slepst ikki uttan um, at tað hevur verið heldur buldrasligt um hetta stjórastarvið seinastu árini. Stjórin kom í andstøðu í SEV fyri leiklut hansara sum formaður í P.f. Vágatunnlinum og tá hetta felag keypti [...] leiðslan gjørdi eina semju um, hvussu stovnurin skuldi stjórnast o.s.fr. Nýggjar viðtøkur eru gjørdar, men sum skilst hevur ikki gingið sum oman eftir ánni at fremja hesar í verki. Hetta er kanska eisini ein [...] m SEV. Málið varð tikið upp á umboðsnevndarfundi, sum er hægsta valdið í SEV. Spurningurin var tá, um ein embætismannakanning skuldi gerast. Men ein meiriluti vildi ikki gera hesa kanning. Afturímóti varð
hevur nógvar møguleikar. Alt hetta kunnu tit lesa meir um í komandi bløðunum, men fert tú at ferðast, so er umráðandi, at gistingin er góð. Og her fara vit at siga eitt sindur um gistingarmøguleikarnar í Reykjavík [...] er at siga um Hotel Plaza, at gistingarhúsið hevur 104 kømur, sum eru sett í stand fyri stuttari tíð síðani. Kømrini eru sera góð, og gistingarhúsið hevur eisini gott internet samband, um hetta er neyðugt [...] gestirnir kunnu lána DVD-spælarar, um tey vilja. Hotel Frón liggur sera væl fyri mitt á Laugarvegnum, sum er stóra gongugøtan í Reykjavík. So ferðafólk, sum velja at fara á hetta gistingarhúsi, hava ikki langa
vísir seg á Selatrað, har nøkur fólk hava biðið um grundøki. - Her hjá okkum er í størstan mun talan um fólk úr bygdunum í kommununi. Men eingin ivi er um, at onnur vilja koma hendavegin, tá Skálafjarð [...] Alt bendir á, at hetta talið bara fer at økjast enn meiri framyvir. Fleiri grundøki At fólk nú ynskja at búseta seg í Kolbanargjógv er eitt, ið man hóva teimum væl ið fáast við hagtøl um bústaðarmynstur [...] pláss fyri eini seks grundøkjum. Umframt hesi hevur kommunan ætlanir um eitt heilt annað slag av bústaðarbygging í Kolbanargjógv. Hetta var sum ein partur av teirri umfatandi Menningarætlanini fyri kommununa
millum Skála og ÍF var á skránni. Tá tosað verður um fyrstudeildarfótbólt, so var talan her um heldur óvanliga støðu, men dysturin bar tó boð um, at hetta als ikki er av tilvild. Tí hóast veðurgudarnir høvdu [...] At liðið so eisini megnar hetta, hóast teimum enn restar tríggjar útlendskar leikarar, sum helst skulu teljast millum teir berandi, er framúr flott, og sigur eisini nakað um tær dygdir, sum búgva í liðnum [...] dælt av hesum. Fuglfirðingar høvdu tó ongan hug at gevast, og so stóð greitt, at talan skuldi verða um dyst við ferð, dramatikki og spenningi. Og spenningurin helt sær allan vegin. Tríggjar ferðir vóru
dróg langt aftur á vøllin. Og hetta riggaði eisini á tann hátt, at VB meira ella minni vann slagið um miðvøllin. Teir heilt nógvu møguleikarnar gjørdist talan tó ikki um. Fyri steðgin var nakra ferðirnar [...] Joensen kundi bara staðfesta, at hetta ikki var teirra dagur, tá hann sá skotið hjá sær smella í stólparótina, áðrenn hann rullaði tvørtur um málið. Kanska eitt tekin um, at árið higartil hevur verið stongina [...] Havnar. Eisini í fjør endaði tað við HB-sigri, og tí var nakað um tosið, at HB hevði vent hagtølunum í Vági. Bjarni rakti tvørtræið Men hetta vildi VB broyta sunnudagin. Verjuparturin á liðnum hevur riggað
