Helgi Abrahamsen setir Johan Dahl og Christian Andreasen í samband við nazismuna. Tað er ósakligt. Landsstýrið skuldi heldur loyst sín leiðslutrupulleika innanhýsis
Hósdagin setti Kringvarpið enn einaferð sínar mikrofonir upp fyri løgmann, sum hevði nýggj boð at bera fólki.
Millum boðini vóru, at tey mongu, sum ynskja kravt sóttarhald fyri fólk, sum koma inn til Føroya, í veruleikanum vilja hava ein "politistat".
Soleiðis slapp løgmaður undan at taka støðu til tað, hesi mongu fólk siga: Nevniliga at um lógarkravt eftirlit var við teimum, sum koma til Føroya, so kundu 51.000 føroyingar sloppið at livað normalt. Tað hevði verið gott fyri vinnulívið, fyri tey eldru, fyri skúlabørn, fyri ungdómin - ja, fyri øll.
Í staðin hongdi løgmaður eitt spjaldur um hálsin á teimum, sum ynskja hetta: Tit vilja hava ein politistat!
Stutt frammanundan segði hann tað sama - eisini í kringvarpinum.
At løgmaður sigur og endurtekur hetta, er ein ósakligur máti at sleppa sær undan týdningarmiklum atfinningum av hansara politikki. Men Kringvarpið, sum - fyri tað mesta púra kritikkleyst - hevur hildið mikrofonirnar fyri landsstýrið síðani 12. mars, hevði ongan spurning um tað.
Tað var orsøkin til, at eg loyvdi mær at átala tað.
Eg gjørdi meg IKKI til talsmann fyri, at øll, sum koma, skulu í kravt sóttarhald. Nevndi enntá eina aðra, smidligari loysn. Einastu boðini vóru, at tað er skeivt av løgmanni at siga soleiðis um tey, sum hava hetta ynski.
Ókey, eg fór kanska eitt sindur langt, tá eg kallaði orð løgmans fyri vrøvl. Men hinvegin: Tað var tað, tað var. Humbukk og vrøvl. Eingin ynskir ein politistat.
Nazi-kortið
Í dag trínur so Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fram sum láturverji fyri løgmann.
Eisini hann noktar at taka støðu til ynski teirra mongu, sum vilja herða eftirlitið við teimum sum koma, so fólk í Føroyum kunnu sleppa undan tiltøkunum. Í staðin setir hann mær eina røð av spurningum, sum eru so langt úti, at hann neyvan sjálvur væntar, at eg skal svara teimum. Einasta endamálið er at seta meg fram sum ein, ið ynskir ein politistat.
Eisini tað er, pardon my french, humbukk og vrøvl. Tað veit Helgi eisini væl. Men kortini fer hann longur enn so.
Eg segði, at tað er við lógum, vit byggja land. Og Helgi skrivar: "í Nazitýsklandi vóru eisini lógir. Hitler var fólkavaldur í 1933".
Og so fer tað víðari út eftir tangentunum. Hann fær eisini apartheid uppí.
Í 1990 segði Mike Godwin nøkur orð, sum seinni blivu kend sum "Godwinsa lóg". Hon ljóðar soleiðis: "Jú longri eitt kjak á internetinum verður, jú meira sannlíkt blívur tað, at onkur verður samanborin við Hitler ella eina aðra nazi-tilvísing".
Tað kallast at "spæla nazi-kortið".
Ein, sum spælir nazi-kortið, hevur ikki fleiri argument. Hann hann hevur tapt kjakið. Og í síni desperatión tekur hann til tað lægsta av tí lægsta, og setir tað, mótstøðumaðurin stendur fyri, í samband við Hitler.
Leggur eftir partamonnum
Nøkur ting gera tað serliga áhugavert, at Helgi spældi nazi-kortið í morgun:
Fyri tað fyrsta hevur kjakið ikki vart serliga leingi. Helgi spælir nazi-kortið sum tað fyrsta.
