hava nú so nógvar ymiskar rættir at bjóða, samstundis sum vit heldur ikki seta prísirnar høgar. Tað rokni eg við fer at fáa nógv fólk at koma at royna rættirnar, vit hava at bjóða. Harumframt hava við pi [...] tað verður meir enn bara dagsins rættur at velja ímillum hjá gestunum. Samstundis er eisini ætlanin at gera hølið meir hugnaligt at vera í, millum annað soleiðis at fólk kunnu sita meir fyri seg sjálv, tá [...] mi hevur hann ikki enn ætlanir um at siga, at nú er gott og seta seg við hendur í favn. Nú matstovan Gallan kemur at virka, ætlar Jeffri saman við kokkunum eisini at gera eitt matarkort til mitt um dagin
heppin at innlit í ritstjórnina av fyrstu íslendsku einmálsorðabókini, ið kom út í 1963. Heimastaddur í frítíðum gjøgnum sekstiárini hevði eg ta gleði at vera biðin við til at gera handritið at donsku-føroysku [...] hesum setningi: ?at vera har eitt ternudimmi, tað skuldi eg klárað?. Hetta hildu vit vera ov lítið at gera burtur úr, so orðið varð sent í ?klovapartin?. Dagin eftir ringir maður úr Klaksvík at siga okkum frá [...] er vón okkara, at henda orðbók kemur at gagni og verður nýtiligt amboð í málrøktini. Eg loyvi mær so at enda at biðja varaløgmann taka við fyrsta eintakinum av orðabókini sum tekin um, at hon verður latin
fólki, men vágbingar hava megnað at bjarga sær somikið nógv stig, at teir skulu vera sera óhepnir, um niðurflyting verður samrøðuevni í Vági. Men tað er ein sannroynd, at VB ikki roknar við nógv betri endastøðu [...] tá teir fóru at ótolnast. Og oman á alt vísti tað seg, at póllendingar kravdu VB eftir ikki sørt av peningi fyri spæliloyvið hjá leikandi venjaranum! Sum skilst hevur tað eydnast VB at samrátt seg fram [...] loyvinum, sum vágbingar vóna fer at koma fram, so Krzystof Popczynski kann vera við á vøllinum, tá VB nú leygardagin skal til Runavíkar at spæla móti NSÍ. TB tykist vera betur fyri Í dystinum í Vági sunnudagin
málmøguleika, men tað mundi vera ófantaliga taklingin, sum dómarin metti til útvísing. Gylta løtan hjá 10 stríputum Í síðsta enda var reyða kortið avgerandi fyri, at HB ikki megnaði at fáa nakað burturúr. Ion [...] Ion Geolgau, sum fyri fyrstu ferð upplivdi at tapa í landskappingini, síðani hann kom til HB, kendi seg noyddan at taka Andrew av Fløtum út úr álopinum og at seta Bjarka Mohr inn í verjuna beinanvegin, [...] B36 tóktist liggja í knúsi. At teir í árstalsfelagnum vóru skelkaðir var heilt týðuligt. Hetta var vitjunarløtan hjá HB at avgera sær til fyrimunar, men tað megnaðu teir ikki. At teir ikki gjørdu tað, hava
síðani, men vit eiga at vita, at tað eru øki í Føroyum, sum hava munandi størri arbeiðsloysi enn tey 8%. Gamla orðingin um, at dentur eigur at verða lagdur á at stuðla royndum at virka stóra tilfeingið [...] ivasamt, men tað fer so tíðin at vísa. Hvat fer nú at henda? Í blaðsamrøðu við Sosialin leygardagin sigur løgmaður um marknamálið, at hann kann vissa okkum um, at tað er við at henda nakað, men tað má ikki [...] frá hesum máli at siga. Tað kann væl vera, at eitt alment kjak kann forspilla málið fyri at brúka løgmansins egnu orð, men løgting og uttanlandsnevnd hava eisini um neyðugt skyldu til at kunna viðgera eitt
