halgidag, langt áðrenn kirkjuklokkan boðar frá gudstænastu, er Karl Hendriksen til reiðar. Heima hevur hann vant sálmarnar, sum skulu syngjast henda dagin: Fýra, um tað er deknagudstænasta. Fimm, um prestur [...] eftir. - Tað var annars systkinabarn mítt, Líggjas Eliasen sum var urguleikari her. Eg haldi, at hann man hava spælt í eini 60 ár tilsamans. - Tá hann doyði, varð heitt á meg um at spæla. Eg játtaði at spæla [...] hugnaligu húsunum hjá honum og konuni Elinborg í Mikladali. - Har í Klaksvík var ein kvinna, sum æt Maria Petersen - hon var forrestin kona Alfred Petersen. Hjá henni lærdi eg altso at spæla uppá urgu ein
Vikuskiftis Sosialurin: - Mann fer á filmsskúla fyri at læra at gera film. Men eg havi lært at gera film við at gera ein film . Nú hevur Maria Winther Olsen gjørt sín fyrsta spælifilm. NINA varð frumsýndur [...] ynsktu at síggja filmin, sigur Maria Winther Olsen. Sálarlig lýing og einsemi eru evni, sum sjáldan eru at hoyra í almenna rúminum í Føroyum. Hetta ynskir 26 ára gamla Maria Winther Olsen at broyta við nýggja [...] nýggja filminum, NINA. Í mun til stóru evnini, sum Maria Winther Olsen viðger í filminum, so metir hon tað vera týdningarmikið at seta orð á tey. Hon heldur ikki, at hetta er nakað fremmant í Føroyum
hann altíð hevur verið so positivur. Tað hevur altíð verið ein stuttleiki at hitta hann. Sofus kendur í Turkalandi Eg fekk nú um dagarnar eina stuttliga søgu um, hvussu lítil verðin er. Maria og Palli á [...] sigur, man her hava verið fiskur. Miðið var, at teir skuldu sigla, tá ið klárt varð eystur úr nesinum, so nesið kom í vatn, sum tað varð sagt. Bátarnir lógu norðanfyri (Langa)nesið, so hann man hava verið [...] Danmark. Hetta er eitt fínt høvi at fara niður at vitja. Hesum hevur Sofus so ikki bakkað fyri enn. Tøkk til Sofus Vit takka Sofus fyri, at hann hevur viljað greitt okkum frá. Hetta er eitt gott íkast til søguna
maður átti Bíbliu. Men Grækaris hevur dugað mong ørindi í henni. Grækaris hevur heldur ikki gingið í skúla. Hann var 17 ár, tá ið fyrsti skúli kom í Eysturoynna. Tískil hevur hann sjálvur lært seg at skriva [...] familju-og sosiala skipanin virkaði í gomlum døgum. Tann berandi í hesi frásøgnini hevur verið omman Petra, sum hevur verið eitt rættiligt konubrot og eitt stórt menniskja. Avrikið verður ikki minni av [...] sum vóru í felag, men her vóru tað menn úr ymiskum bygdum. Tað hevur staðið ein mynd í bløðunum av “Stóra Kompaní.” Á hesi mynd vóru 23 mans. Teir flestu vóru av Strondum og Gøtu. Menn vóru eisini við úr
Fótbóltur Tað er KÍ og so hini. Hetta hevur seinnu árini verið niðurlagið, tá tosað hevur verið um føroyskan kvinnufótbólt, og sunnudagin staðfestu klaksvíkskvinnurnar enn einaferð, at tær eru í serflokki [...] serflokki besta kvinnuliðið í landinum. Mótstøðuliðið hesa ferð var B36, sum annars hevur verið tað liðið, sum á stigatalvuni hevur verið stórsta hóttanin móti KÍ. Hóttu ein hálvleik Tað var heilt fitt av vindi [...] vindinum mundi bólturin farið beina kós í málið. Í fyrstu atløgu bjargaði tværtræið tó fyri KÍ, men Maria Vang var skjót at fylgja upp, og so stóð 1-0. Sum sagt, so hevði KÍ sínar avgjørdu møguleikar í fyrra
