ígjøgnum fáa vit ikki løgmann. Tað skal vigast og metast um, sigur Heini O. Heinesen. Óføroyskt og ódemokratiskt Í veljarakanningini hjá Dimmalætting nú um vikuskifti, verður veljarin biðin at vísa á løgmansvalevni [...] Eidesgaard. Hin vegin er tað hvørt um annað, hvønn av teimum báðum tjóðveldismonnunum, Heini O. Heinesen og Finnboga Ísakson, veljarin vildi havt til løgmann. ? Hetta vísir okkum ikki annað, enn at Tjó [...] ómøguligt at siga frammanundan. Men tað liggur fast, at er veljarakanningin røtt, er tað eingin ivi um, at løgmaður skal koma úr Tjóðveldisflokkinum. Annars gevur tað onga meining. Tað hevur elvt til nógva
í Norðurlandahúsinum. Higartil eru bert trý ár avsett til hetta arbeiðið, men Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram. Tað eru stjórarnir í Norðurlandahúsunum [...] projektið at fáa ungdómar miðnámsskúlunum í hesum londum at samlast um eina felags uppgávu. Vilja geva ungdóminum felags mál - Hetta er liður í arbeiðinum at geva ungdóminum í Norðuratlantshavi eitt felags [...] annars. Eisini møguleikar fyri loftmiðlunum Tað kann eisini byggjast víðari á hetta ungdómsprojekt, av tí at útvarp og sjónvarp um stutta tíð verður gjørt digitalt. Tá ber eisini til at draga loftmiðlarnir
eisini her er orsøkin prísvøkstur. Men tað sær hugaligt út. So er spurningurin, um hetta verður varandi. Tað hevur verið tosað um, at einasti vegur, prísurin kundi fara, var niðureftir. Men á tíðindafundinum [...] í stuttum, at tað er komin meira »futtur« í byggivinnuna enn tað hevur verið, og tað er at gleðast um. Sum nevnt vaks innflutningurin av fóðuri í fjør við 17%, men tað man ikki »skaða so nógv«, tí útf [...] So ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið framá. Men so skal eisini sigast, at vit nú tala um nettouttanlandsskuld. Tá er bæði tann almenna skuldin og privata ognin roknað við. Bruttouttanlandsskuldin
millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. januar vórðu 11 skip í føroyskum sjógvi, eitt úr Estlandi, trý úr Norra og Onglandi og fýra úr Russlandi. Í 1997 fekk Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip [...] boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum. Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina fráboðan um, at ein maður umborð á enska trolaranum [...] desember í fjør vóru umboð frá Færøernes kommando á Barnaheiminum og góvu teimum smáu jólagávur. Hetta gekk alt sera væl, og Barnaheimið bjóðaði kaffi og køkur, og børnini vóru, sum børn flest, sera glað
at alla vørur og veitingar til oljuvinnuna skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Eftir, hvat skilst, halda oljufeløgini ikki, at hetta er eitt órímiligt krav. Men tað helt landsstýrið [...] allar vørur og tænastur skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Tó kann landsstýrið gera frávik, men tað skal bara vera í undantaksføri. Tað, vinnunevndin hugsar um, er at landsstýrið kann t [...] loyvunum, tey fingu. Hetta hevur føroyska vinnan hildið verða ov veikt og tey hava hildið tað vera alneyðugt, at tað kom at standa í sjálvari lógini, tí so var einki at raffla um. Fremsta ynski uppfylt
upp í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Ein orsøk til at Suðuroy og Vágar saman valdu at stovna hetta samtak var, at kommunurnar í báðum økjum vildu stuðla, at aktiv í Vágum og Suðuroy - ið metast mugu [...] framkomin amboð á verkstað *Sunnara hálva hevur góðar og náttúrligar fyritreytir fyri veitingarstøð *Um olja verður funnin vestanfyri Føroyar, so er Sørvágur eitt gott boð uppá veitingarhavn *Vágs Skipasmiðja
sum býráðið herfyri gjørdi um barnaansingina Yvir 400 foreldur blivu spurd um tey høvdu tikið- børnini úr stovni, ella av bíðilista, um tey afturfyri fingu 1.500 krónur um mánaðin í kontantum frá býráðnum [...] skuldi viðgerða spurningin um, hvussu ein partur av dagrøktarneyðini kundi loysast. Býráðið hevur sett 2,5 millión av til ?aðra barnaansing?, sum tað verður nevnt. Tvs, at hetta er peningur, sum er settur [...] Spurningurin er so: Hví gloymir ein býráðslimur ein fund um eitt so týdningarmikið mál, spyr Elin Lindenskov. Hon sigur, at sjálv tekur hon tað, sum um áhugin fyri málinum er ov lítil. ? Hjá summum er tað
Hugsa vit okkum eitt sindur um, so eru havnarmenn ongantíð verið fyrstir við nøkrum í hesum landi. Hetta segði eg nú ein dagin við góðan vinmann, og eftir at hann hevði hugsað seg um eina løtu, fann hann eitt [...] 1,6 milliardir krónur. Hetta er sjálvandi bara ein rá skitsa, tí her eru sjálvandi nógv onnur tøl sum eisini krevja eina gjølligari viðgerð, t.d. bygningar, útgerð o.a., men hetta er ein lítil samanbering [...] komin yvir flogvallarspurningin, tá ið tingið samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti Sámal Petur í Grund frá og tók málið
inni í skipanini, sigur landsstýrismaðurin. Talan verður kortini framvegis um eina ávísa játtan til fiskivinnuna, og tað er hetta lógarsmíð, ið nú verður arbeitt við. Men peningurin skal ikki nýtast sum [...] ásettar enn, men talan verður um at avmarka aldurin á skipum, sum kunnu fáa stuðul til eitt nú umbygging. Hugsast kundi ein aldur uppá til dømis 5 ár, soleiðis at skip eldri enn hetta ikki fingu nakran stuðul [...] feskfisk við stuðli, men hetta førdi sjálvsagt onga endurnýggjan við sær, vísir John Petersen á. Tað er ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflotanum er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at
fyri borð aftur fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi. Og sum heild virkaði kvotaskipanin ikki av tí besta, og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fi [...] vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum landaðu uttanlands [...] greiðar reglur eru fyri, um eitt nú skip verða kasta saman, ella sum nevnt at skip verða koyrd úr flotanum, fyri at onnur skip skulu fáa fiskidagarnar. ? Tað er ein ávís ábending um, at tendensurin gongur