Tingið tók eina argháttliga avgerð hósdagin, sum hevur við sær, at nú skulu bakarahandlar og bensinstøðir lata aftur sunnudag millum klokkan 10 og 14. Grundgevingin fyri hesum er, at hesa tíð sunnudag skulu fólk "kopla úr". Frá tingsins røðarapalli varð sagt, at hetta var ikki fyri at hava frið í kirkjutíð. Men sunnudagur skal ikki vera sum allir aðrir dagar við stressi og materialistisku trongdini!
Hetta er eitt sjónarmið, og sjálvandi skulu øll sjónarmið virðast. Men hevði ikki verið rættari at sagt: vit halda, at friður skal vera í kirkjutíð og tá ymisku samkomurnar hava møti? At kalla ein spaka fyri ein spaka?
Upprunaliga uppskotið hjá Vinnumálaráðnum miðjaði eftir at liberalisera afturlatingarlógina og fáa gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt. Men endin er - um uppskotið ikki verður broytt við 3. viðgerð - at afturlatingarlógin verður strangari og minni liberal. Og tað var ikki meiningin.
Sjálvandi hava øll eina meinging um, um tað er neyðugt at hava opið ella ikki. Annaðhvørt kunnu fólk keypa fyri klokkan 10 ella eftir klokkan 14. Tað er einfalt. Men ringt er at at fáa fólk at góðtaka eitt afturstig. Hinvegin fer lógin, um hon verður endaliga samtykt, at skapa ruðulleika, og harafturat osar hon av dupultmorali.
Sum víst varð á í Degi og Viku hóskvøldið, eru allar afturlatingartíðir prentaðar í ferðafólkabóklingar. Ein slík broyting ørkymlar bæði tey, sum varða av, og ferðafólk. Harafturat verða bakaravirki og bensinstøðir noydd at broyta skelti, vaktir o.tl. V.ø.o. hurlivasi!
Men tað ringasta er dupultmoralurin. Harafturat verður munur gjørdur á vinnum.
Nú skulu handlarnir steingja, men eingin forðar grannanum at stoypa, mála, smíða ella gera okkurt heilt annað. Heldur ikki forðar lógin, at fiskiskip fiska millum kl. 10 og 14 sunnudag. Matstovur kunnu hava opið, so spurningurin er bara, um ella nær tær fara at selja rundstykki ella tað, sum manglar, tá døgverðin skal gerast sunnudag, tí okkurt er gloymt í leygardasinnkeypinum.
Sambært formanninum í vinnunevndini skulu sølubúðirnar á strandfaraskipunum hava loyvi at selja ferðaseðlar, men spurningurin er, um tær skulu hava loyvi at selja bomm ella kanska eitt sunt súrepli. Matstovan - kafeterian - á Smyrli fær loyvi at hava opið, men skal hon hava loyvi at selja gajol?
Hóast viðgerðin var margháttlig og láturlig í løtum, viðgjørdi hon ikki ivamálini og allar spurningarnar, hetta óumhugsaða broytingaruppskotið setir.
Tey flestu virða gamla siðin og binda frið í kirkjutíð. Vildi tingið fáa hetta staðfest, skuldi tingið latið lógina galda alt, so einki virksemið varð loyvt sunnudag. Men tá høvdu vit nærkast tí totalitera - tí fundamentalistiska!
Sosialurin