Korir (Kenya). 3000/5000 m hevur tey seinnu árini verið ein kapping, sum Haile Gebreselaise (Ethopia) hevur dominera, men hann hevur sett skógvarnar á hyllina. Men maður kemur í mans stað, og tað er landsmaðurin [...] favorittur til at vinna sær part av gullbarrini. 110 m forðarenning hevur seinnu árini verið ein grein, har amerikumaðurin Allen Johnson hevur vunnið tað, sum er vert at vinna, men á olympisku leikunum í Athen [...] sína altjóða karrieru við at vinna Olympisk silvurmerkið í 1988 í Seul, og sum síðan hevur verið maðurin, ið hevur megna at vinna fleiri olympisk og heimsmeistaraheiti, er givin. Tað er í løtuni eingin
merkisverdur tekstur. Hon er sett saman av 22 stuttum, kompaktum kapitlum og hevur ikki nakra søgugongd, í vanligum týdningi. Ballard hevur sagt um hana, at hon er ?tann týdningarmesta søgan, eg havi skrivað? [...] viðurskiftum. Traven hevur mist konuna og sonin í eini bilvanlukku. Á Eniwetok sær hann tey fleiri ferðir í hamferð, og tá ið søgan endar, eru tey bara nøkur fá fet frá honum. J.G. Ballard hevur í eini samrøðu [...] sf-høvundur, men ikki allir sf-lesarar, ella ummælarar, vildu vita av honum. Hetta kom, sum fyrr hevur verið nevnt, m.a. av, at hann royndi nýggjar leiðir og eitt nú brúkti sína vísindasøguligu skoðan
tiltakinum Ungt Virki. Tá ið ein skrivliga fær boð um, at man er sloppin inn á skúlan, fær man samstundis sendandi eitt tilmeldingarskjal, har man kann tekna seg til at sleppa við í tann flokkin, sum fer [...] teirra. Hetta var játtað, og tískil er tað so, at tá man á fløguhúsanum lesur nøvnini á rithøvundunum til tær ymsu søgurnar, so eru tað ikki nøvn, sum man kennir aftur frá føroyskum barnabókmentum, við undantaki [...] teimum av Høgna Zachariassen í 3'arinum, sum hevur gott innlit í fløguframleiðslu og tann heimin, og tað lætti munandi um hjá teimum seks virkisfýsnu ungdómunum. Hevur kostað umleið 35.000 krónur Tað er einki
gamalsárum flyta tey inn til fosturdóttrina í Ólastovu. Tað kann eisini vera hesin Óli Hansen, sum hevur givið húsinum navnið. Dánial umvældi bátar inni í tí rúmliga kjallaranum, eisini arbeiddi hann við [...] dóttir teirra var Anne Marie Christine, sun giftist við Christiani í Áarstovu. Fingu bert ein son Anna Maria og Kristian fingu bert ein son, sum var Hans Andrias Djurhuus, Dia í Ólastovu (1869-1949). Hann var [...] verið í grind. Stór grind var deyð í Miðvági (540 hvalir) Ólavsøkudag 1895. Teir høvdu verið sjey mans har vesturi við einum áttamannafari og róðu nú aftur til Havnar við nítjan skinnum av grind umborð
nógvir fjarar Sprotin hevur givið nýggja leikritið út, og miðnámsflokkar og onnur, sum lesa leikritið hava nógv at tríva í um tað at flyta leik frá riti til pall. Leikritið hjá Marjuni hevur nógvar leikleiðbeiningar [...] , sum hevur eitt glopp í miðjuni, og eitt tómt barnakamar við einum stórum skrivaraborði. Men í Tjóðpallinum eru ikki umstøður at skifta millum tvey rúm, og pallsniðgevin Manfred Blaimauer hevur valt at [...] orkar ikki. Kanska er tað hann, sum hevur lyklarnar til søguna um ævinleikan, men hann vil ikki fara har. Hann vil vera hesumegin forhangið. Eisini í søgunum. Leikurin hevur nógvar tilsipingar til bíbliuna