Eru tey liðug at hoyggja?

Kalsoy: At vera postboð á bygd merkir eisini tað, at ein kemur tætt inn at fólki.
Signhild virkar jú sum eitt avgreiðslupostboð, har hon fer inn til fólk at avgreiða ørindini hjá fólki.
Hetta kann t.d. vera inngjaldingar og útgjaldingar. Summi spæla Gekk ella í V4, meðan onnur hava fyri neyðini at útfylla ALS-kortini við regluligum millumbilum.
Signhild noyðist ikki at fara inn í hvørt einasta hús at avgreiða hetta slagið av ørindum.
Skipanin við spjaldrinum, sum skal heingjast uttanfyri, um fólk hava tørv á vitjan av postboðnum, er eisini galdandi í Kalsoynni. Sær postboðið spjaldrið, so fer hon á gátt, um ikki postur er til fólkini í húsinum.
Hungra eftir tí sosiala
Nógv av tí eldra fólkinum vil fegin fáa eitt prát í lag við postboðið. Men rutan er løgd soleiðis, at stundir ikki altíð eru til tað.
Tey vilja fegin vita, hvussu tað gongst aðrastaðni í oynni: Um tey eru liðug at hoyggja í grannabygdini. Hvør mundi vera við bátinum í morgun. Hvør fór av oynni. Og um nógvar rabarbur eru tiknar upp aðrastaðni.
 Nógv av teimum hungra eftir tí sosiala. Meg má bara viðganga, at eg havi ikki møguleika til tað. Stundir eru snøgt sagt til tað, sigur Signhild.
Hon viðgongur tó, at tað ikki altíð er so lætt at fara frá aftur hesum hugnaligu fólkunum, sum dáma so væl at práta.
 Men soleiðis er tað bara, sigur hon.