ov óeffektivt Nú er ein smoltstøð komin at liggja á hesum vegastrekkinum, og tað hevur hjálpt eitt sindur, soleiðis at meir er gjørt. Men Jógvan Sámal heldur, at pengarnir verða nýttir ov lítið effektivir [...] aftur. Men tá er so lítið komið burturúr hesi milliónini. ? Eg meini so við, at nógvir pengar verða nýttir at leiga Dúgvuna, at koma til Kalsoynna við maskinunum. Pengarnir verða alt ov óeffektivt nýttir [...] verið at gjørt eina ferjulegu á Syðradali, so Dúgvan kann leggja at á veg um Leirvíksfjørð, og Kalsoyggin á tann hátt kann fáa betri samband við Klaksvík og Eysturoynna. Henda verkætlanin er mett at kosta
hoyggj vera hoyggj og í staðin luttóku í veitsluhaldinum í Klaksvík var tað sjálvandi harmuligt, at terrin ikki skuldi halda sær, men tey flestu mundu hugsa við sær sjálvum, at tað var nú heppið, at veðrið [...] enn teir eru. Fyri tríati og fýrati árum síðani tóktist tað at vera nógv víðari til veggja og djúpari niður á botn, enn tað nú vísti seg at vera! Vorðið sum fýrverkarí Endahátíðarhaldið í Christianskirkjuni [...] fyrrverandi løgtinsmanni, løgmanni og fólkatingsmanni fyri fólkaflokkin, helt Franklin fyri, at Hákun var stoltur av at vera svágur hansara! Grøvin í fortíð og nútíð Leygardagurin var allur sum hann var ein dýrdardagur
í hvussu er at vera samdir um, at endurskoðan av tænastuøki ikki nýtist merkja, at tænastan verður verri ella niðurløgd. Og partarnir tykjast eisini vera samdir um, sum oman fyri nevnt, at fólk skulu ikki [...] er eyðsæð, at bløðini og flokkar teirra hava avrátt at ganga hond í hond í hesum málið. Tað er eyðsæð, at eingin teirra hevur dirvi til at fara undir at viðgera málið neyvt og slettis ikki at skifta orð [...] ikki fyri neyðini at hugsa í álvarsmálum, tað ger Jóannes Eidesgaard fyri tey. Tann tíðin tykist tíverri at vera farin, tá starvsfólk á Sosialinum høvdu møguleikan at vera við til at mynda høvuðsboðskapin
vann kappingina, og var á veg til Paris at arbeiða sum model. Eitt lív sum model? Lív helt tað vera spennandi at vera við í kappingini, men hon kundi ikki hugsað sær at verið við til eina kapping afturat. [...] studentarskúla nú, og hevur ætlanir um minst at gera tann skúlan liðugan. Í føroyum ber illa til at arbeiða sum modell, og tí væntar hon ikki at hon fer at gera tað heilt stóra við modellarbeiði. Í hvussu [...] eygum er hon tó rættiliga løtt at leggja merki til. Tað sást eisini, tá ið vit gingu gjøgnum býin. Vit skuldi oman til handilin ?Kjallarin List og Húsgøgn?, har vit fóru at læna nøkur klæðir, sum vit skuldi
má vera tann, at bilførararnir skulu hava eitt ógvuliga vakið eyga, tá ið børn eru í nánd, tí frá teimum kann man vænta tað óvæntaða. Hvussu er og ikki eiga ferðslu- og vegmyndugleikarnir altíð at hugsa [...] býráð sigur, at eingin hevur gjørt tey varhug við, at børnini eru í nøkrum vanda her. Fyri stuttum gjørdu vit nakrar broytingar á hasum strekkinum, gonguteigar og betri vegamerkingar, men at børnini eru [...] ikki uppgávu og heimild at vísa á ítøkiligar vandar í ferðsluni. Hinvegin er uppgáva teirra at upplýsa og kunna fólk um vandar sum so. Men Jón Kragesten á Ferðslutrygd sigur tó, at ofta verður fyrst og mest