okkum. So um tað er sinninum, sum tingmaðurin ikki kann stýra, so eigur hann at vita, at sum fólkavaldur løgtingsmaður eigur hann at læra seg at stýra sær serliga væl, tí tað forpliktar at vera fólkavaldsins [...] At Finni Helmsdal ikki dámar Sosialin og fólkini, ið her starvast, tað hevur hann so ofta víst, bæði í skrift og talu. Men harfyri at fara at pástanda, at hann »ikki hevur fingið innivst fyri sínum greinum [...] fyritøkur. Tað sum serliga órógvar okkum er, at hetta ikki er fyrstu ferð og ikki einastu lygnirnar, sum sami tingmaður førir fram um Sosialin og tess starvsfólk. Øll eru sjálvsagt vælkomin at senda viðmerkingar
Kalsoy: At vera postboð á bygd merkir eisini tað, at ein kemur tætt inn at fólki. Signhild virkar jú sum eitt avgreiðslupostboð, har hon fer inn til fólk at avgreiða ørindini hjá fólki. Hetta kann t.d [...] rutan er løgd soleiðis, at stundir ikki altíð eru til tað. Tey vilja fegin vita, hvussu tað gongst aðrastaðni í oynni: Um tey eru liðug at hoyggja í grannabygdini. Hvør mundi vera við bátinum í morgun. Hvør [...] Signhild. Hon viðgongur tó, at tað ikki altíð er so lætt at fara frá aftur hesum hugnaligu fólkunum, sum dáma so væl at práta. Men soleiðis er tað bara, sigur hon.
Hann var álitismaður, og hóast vit ikki altíð vóru samdir um alt, so bar tað altíð til at tosa við hann um tingini. Hann var góður at samstarva við. Eg hava bara gott at bera honum, og tíverri er hann farin [...] tíðindini í morgun um, at Finnbogi var farin. Hann fór á alt ov ungum aldri, og eg vil siga mína samkenslu til Ásu og familjuna, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður. Eg og Finnbogi hava arbeitt [...] nógv saman í politikki. Eg kom í løgtingið í 1970, og hann var komin inn fýra ár frammanundan. Vit arbeiddu saman í tinginum, og í 1975 vóru vit við til at skipa nýtt landsstýri, sum var nýskapandi í føroyskum
nevniliga, at hetta skal verða eitt stað, har tað skal vera bæði stuttligt at koma og har ein hevur møguleika at læra ymiskt. Og teir ætla sær eisini at gera nýtslu av hesum húsinum: Vit fara at koma inn [...] ikki hoyrt so nógv um tað. Vit hava hoyrt eitt sindur um tað frá onkrum, og vit hava lisið okkurt smávegis um tað, siga teir. Teir eru kortini vitandi um nakað av tí, sum fer at sermerkja hetta Virkisshúsið [...] Jú, eg vænti at vit fara at koma ein túr forbí soleiðis av og á. Tveir 15 ára gamlir klaksvíkingar eru staddir beint uttanfyri nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum. Teir hava hoyrt, at tað henda stórar
áhugamál fyri at fáa sum mest burturúr. Tað er sjálvt endamálið við felagnum og tískil teirra uppgáva og skylda. Hinvegin: tá ið eitt felag sum FAG í hesum føri fer at virka sum forlongt talirør og málgagn fyri [...] kapping og leggur upp til, at atgongdin til tilfeingið skal halda fram óbroytt, ímóti at mynduleikin skal brandskatta óvanligan vinning, so tykist okkurt at vera spinnandi galið. Eg hevði væntað, at FAG fór [...] sjónligur tey seinastu árini. Hann hevur m.a. gjørt nógv burtur úr at kunna um sína fatan og og sína útlegging (og harvið felagsins fatan og útlegging) av faktuellum viðurskiftum í vinnuni. Jógvan Jespersen
allir møguleikar skapir fyri at børnini og tey ungu skulu hava bestu umstøður at vera í, teir dagarnar sum lega teirra varar. Íalt verður skipað fyri 21 legum í Zarepta í ár, og av hesum eru íalt sjey summarlegur [...] Snorri Brend Vatnsoyrar: Er tað nakað sum børn kring alt landið gleða seg til um summarið, so man tað vera at sleppa á summarlegu. Hvørt einasta ár vitja túsundtals børn á legunum, sum verða fyriskipaðar [...] Henni dámar sera væl at syngja við í tí góða sanginum, sum altíð er á slíkum legum. Og so dámar henni eisini sera væl at hoyra um Gud. - Vit hava havt ein sum eitur Zacharis til at hava bíbiltímarnar úr
men hann ásannaði, at sigurin var tað týdningarmesta. Vit spæla ikki væl, og eg eri misnøgdur við spælið hjá okkum í hesum dystinum, men vit hava nógvar streingir at spæla uppá, og vit hava spælarnarir [...] Álandi og Bermuda, og hóast Føroyar vunnu báðar dystirnar, so líktist hetta meira gevandi og jøvnum dystum, enn aðrir dystir í kappingin gera. Vit hava spælt ímóti tveimum rímiliga góðum liðum, og tað hevur [...] ferðirnar hevur tað bara verið í finaluni, at tað hevur verið spennandi, sigur Álvur Hansen. Gotland er ikki við hesaferð, men tær hava eisini eitt gott lið, so um Áland, Bermuda og Gotland vóru við næstu
var tað ein súr sitrón at svølgja. Kenslan av at vera óbrúkulig kom sníkjandi, og tað var ógvuliga ringt at siga arbeiðinum farvæl. - Eftir at hava tosað við Helin lækna, fekk eg eina ró, av tí at læknanir [...] vísti seg seinni at vera av sjúkuni, tí luftrørini eru av bróski og hovna. Eisini eru summar tíðir trupuleikar við spísurørinum av tí at tað eisini er av bróski. - Í dag eri eg uttan arbeiði og fái miðalpensjón [...] so ofta sjúkrameldað, at læknanir søgdu hana vera 75 % invalid. - Mín hobby hevur altíð verið at binda, serliga við maskinu. Hana havi eg nú selt, og bindi bert við hond, tí tað bleiv ov strævið, sigur
grundgeving fyri at skifta arbeiðshátt var eisini, at børnini hjá Elini og manninum eru vorðin so stór, og at Elin vil hava stundir at vera meira heima hjá teimum. Áður var tað soleiðis, at tað illa bar til [...] loysn, heldur Elin. - Er tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt hetta, og veit hvat tað inniber, so eg vænti at tað fer at ganga, sigur Elin í H [...] Tað ber væl til at hava nógv at gera, tó at tú ikki hevur eitt fast arbeiðspláss at fara til um dagarnar. Tað hevur Elin í Haraldsstovu í Havn sett sær fyri at prógva. Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna
Starmer, sum verður hildin at vera meira miðsøkjandi enn Corbyn, hevur enn ikki boðað frá, at hann stillar upp. Men roknað verður við, at hann fer at gera tað ein av komandi døgunum. /ritzau/ [...] velja nýggjan leiðari í mars. Tað skal henda, eftir at Corbyn tapti stórt á tjóðartingsvalinum í desember til Boris Johnson og tey Konservativu Tað fekk Corbyn at boða frá, at hann gevst sum formaður. Starmer [...] Tað tykist nú vera meiriluti fyri einum valevni, sum kann loysa Jeremy Corbyn av sum leiðari í bretska Labour flokkinum í Bretlandi. Ein kanning hjá YouGov, sum er almannakunngjørt í blaðnum The Guardian