuni, og hetta varð eisini [...] spardi seg ikki, og tað gjørdu hini heldur ikki, og dansurin gekk so lystliga. Ein kann siga, at ferðin hjá kongshjúnunum endaði við einum braki. Eftir dansin fóru kongshjúnini umborð á kongaskipið. Í morgin
varð løgd í Danmark, tí tað hevði gjørt Danmark til bumbumál í Kalda Krígnum. Og í Danmark varð sambært lóg ikki loyvt at hava fremmandar hermenn, sum sendir vórðu til Føroya. Við NATO- støðini í Føroyum [...] skuldi havt goldið tað sama í hernaðarútreiðslum, sum sambærilig lond í stødd og strategiskum týdningi: Holland, Belgia og Noreg. Lágt sett, skuldi Danmark í minsta lagi havt goldið í miðal 3% av BTÚ árliga [...] um onkur hernaðarlig hóttan kemur í Føroyum og í føroyskum øki. Ikki fyri okkara sakir, men tí at tað er týdningarmikil liður í verjuni av Stórabretlandi. Hetta fekk landsstýrið eisini váttað við sínum
fyrsta gullmerki í hondbólti. Og tað er nógv, sum bendir á, at tað verður støðan. KÍF er favorittur í steypafinaluni í dag. Teir høvdu møguleikan í fjør, tá H71 heldur óvæntað vann á teimum í finalunum um [...] bragdliga fyri í seinna umfarinum, og strandingar klára als ikki at standa teimum kurl júst nú. 32 16-11 til KÍF. Andrias Nielsen er í serflokki. Hann hevur skotið tvey mál beinanvegin í seinna hálvleiki [...] gullmerki í søguni hjá KÍF kann hátíðarhaldast! 52 28-20 til KÍF. Tað gongur strilti hjá StÍF at vinna seg inn aftur í dystin. KÍF hevur tamarhald á støðuni og hevur beina kós ímóti fyrsta gullmerkinum í søgu
byggja land. Og Helgi skrivar: "í Nazitýsklandi vóru eisini lógir. Hitler var fólkavaldur í 1933". Og so fer tað víðari út eftir tangentunum. Hann fær eisini apartheid uppí. Í 1990 segði Mike Godwin nøkur [...] spælir nazi-kortið, hevur ikki fleiri argument. Hann hann hevur tapt kjakið. Og í síni desperatión tekur hann til tað lægsta av tí lægsta, og setir tað, mótstøðumaðurin stendur fyri, í samband við Hitler. Leggur [...] nazi-kortið í morgun: Fyri tað fyrsta hevur kjakið ikki vart serliga leingi. Helgi spælir nazi-kortið sum tað fyrsta. Fyri tað næsta er Helgi landsstýrismaður. Tignarligari verður tað ikki. Og kortini
22. september í 1970. Felagið varð stovnað, tí privatur kapitalur megnaði ikki at fullføra fyrstu aliroyndirnar, sum vórðu gjørdar í Føroyum. Sum tíðin leið, megnaðu teir, sum gingu á odda í alingini, at [...] karmar, sum náttúran setir. Jóhanna Lava Køtlum hevur verið stjóri í Fiskaaling síðan í juni 2016, og hon trívist sera væl í hesum starvi. Í sínum størvum á ávikavist Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhv [...] firðirnar. Stjórin í Fiskaaling vísir á, at Føroyar eiga fantastiska góðar fyri og sund til aling - ikki minst, tá havt verður í huga, at sjóvarhitin er rættiliga støðugur. - Men, vit mugu ikki gloyma, at okkara
taka mannin í álvara. Tískil livir Kummer í dag eina hampiliga anonyma tilveru í Los Angeles, har hann vinnur til lívsins uppihald sum tennisvenjari. Heilt gloymdur er hann kortini ikki, tí um dagarnar [...] journalisturin úr Sveits populeru pressuna í Hollywood fyri gjøldur. Royndir journalistar, gamlir í garði og við einum ovurhondsstórum netverki, stóðu ikki Tom Kummer kurl. Tosaði við Tyson um Nietzsche [...] hann, men brutali boksarin er ikki tiltikin fyri at flúgva serliga høgt intellektuelt. Tyson plagdi at lata nevarnar tala og tað gjørdi hann best í boksiringinum. Men í samrøðu við Kummer fekk almenningurin
á Varmakeldu í Fuglafirði gekk alt upp í eina hægri eind. Tá vunnu allar tríggjar manningarnar, sum hann hevur venjaraábyrgdina av, og tí kann ikki sigast annað, enn at hann fekk bæði í posa og sekk. [...] ð er í hæddini. Leygardagin var fjórða av sjey FM kappingum, og felags fyri allar vinnararnar á Varmakeldu er, at teir eru við í stríðnum um meistaraheitið. Klaksvíkingur vann trivaligan sigur í kappingini [...] og í fleiri ár búði í Kollafirði, áðrenn hann flutti til Klaksvíkar. Hetta er seytjanda árið á rað, at Janus situr við árarnar, og hugurin at rógva er framvegis eins góður og hann var, tá ið hann í 1995
– eitt gott korter fyri leiklok – var í serflokki. Hinvegin sá Jákup Mikkelsen ikki alt ov sannførandi út í samband við tað fyrsta og serliga tað síðsta málið. Ikki besti dystur hansara, men tað sigur eisini [...] heldur laka avrikið móti Frankaríki. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki kemur hann Føroyum í vandastøður, har hann í fyrstu atløgu verður settur av alt ov lætt og í seinnu atløgu sleppur sær óheppið av við bóltin [...] minuttir er tó ikki nóg mikið til at meta um hansara avrik. 18. Arnbjørn Hansen, 7/1 Eitt gott korter fekk toppskjúttin í landskappingini í fjør á vøllinum. Lítið sást til hann hesa løtuna, sum ikki er nóg lang