Handilsjavnin betri enn í fjør

Tað sær út til, at handilsjavni Føroya verður heldur betri í 1997, enn hann var í 1996. Tað vil siga, at yvirskotið verður hægri enn 284 mió krónur. Hetta sigur Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya

Á tíðindafundi á Hagstovu Føroya seinasta fríggjadag segði Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovuni, at tað vóru útlit til, at handilsjavni Føroya fór at verða heldur betri í 1997, enn hann var í 1996.

Handilsjavnin fyri 1997 er ikki endaliga uppgjørdur enn, men ein uppgerð fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar av farna ári vísir, at hann í mun til 1996 er 8 mió. betri.

Og út frá fyribils tølunum fyri november og desember mánað, so sær út til, at eisini teir hilnaðust betri enn roknað varð við frammanundan.

Fiskaprísirnir sum í fjør vóru rættuliga høgir hildu sær har uppi, og útflutningurin í nøgd var betri enn væntað.

So tað sær út til, at siðurin við at hava yvirskot á handilsjavnaðinum heldur sær.

Seinastu ferð Føroyar høvdu undirskot í samhandlinum við onnur lond var í 1988, og tað var uppá 876 mió. krónur.

Tað hevur stóran búskaparligan týdning at hava yvirskot á handilsjavnaðinum, men fyri eitt land sum Føroyar er altíð ein vandi fyri undirskoti.

Vit útflyta næstan bara fisk, og tá kann ein lutfalsliga lítil broyting í nøgd og prísi vera nóg mikið til, at eitt yvirskot verður vent til eitt undirskot.


Innflutningurin økist

Á tølunum sæst, at innflutningurin av vørum til Føroya økist.

Samlaði innflutningurin vaks við umleið 10% í 1997, og orsøkin er tann, at virksemið í landinum økist.

Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu var í 1997 9%, og tað samsvarar nøkulunda við lønarvøksturin í samfelagnum.

Lønarvøksturin í Føroyum var í 1997 8%.

Tað eru serliga tríggir bólkar sum hava øktan innflutning. Vit innflyta 17% meira fóður, 19% meira av vørum til byggivirki, og 30% meira av maskinum og aðrari útgerð.

Hyggja vit eftir vørubólkinum »til byggivirki«, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta tvífalt so nógv, sum vit gjørdu í 1994.

Tað merkir í stuttum, at tað er komin meira »futtur« í byggivinnuna enn tað hevur verið, og tað er at gleðast um.

Sum nevnt vaks innflutningurin av fóðuri í fjør við 17%, men tað man ikki »skaða so nógv«, tí útflutningurin av laksi og sílum vaks við heili 69%.

Útflutningurin

eisini upp

Á útflutningssíðuni er eisini vøkstur, men tað sum her ger seg serliga galdandi er, at prísirnir hækkaðu nógv í fjør. Útflutningsnøgdin var á leið tann sama sum árið fyri, bert 2% lægri.

Fyri ávísar bólkar var fallið tó størri.

Útflutningurin av ísaðum og frystum fiski minkaði við 18% og útflutningurin av fiskaflaki minkaði við 10%.

Hinvegin vaks útflutningurin av laksi og sílum við heilum 69%.

So broytingarnar í nøgd uppviga stórt sæð hvørja aðra.


Stór príshækkan

Men tað sum ger tann størsta munin eru prísbroytingarnar.

Sum nevnt útfluttu vit 18% minni av ísaðum og frystum fiski í nøgd, men í virði var lækkingin bert 1%.

Orsøkin er prísvøkstur.

Av ísaðum og frystum fiski útfluttu vit 10% minni, men virði var 8% hægri.

Orsøkin var prísvøkstur.

Tað sær eisini út til, at vit selja meir og meir av smápakkaðum vørum. Tíggju teir fyrstu mánaðarnar av 1996 útfluttu vit 11.464 tons fyri í alt uml. 250 mió. krónur.

Í 1997 var hesin útflutningur vaksin til 12.107 tons fyri íalt uml. 301 mió. krónur.

Í nøgd er økingin 6%, men í virði er hon 21%.

Og eisini her er orsøkin prísvøkstur.

Men tað sær hugaligt út.

So er spurningurin, um hetta verður varandi.

Tað hevur verið tosað um, at einasti vegur, prísurin kundi fara, var niðureftir. Men á tíðindafundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at prísurin hevði hildið ta høgu leguna teir báðar síðstu mánaðirnar av árinum, og at tað tí vóru útlit til, at handilsjavnin gjørdist enn betri.


Gjaldsjavnayvirskot

uml. 1 mia. kr.

Handilsjavnin hevur eisini ávirkan á gjaldsjavnan, og á fundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at vit kundu roknað við einum gjaldsjavnayvirskotið fyri 1997 uppá uml. 1 milliard krónur.

Tað merkir, at uttanlandsskuldin við árslok er komin niður á uml. 2 milliardir.

Tað er í sær sjálvum ein ótrúlig gongd, tí í 1990 var uttanlandsskuldin heilar 8,5 milliardir krónur.

So ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið framá.

Men so skal eisini sigast, at vit nú tala um nettouttanlandsskuld.

Tá er bæði tann almenna skuldin og privata ognin roknað við.

Bruttouttanlandsskuldin er, sambært Hagstovu Føroya, uml. 10 milliardir, so tað er enn langt á mál hóast alt.

Tað er tí av sera stórum týdningi, at Føroyar framhaldandi hava yvirskot, bæði á handils- og gjaldsjavnanum.

Sum nevnt aðrastaðni í greinini, so kann yvirskotið á handilsjavnanum rættiliga skjótt broytast til eitt undirskot, um innflutningurin framhaldandi veksur, og útflutningsvirðið minkar.

Fiskifrøðingarnir hava spátt niðurgongd í veiðuni, men á fundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at tað út frá fyribilstølunum sá út til, at veiðan hevði stabiliserað seg.

Og tað er bara at vóna, at hann hevur rætt.