alfaðirligi. Hetta sum søgan hevur prógvað, ongantíð gjørdist, ella fer at gerast veruleiki, men er skramblað saman. Nú talan er um økta gransking, víðfevnda vitanarsamfelagið og visjón 2015 ræður um, at privati [...] nakað serligt av greinini, nú hann ikki hevur lisið hana nóg væl, men tá hann er ivasamur um, hvør Kári Petersen er, um hann er telvari, róðararmaður, ein chauførur ella annar, gav eg Kára greiða heitið í greinini [...] búskarfrøðing, sum tó ikki ger tann ovurstóra munin, men fyri rættleikans skuld. Um greinin var betur lisin, hevði hetta ikki verið ivamál, og tað er nokk so hugstoytt, at Rolf nú ikki kennist við kammeratarnar
Eitt er so Karsten Hansen og nú væl og virðiliga punkteraða mytan um, hvussu tungt hann hevur sitið á lokinum, men eitt annað er, um kjakið um føroyska búskapin hevur verið á rætta spori? Tað hevur verið sera [...] i. Spurningurin er, um ikki tíð er at revurdera, hvussu vit hyggja at føroyska búskapinum. Útflutningsvirði er ein faktorur, ið ikki kann ignorerast, hóast tað tykist sum um hetta hevur verið gjørt politiskt [...] , ið fer at tátta í hálvari milliard í arvaðum halli, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Hetta hall er ikki, tí at nakar hevur ynskt tað. Hetta hall er, tí at metingarnar undir seinasta fíggjarlógaruppskoti
innilokað. Tað, sum gleðir meg mest, er, at vit góvu eitt lyfti um, at ítróttarhøllin í Kollafirði bleiv bygd í hesum valskeiðnum. Hetta lyfti hava vit hildið, soleiðis at øll Tórs-havnar kommuna hevur [...] allar borgarar. Á kunningarfundinum um ítróttarhøllina í Kollafirði, har eg legði uppskotið fram, helt ein kollfirðingur, sum ikki rættiliga trúði upp á lyftini hjá mær um høllina, fyri, at nú hevði Heðin [...] hava hjápt til við arbeiðnum upp á høllina, og hava gjørt sítt til, at hetta er komið so langt, er fyrimyndarligt. Eitt gott prógv um, at ein kann koma langt við málum, sum skulu fremjast, tá ið samstarv
sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta er ikki eitt afturlatið felag, har bert er pláss fyri ávísum bólki í samfelagnum [...] síðani byrjað varð, og er talið nú umleið 170 einstaklingar og 40 virkir. Formaðurin heldur, at hetta ber boð um, at Oljutingið hevur eitt pláss í føroyska samfelagnum, hóast ongin olja er funnin enn, og hann [...] føroyska samfelagið og føroyingar. Hetta er helst eisini ein høvuðsorsøk til, at Oljutingið altíð hevur verið væl fíggjarliga stuðlað av vinnulívinum, og hevur hetta merkt, at tiltøkini hava kunnað verið
Men endin er - um uppskotið ikki verður broytt við 3. viðgerð - at afturlatingarlógin verður strangari og minni liberal. Og tað var ikki meiningin. Sjálvandi hava øll eina meinging um, um tað er neyðugt [...] tingsins røðarapalli varð sagt, at hetta var ikki fyri at hava frið í kirkjutíð. Men sunnudagur skal ikki vera sum allir aðrir dagar við stressi og materialistisku trongdini! Hetta er eitt sjónarmið, og sjálvandi [...] ikki ivamálini og allar spurningarnar, hetta óumhugsaða broytingaruppskotið setir. Tey flestu virða gamla siðin og binda frið í kirkjutíð. Vildi tingið fáa hetta staðfest, skuldi tingið latið lógina galda