gera íløgur fyri. So sigast kann, at Karsaten Hansen hevur roynt at viga fyri og ímóti og valdi miðlinjuna. Fíggjarmálastýrið skal hava rós fyri, at tað roynir av álvara at seta skjøtul á ein íløgupolitikk [...] viðvíkjandi spurninginum um arbeiði. Tað er at fegnast um, at Føroya landsstýrið í dag hevur amboð, so tað ber til at stýra fíggjar- og íløgupolitikkinum. Tað veri seg við Fíggjarmálastýrinum, Hagstovuni, L [...] Tað er skilligt, at summar kommunur eru firtnar, tí tær sleppa ikki at gera tær íløgur, sum tær hava sett sær fyri. Serliga tær kommunur, sum hava verið sparnar og eiga pening í bók. Men skal ein veruligur
Isaksen heldur, at Glyn Jones undirmetir bókmentafólk, tá ið hann vil vera við, at tittulin einsamallur skal hava beitt hesi á skeiva kós, so er hann samdur við honum í tí, at tað er merkisvert, at tað er skrivað [...] forlag við handritinum, men synd er at siga, at ráðgevin Poul la Cour var ovurfegin, hóast hann eisini helt ymiskt gott vera í skaldsøguni. Ein atfinning var, at bókin var ikki nýskapandi, ein onnur - [...] sta - var, at bókin var ikki liðug. Nú verður handritið sent Williami Heinesen, sum tettar nøkur glopp og skrivar alt inn á maskinu. Í eini samrøðu vil hann vera við, at tað var júst tí at handritið var
Hann dylir ikki, at hann er fegin um at fáa bílegging úr Føroyum, tí tað hendir ikki ofta. Sunleif metir, at hetta verður eitt oratorium uppá einar 40 - 45 minuttir. Hann vantar at verða liðugur við oratoriið [...] hugskot. Hon settist at gera verkætlan um eitt tónleikaverk til tekstin hjá Jørgen-Frantz. Í umsókn orðar Urd upprunan til ætlanina soleiðis: »...eitthvørt átti at verðið gjørt fyri at heiðra henda mann, [...] Og 5 minuttir seinni ringdi hann aftur og segði, at hann tók uppgávuna, sigur Urd. Síðani hevur Urd starvast við at fáa fígging til ætlanina, sum kemur at kosta einar 690.000 krónur. Hon hevur fingið okkurt
evnini til at siga við meg, tá eg eri upp á tað villasta: »Njál, kanst tú ikki bíða við hasum til í morgin«, og so geri eg tað. Og tað vísir seg, at av og á hava vit brúk fyri at steðga á fyri ikki at oyðileggja [...] hevur dámað at fingist við hetta, og vit høvdu gjørt tað óansæð um samfelagið og borgararnir annars ikki høvdu givið okkum ans, siga Erna og Njál um arbeiði sítt. ? Men tað er gott at kenna, at fólk, sum [...] Vit noyddust skjótt at flyta okkum inn í eitt rúm, har eingin telefon er. Njál Djurhuus dugir illa at siga nei, og tað eru nógv, sum ynskja ráð frá honum ella vilja hava hann at koma til eitt hvørt.
