Uttan at taka støðu fyri ella í móti ætlanini at siga stjóran úr starvi slepst ikki uttan um, at tað hevur verið heldur buldrasligt um hetta stjórastarvið seinastu árini. Stjórin kom í andstøðu í SEV fyri leiklut hansara sum formaður í P.f. Vágatunnlinum og tá hetta felag keypti eitt neyðaggregat frá el-felagnum SEV.
Málið varð tikið upp á umboðsnevndarfundi, sum er hægsta valdið í SEV. Spurningurin var tá, um ein embætismannakanning skuldi gerast. Men ein meiriluti vildi ikki gera hesa kanning. Afturímóti varð samtykt at fyrireika eina átalu og harafturat varð samtykt, at viðtøkrunar fyri inter-kommunala el-felagið skuldu endurskoðast.
Men átalan gjørdist ongatíð aktuell, tí Klæmint Weihe og tann valda leiðslan gjørdi eina semju um, hvussu stovnurin skuldi stjórnast o.s.fr. Nýggjar viðtøkur eru gjørdar, men sum skilst hevur ikki gingið sum oman eftir ánni at fremja hesar í verki. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at allir partar ikki eru nøgdir.
Ein annar partar í øllum hesum hurlivasanum var, at stjórin fór frá sum nevndarformaður fyri Vágatunnilin. Annars ljóðaði tá, at hann hevði klárað seg væl sum formaður fyri hesi stóru verkætlanini. Stutt eftir tók hann við sum formaður í eini fyritøku, P.f. Smyril Line, sum kom í rættiliga tungan sjógv. Formanssessurin kravdi nógv, og nevndarformaðurin var ofta at hoyra sum formaður fyri Smyril Line.
Spurningurin er, um stjórar í týðandi stovnum, eiga at átaka sær so stórar uppgávur. Vist hevði hann fingið loyvi, men slíkur týðandi sessur við síðuna av arbeiðnum skapar eisini eina ávísa ónøgd. Harafturat kann sigast, at ein maður í stjórastarvi hevur nógvar leiðsluroyndir og ger hann væl kompetentan til formansarbeiðið í eini nevnd. Men hetta mál hevur kortini einki við aktuellu støðuna í SEV at gera.
Meirilutin í stýrinum, sum hevur samtykt ætlaðu uppsøgnina, hevur mist álitið á stjóranum - og tað er rættiliga álvarsamt. So álvarsamt, at aðrir stjórar høvdu allarhelst pakkað saman, um teir fingu at vita, at nevndin ikki hevði álit á teimum. Hinvegin kann hugsast, at Klæmint Weihe heldur grundgevingarnar fyri uppsøgnina vera so órættvísa, at hann vil stríðast fyri tí, sum hann heldur vera rætt.
Á hesum stað skulu vit ikki nema við grundgevingarnar fyri at siga Klæmint Weihe úr starvi. Heldur ikki nema við tað sum meiriluti ella minniluti føra fram. Hinvegin skulu vit bara staðfesta, at tað er harmiligt, at eitt slíkt persónligt mál verður viðgjørt almennt. Helst tí at 20 umboð fyri Tórshavnar kommunu verða kallað til fundar at umrøða málið. Sum fjølmiðil taka vit undir við fullum gjøgnumskygni, men eitt slíkt mál eigur eitt stýrið at avgera og eingin annar!
Sosialurin