á, at í flestu førum eru tað eldri tilkomin fólk, og ikki ung, ið eru komin við viðmerkingum. – Hetta vísir, at tey ungu eru væl betur upplýst nú og ynskja at síggja eina broyting. Malan heldur, at rasisma [...] Strondum. Hóast hon altíð hevur havt tað sera gott í barndóminum og ikki merkti nakað til happing í skúlanum, so hevur hon seinni í vaksmannalívinum í Føroyum nakrar ferðir upplivað niðrandi viðmerkingar [...] eldri maður “nigger” eftir henni. – Tíbetur er tað ikki hent alt ov ofta, men av tí at eg var 18 ára gomul og var í býnum, so hevði eg ikki hug at byrja eitt rok við eldra mannin. So eg svølgdi bara
so heldur mann, at tað er skjott at fáa okkurt ígjøgnum á tingi, men soleiðis er tað ikki. Eg finni meg ikki í at blíva umtalaður upp á hendan mátan. Har eru góð argument fyri, at vit ikki taka undir við [...] Men serførðin var á einum máli um, at hetta er í ordan. Síðani sigur mann, at hetta er søguliga tengt, men samgongan hevur enn ikki innkallað nakran søgufrøðing í sambandi við viðgerðina. Álitið, sum [...] Hann helt, at ungu løgtingslimirnir royndu at snara veruleikanum. – Orsøkin til, at málið ikki er búgvið, er, at vit tey síðstu árini hava havt ymisk uppskot. Tað er óvirðiligt at royna at snara tað, sum
positivan hugburð. – Tað nyttar ikki at hugsa negativar tankar. Í staðin fyri at hugsa um bløðrurnar í fótinum, so hugsi eg, at eg í tað minsta havi turrar føtur. Tað snýr seg um at venda tað negativa til nakað [...] har mann í síðsta enda kann risikera ikki at koma heim aftur. – Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið ikki bara er sum at ganga [...] hvussu tað fer at gangast mær. Men tey hava góðtikið, at hetta er nakað eg vil, og sum eg ikki fari at sleppa. Sjálvt um tey eru stúrin, so stuðla tey mær í tí. Tað betýðir alt fyri meg, at mín familja stuðlar
Samstundis er týdningarmikið at heingja tað væl upp, soleiðis at tær ikki hanga leysar og kunnu raka okkurt og fáa skaða, sigur Michael Gram. – Tað er als ikki óvanligt, at eldur kemur í ljósketur. Vit hava nógvar [...] Ein føðingardagur í Hoyvík leygarkvøldið í síðstu viku gekk ikki heilt sum ætlað. Tí um níggju-tíðina kom eldur í, soleiðis at húsini fingu stóran roykskaða. Orsøkin til eldin var ein skamfíla á einari [...] festi tað seg í sofuna. Tað ræður um at vera sera varin við sovorðnum jólaperum, sigur Michael Gram, løgreglurmaður. – Fyri at fyribyrgja slíkt, eigur mann altíð at brúka 10 minuttir upp á at kanna hvørja
Í Sosialinum í gjár varð avdúkað, at Martin Kúrberg er Ársins Føroyingur 2019 . Í blaðnum er long samrøða við Martin, sum seinastu nógvu árini hevur bjargað og hjálpt fólki á rætta kós aftur í sínum arbeiði [...] hørð tíð, tí eg hevði fulkomiliga givið upp. Eg visti væl, at tað ikki var rætt, at eg sat í miðbýnum, men tað var tað einasta, eg fann út av í teirru løtuni. Øll hildu eg var hopleysur, fortelur Martin [...] Tað merkir bara, at tað ber til at venda tí ringa til nakað gott. – Várharra eigur sín lut í hesum. Tað er hann, sum hevur formað meg, og tað er hann, sum brúkar meg. Tað kann vera, at Várharra hevur sent
