ikki síggja. Sjálvur sigur høvundurin, at hóast einliga lívið, hevur Olaf S. Thomsen familju í Føroyum, me hesi taka ikki undir við lívsháttinum hjá honum, men hesi fólkini verða ikki nevnd við navni í bókini [...] Í vikuni hevur Olaf S. Thomsen givið út fyrstu bók sína, sum kallast "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen". Høvundurin sigur, at tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum [...] hjá Olafi, og sjálvur sigur høvundurin, at bókin er eitt persónligt val, ið hann hevur útsett í mong ár. - Hetta er eitt kompromis, ið eg havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið
á Viðareiði. Tá fer nýklakti rithøvundurin, Kitty May Ellefsen, at halda fyrilestur á Viðareiði um nýggju bókina og eitt lív, har hon var bundin at rúsdrekka. Hon fer at greiða frá lívi sínum, og hvussu [...] hon eisini skrivað um í nýggju bók síni "Frá reyðvíni til marathon". - Hetta er ein persónlig søga um tað at missa fótafestið í lívinum og at finna tað aftur fyri síðani at fáa eitt betri lív, sigur Kitty [...] gleðir seg at koma til Viðareiðis at siga frá. Tiltakið byrjar klokkan 19.30 og verður í skúlanum á Viðareiði. Høvið verður eisini at seta Kitty May Ellefsen spurningar, eins og høvi verður at keypa bókina
vegleiðing um hesi viðurskifti og amboð til at hjálpa, umframt, at bókin er ætlað sum hjálp hjá foreldrum at teimum sokallaðu sansaskipanarbørnunum. Um ymsu starvsbólkarnir sakna vitan um hesi viðurskifti [...] ið eiga at geva fólki nóg stóran kunnleika til at kunna hjálpa. Men vitanin um hetta serøkið er so nýggj, at vit kunnu ikki beinleiðis lasta nøkrum nakað. Eg kann í øllum førum staðfesta, at føroyingar [...] ella tí, sum sæst uttaná. Eg havi sæð umstøður, har eg fyrst helt, at tað fór at verða trupult at gera nakað munagott, men tað vísti seg at ganga so væl, tí neistin, ið skuldi til, var har. Kanningarnar,
altíð antin grenja um, at føroyskt er so stirvið og torført at stava ella stúra fyri, at ávirkanin útifrá er í ferð við at oyðileggja føroyska málið. - Øll í mínum ættarliði duga at stava, so tað má vera [...] - Útvølir er ein bók. Punktum. Tað eru bara lærarar og skúlanæmingar, sum hava brúk fyri at flokka bøkur í bókasløg eftir ávísum reglum, sigur Tóroddur, sum ongar ætlanir hevur um at at skriva eina tra [...] í eini kiosk, fullari av bommum. Eg plagdi at hjálpa henni, helt at bommini vóru so pen og droymdi kanska um einaferð at gera okkurt annað við tey, enn bara at eta tey, sigur Tóroddur og leggur eitt blátt
Norðurlondum, og eg haldi ikki, at mítt stendur aftanfyri. - At týða klassiskar yrkingar er ógvuliga krevjandi. Tað tekur langa tíð at fáa alt at sita. Eg leggi meg ikki eftir at fáa týðingarnar inn í ein málbúna [...] eg at yrkja til børn. Síðani H. A. Djurhuus gav rímurnar og sangirnar út fyrst í hesi øld, er einki komið av slíkum. At børnini hava tikið væl ímóti mínum yrkingum og rímum, er sera gleðiligt. Hesi sløku [...] úrval. At týða sonettir sigst vera tað torførasta. - Eg vil eins og Janus Djurhuus á sinni prógva, at føroyska málið kann brúkast til nakað so serligt, og at føroyskt er so mikið vakurt og liðiligt, at tað
eg skrivað hana fyri at prógva fyri mær sjálvum, at tað ber til at geva eina bók út á altjóða marknaðin. Henda bókin er bert ein liður í eini røð av fleiri bókum, og minst ein bók kemur út afturat í ár [...] og móta. Eftir at hava roynt nógv ymiskt arbeiði og at verið fótbóltsspælari burturav, valdi Hans Fróði at gera vakurleika og móta til sína yrkisleið. Hann fór til USA og Onglands at læra til Image & [...] Fashion Secrets for Every Woman«. Hon er løtt at lesa og prýdd við nógvum myndum og orðatøkum, Hans Fróði hevur smíðað. Rithøvundurin hevur fingið íblástur til at gera bókina frá kvinnum, hann hevur hitt
teldum, men yvirhøvur einki sum hevur við bókhald at gera. - Eg tími so ikki at hava nakað við bókhald at gera. Tí eg vil fegin sleppa undan at halda nakrari bók!, sigur hann við einum brosi. [...] ætlanum um at geva upp á hálvari ungdómsleið. Jón hevur tolin borið brek sítt síðani eitt ára aldur, og kemur altíð at verða bundin at tøknini og hjálparfólkum rundan um seg 24/7. Onkur vildi hildið, at ein slíkur [...] 8-9 mánaðir. Soleiðis var Jón als ikki. - Ringast var tó tað, at vit fingu at vita frá fólki, at hann hevði ligið ov nógv í grulvigarði og at hann var undirstimuleraður. Hetta er tað ringasta, tú kanst siga
fatur á einari bók, sum hevði við fyl at gera. Hon hevði lisið hana áður, men hon var helst so mikið góð, at hon toldi at verða lisin einaferð enn. - Annars lesi eg beint nú eina tjúkka bók um hestar. Har stendur [...] ætlað mær at finna eina ávísa bók um hestar, men hon var ikki har. Eg royni bara at finna mær onkra aðra, sigur hon. Eiga bøkur, men ongan hest Eyðrið hinvegin var meiri heppin. Hon ynskti at fáa fatur [...] alt sum neyðugt er at vita um hestar í hesi bókini. Hygg, eg skal fara eftir henni!, sigur Eyðrið. Hon skundar sær niðan í flokshølið og kemur løtu seinni aftur við eini tjúkkari bók í fanginum. Hon blaðar
skipanin eigur at leggja seg eftir. - Mann eigur at hugsa meira um at tosa við fólkini um tað, sum tey hava brúk fyri at tosa um, og tað, sum tey ynskja at tosa um. Tað hevur eisini týdning at leggja dent [...] røddunum ella at fáa tær at tiga. - Tá hesi folk fáa samband við skipanina, so skulu tey kúga røddurnar enn meira við heilivági og kognitivari atferðsviðgerð. Tað er so syrgiligt, at hesi menniskju ikki [...] ferð teir koma til mín. Teir siga, at eg skal ansa mær og siga frá, tá okkurt fer yvir um mark hjá mær. Eg plagi bara at siga: “Túsund takk fyri at tit koma. Nú veit eg, at eg skal ansa mær". Fólk vita ov
Men Livar er hinvegin púra sannførdur um, at hann ætlar at gera áratøk til veruleika – at rógva seg fram til eitt met í havrógving. Hann gjørdi ikki mætari, enn at seta seg væl til rættis frammanfyri telduna [...] beinanvegin. Teir vóru áhugaðir at hitta meg, fyri at hoyra nærri um mínar ætlanir um ferðina. - Vit prátaðu saman um hetta, og avgjørt var at eg skuldi gerast ein partur av hesi spennandi ferðini, greiðir [...] Ætlanin er, at teir skulu leggja til brots úr Kanarisku Oyggjunum á nýggjárinum. Júst, hvat Livar fer at brúka ferðina til, dugir hann ikki heilt at siga enn. Úrslitið kann gerast ein bók, eins og gjørt