fór við boðskapi sínum heilt til Bretlands. Mongum sýntist hetta at vera nyttuleyst at fáast við tónleik og mála. Í dag kann verða sagt, at hann hevur givið mongum ríka løtur bæði í tónleiki og í málningalist [...] fyrilestur um Jógvan Waagstein. Ja, ikki annað skal sigast, at hetta var væl úr hondum greitt. Freydis er fróðar kvinna, sum veit so væl, at hon átti at fingið heiðurdoktaraheitið. Hans Erland í Brekkunum tók [...] Miu og Jóhan. Mia er dóttir Jógvan Waagstein Henda bók hevði verið alla sínar dagar í heiminum hjá Jógvani, men helt Mia, at nú skuldi hon norður aftur at verða. Sanna, langabbadóttirin, handaði Alex Sólstein
kirkjugangari og segðist at duga meira enn at mata seg. Ikki færri enn trý kvæði verða her prentað fyrstu ferð. Hitt gamla kvæðið, Ílints tættir og tvey, sum Tróndur yrkti sjálvur fyrst í hesi øldini: Gunnars kvæði [...] Tungulist. Prísur fyri bók og fløgu er 390.00 kr. Fløgan fæst eisini fyri seg. Í sambandi við hesa nýggju bókaútgávuna verður samkoma í Listaskálanum í dag kl. 16, har øll eru vælkomin. Á hesi samkomu verður eisini [...] hevur greitt bókina til prentingar og skrivað inngang og viðmerkingar um kvæðini. Hann skrivar m.a., at Á Trøðni blómaði í fleiri ættarlið føroysk kvæðamentan, og nógvir tiltiknir skiparar hava verið í ættini
mugu leggja okkum í selan fyri at gera arbeiðið betri. Eg fari í hesum sjónarmiði at nema við tveir lutir, sum kanska kundu gjørt, at enn fleiri føroyingar fara at duga at tosa og skriva á móðurmálinum [...] ella royna at skriva føroyskt. Eg fari at nerta við tveir lutir. Tann fyrsti er leikluturin hjá okkara fólkaskúlalærarum, sum eru teir fyrstu til at læra føroyingar at skriva. Teir sleppa at ávirka hvønn [...] hjá føroyskum lærarum at læra føroyskar næmingar at skriva føroyskt. Úrslitið hjá okkara fólkaskúla at læra føroyingar at málbera seg og skriva gott á føroyskum, kann neyvan sigast at vera framúrskarandi
russiskum bøndrum sluppu at doyggja í friði. Teir, sum framdu hesi morð, høvdu messiasljóma um høvur. Hvør kundi megna at steðga slíkum monnum? KORTINI HEVÐI verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrøður hansara [...] murran. Um Bockelson er at siga, at hann var ungur, vakur, tungusnjallur og hevði kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan Bockelson var [...] fram sum býarins nýggi profetur og valdsharri. Hann kunngjørdi, at løtan var komin at stovnseta túsundáraríkið, og at hann var kallaður at vera ikki bara kongur, men Messias teirra evstu daga. Hann gifti
tók til, eftir slíka viðferð ?fór eg at ákæra meg sjálvan í teirri vón, at um ikki annað hetta skjótt fór at føra meg á avrættingarpallin?. Aðrir vórðu hóttir við, at løgreglan legði hendur á konu og børn [...] vístu lýdni. Um Bukharin er at siga, at hann veruliga skuldsetti seg sjálvan og læt lív í teirri trúgv, at henda gerð tænti einum hægri máli: tí nýggja Jerusalem, sum einaferð fór at verða skapt. Tann einasti [...] sýtti fyri at leika við í hesi makabru framførslu, var Martemian Rjutin, sum varð nevndur í fyrra parti av hesi grein. Rjutin, ein lítillátin skúlalærari, fór longu fyrst í tríatiárunum at skipa fyri virknari
neyðugt, at ein ummælari er vællisin." Nú fer at knípa hjá hesum ummælara og kanska fleiri við. Kortini vágar undirritaða sær at avdúka, at hon heldur, at fleiri sendingar í miðlunum eru ringar at skriva [...] skriva um. Orsøkin er, at tað kennist sum at eitthvørt er galið. Men við tað at ein kanska er inhabilur ella í øðrum førum ikki er førur fyri at definera, hvat tað er sum er galið, so kann ein ikki fyri tað [...] miðaldrandi minnast teir ógvusligu orðadráttirnar, sum í 70-árunum plagdu at vera í bløðunum, tá ið rithøvundurin Magnus Dam Jakobsen fór at ummæla tey ummæli, hann fekk frá øðrum. Turrisligt var tað ikki, og