rin ikki, at vit kunnu vænta, at amerikansk hernaðarskip fara at leggja at við bryggju í Føroyum í framtíðini. – Mann má síggja í eyguni, at tað fer at koma fyri, at hernaðarskip koma til Føroya í framtíðini [...] framtíðini, sigur hann og tekur dømi um, at amerikanska krígsskipið USS Donald Cook vitjaði í Føroyum í oktober í fjør. Spurningurin er so, hví amerikanarar eru so áhugaðir í at fáa atgongd til føroyskar havnir [...] fyri, at hetta skal brúkast sum ein amerikansk herflotastøð. Men maritimi depilin skal als ikki forvekslast við eina herflotastøð, ger Jenis av Rana greitt fyri Sosialinum í dag. – Tað verður ikki talingur
Her kom tá broyting í, og fíggjarligar stuðulsskipanir vórðu settar í verk fyri at fáa fleiri at útbúgva seg. Hetta má sigast var hjálp, sum vildi nakað, tí í dag eru fá, sum ikki onkursvegna nema sær [...] skúlin læra næmingin at taka ímóti neyðugu serhjálpini, um tíð ikki er sett av til hetta í tímatalvuni, hvørja viku til at undirvísa hesum næmingum í lítlum bólkum og har vit læra tey t.d. at nýta cd-orð, tosað [...] spritting, at øll skuldu vera úti í fríkorterinum, hvør bólkur skuldi hava sítt avmarkaða øki, og at næmingar og starvsfólk ikki skuldu vera saman í stórum bólkum vórðu sett í verk. Vit kunnu staðfesta, at hesin
Tað er óalmindiliga týdningarmikið, at tey, sum kunnu gera nakað við støðuna, tey gera nakað nú. Hetta eru jú børn sum eru í fátækravága. Tey eru í vanda fyri ikki at fáa eina vanliga tilveru, og tað kann [...] Aftur í ár hava nógvar barnafamiljur trupult við at fáa endarnar at røkka saman upp til jóltíðir. Tað sæst á talinum av umsóknum at fáa jólahjálp frá Barnabata. Í ár komu 342 umsóknir inn áðrenn umsók [...] sigur Turið Horn, sum er nevndarlimur í Barnabata, men vísir á, at tað ikki merkir, at støðan er batna. – Nógvir faktorarar kunnu gera seg galdandi. Ein er, at tað eru fleiri felagsskapir sum hjálpa.
Tórshavnar kommuna skipaði í gjárkvøldið fyri einum umhvørvistiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn sum ein partur av umhvørvisvikuni. Tiltakið byrjaði við fýra stuttfilmum, sum tveir framhald [...] framhaldsskúlaflokkar høvdu gjørt til endamálið í samstarvi við Ikon og Klippfisk. Tey ungu høvdu fingið loyvi at filma í ein dag og fingu síðani tveir dagar at klippa og redigera. Filmarnir eydnaðust sera [...] veðurmaður á Danmarks Radio, men hevur eisini starvast í Føroyum, tá ið hann var á flogvøllinum vesturi í Vágunum í 1979. Føroyar eru tískil ikki heilt ókendar fyri hann. Jesper Theilgaard greiddi frá
aftur í ferð. Hetta fevnir serliga um, at kravið um at fara í sóttarhald verður strikað, og at fleiri fyritøkur nú kunnu fáa stuðul úr nýggja hjálparpakkanum, sum varð kunngjørdur í dag. – Hetta er fyrr [...] . Tað er eisini tí, at vit í dag hava lagt ein sokallaðan hjálparpakka 3, sum er fyri ferðavinnuna. Sum eg vóni kann vera viðvirkandi til, at ferðavinnan í øllum førum ikki kemur í gjaldførisneyð, sigur [...] Bárður á Steig Nielsen. Í dag boðaði løgmaður frá, at tilmæli um at fara í sóttarhald, tá mann kemur til Føroya, verður strikað 15. juni. – Tann størsti hjálparpakkin er nokk tað, at vit lata upp aftur 15