Fyri tað næsta er Helgi landsstýrismaður. Tignarligari verður tað ikki. Og kortini spælir hann nazi-kortið.
Fyri tað triðja havi eg IKKI talað fyri kravdum sóttarhaldi, men eini meira smidligari loysn (sum tó kundi rokkið sama máli).
Hví mann Helgi kortini leggja so ógvusliga eftir mær? Tað skal eg siga tykkum: Orsøkin er, at størstu forsprákarar fyri kravdum sóttarhaldi finna vit í Helgasa egnu samgongu og egna flokki. Teir eita Christian Andreasen og Johan Dahl.
Uttan at hugsa um tað, er tað í veruleikanum móti hesum báðum, at Helgi spælir sítt nazi-kort.
Spurningurin er ikki, hvat eg sigi til glepsini frá Helga. Spurningurin er, hvat Johan og Christian siga til tey.
Hvør broytti strategiina?
Tað, sum alt hetta sirkusið vísir okkum, er, at samgongan hevur ein leiðslutrupulleika. Helgi roynir at káva út yvir hetta við at flyta fokus, men tað ger bara alt enn týðuligari.
Tað eru jú ikki bara Christian og Johan, sum ganga egnar leiðir. Tað er tað eisini onkur annar, sum ger.
12. mars boðaði landslæknin t.d. frá. at: "Vit sleppa ikki undan, at smittan kemur. Hon fer at raka kanska 10 % av fólkinum. Tað skal bara henda so spakuliga sum gjørligt, tí nøkur verða álvarsliga sjúk, og tey skulu vit vera før fyri at viðgera. Tað er strategiin."
Føroyingar fingu at vita, at vit skuldu hava ta fløtu strikumyndina - hana, sum líktist Nólsoynni. Endamálið við øllum var at sleppa undan teirri brøttu strikumyndini - henni, sum líktist Kunoynni.
Tað var "sáttmálin", sum bleiv gjørdur. Tá var málið, vit í felag skuldu náa.
Fólk tóku so ótrúliga væl undir við hesum, at tað var skjótt, at allar smittuketur blivu brotnar. Føroyska samfelagið vann móti korona í fyrsta umfari.
Men vit sluppu ikki at njóta ágóðan av tí.
5. apríl boðaði landslæknin nevniliga í útvarpinum frá eini nýggjari strategi. Málið nú var at halda sjúkuni heilt burturi úr Føroyum.
Vit skuldu altso hvørki hava Kunoynna ella Nólsoynna - vit skuldu hava eina vatnrætta striku. Molan í Havn. Og nýggja strategiin skuldi haldast, segði landslæknin 5. apríl, líka til ein koppseting ella ein munadygg viðgerð er av sjúkuni.
Vit vita, at tað tekur meira enn eitt ár.
Henda strategibroyting hevur kolossalan týdning fyri alt, sum vit gera. Nýggja málið er jú so absolutt, at tiltøk enn eru galdandi, hóast eingin er smittaður í tríggjar vikur. Men kortini verður einki kravt av fólki, sum koma til landið. Helgi MÁ duga at skilja, hví nógv fólk seta spurnartekin við hetta.
Í staðin fyri at spæla nazi-kortið móti fólki kundi hann kanska greitt frá hví strategiin varð broytt, hvør gjørdi tað, og hvat hann sum vinnumálaráðharri heldur, at prísurin er.
Álit báðar vegir
Landsstýrið vil gjarna byggja á tilmæli og álit. Tað er eitt val, sum mann kann hava virðing fyri.
Men tað krevur, at fólk fáa at vita, hvat tað er fyri strategi vit eru partur av og hví hon verður broytt.
Tað krevur eisini, at landsstýrið gevst við at spæla nazi-kortið ella siga, at tey, sum hava eina aðra hugsan, vilja hava ein politistat.
Tað verður tosað um ein korona-sáttmála. Men ein sáttmáli er ikki nakað, tú dikterar øðrum.
Tað verður tosað um álit. Men álit gongur báðar vegir.