kring landið eru farnir til verka, nú enn eitt skúlaár er byrjað. Í hesum døgum hoyra vit lærarar tosa um mistrivnað, máttloysi og vónloysi sum ongantíð fyrr. Tá ið tímajáttanin loksins kom frá Mentamálastýrinum [...] undanfarna ár. Flokkarnir í framhaldsdeildini hava í sera stóran mun ikki fingið eftirlíkað ynskini um vallærugrein, 1. flokkarnir hava eittans fýra felagstímar, 2. og 3. flokkarnir eru eisini skerdir í [...] Baldvinsson, skúlastjóri. Á skúlanum eru 28 flokkar, har av 13 framhaldsflokkar. Næmingatalið er farið upp um 600 næmingar og hálvt hundrað lærarar starvast har. - Í dag eru væl fleiri næmingar, sum hava serligan
so slett ikki útflyta nakað óskrásett. Um ikki annað kundu teir skeitt í MVG-roknskapin hjá Toll & skatt, tí einki yvir 20.000 kr. um árið kann verða selt uttan um MVG-skrásetingina. So helst man tað vera [...] beina fyri honum. Tá ið MVG varð sett á stovn í Føroyum, seldu polittikararnir okkum tað við lyftum um lægri inntøkuskatt, tá ið brúksskatturin kom. Men hvat hendi? MVG-ið kom omaná inntøkuskattin, sum [...] verandi lóggávu. Ein nýggj vinna, sum ætlar sær at útflyta, má fyrst vera so stór, at hon kann samráðast um MVG-lætta, fyri bæði at kunna vera kappingarfør og endurnýggingarfør. Ung Virki sýna stórt initiativ
báti, men ikki ? og serliga um heysti ? liggur altíð so væl fyri við bátinum, tí tað rekur hart við Ásmundarskor. 306 metrar eru til hægsta punktið á Ásmundarskor. Talan er um rættiligt fitilendi, har vektin [...] orsøkin til, at vestmenningar fóru við seyði í Ásmundarskor annan páskadag ? 21. apríl. Neyvan nakað árið undan er farið so tíðliga við seyði í Ásmundarskor. Líkindini henda dagin vóru eisini av teimum allarbestu [...] roynt seg í Himmalaya fjøllunum. Onkur skal sigla bátin, og ein tekur myndir, og nýtir umberingina um, at tær óivað eru betri tiknar frá bátinum. Áðrenn lagt verður frá landi verða tey fimm lombini savnað
besta. Men seinasta árið hevur »All that you can't leave behind« hjá U2 sagt mær sera nógv. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? ? Eg veit ikki um tann fløgan finst ? [...] skrivaður? ? Eg veit ikki, um tann sangurin finst. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? Eg knýti ikki nakra plátu hjá mær saman við nakað pínligt. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke [...] ljóðføri av og á, tá eg geri nýggj løg. Syngur tú undir brúsuni? ? Sjálvandi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Øll tannáringaárini droymdi eg meg ferð eftir ferð inn í tónleikaheimin og
føroyska deild. Felsunarherurin hevur, sum navnið eisini ber boð um, sum aðalmál at frelsa fólk. Møtir og onnur líknandi tiltøk verða hildin alt árið, men fyri flestu uttanfyristandandi munnu útifundirnir á ólavsøku [...] Frelsunarherurin á henda hátt tekur á seg. Um landsins myndugleikar áttu at gjørt meira við henda trupulleika, skal eg lata vera ósagt, men í øllum førum ber hetta boð um, at hóast vit gjarna vilja verða uppfatað [...] aðrastaðni í yvir 50 ár. William Booth stovnaði samkomuna í Onglandi, og síðani hevur hon spjatt seg um allan heimin. Tá so nakrar limir í donsku deildini komu til Føroya í 1924, var ikki annað enn sjálvsagt
eini 14 til 1500 tons um árið, og við tí metir hann tað fer at mala væl og virðiliga runt. ? Sjálvandi ber illa til at siga, hvussu nógv bátarnir fara at selja fyri, tí tað veldst um prísin, men fáa vit [...] meiri enn so, at tey hava verið her fyrr. Tá vóru nøvnini Stígarklettur og Hádegisklettur, so talan er um kend skip, tá til stykkis kemur. ? Men hvør er hvør, veti eg ikki, sigur nýggi reiðarin, sum er í góðum [...] sjómanni, tá skipini fóru. Nú trolararnir aftur eru í Føroyum, spurdu vit reiðaran, Tummas Christophersen, um orsøkina til at teir hava keypt nýggj skip. ? Tað er fyri at endurnýggja okkum. Hini skipini vit hava
fyri einum høsnarhúsi, sum hann smíðaði fyri systrina og tá fingu vit alt at vita um hønur, um skvøtt, um hanar, um fjaðursárheit og korn heilt til hann sjálvur gjørdist troyttur av eggum og øllum tí [...] hetta hevur hann gjørt upp á rekord tíð. Tað ber ikki til rættuliga at tosa um tíð sum nakað konstant og óvikiligt, tá tú tosar um Rasmus. Hann er eitt av teimum menniskjum, sum eru framman fyri sína tíð [...] evninum og tosa ikki um hvussu hann taklar sínar óvinir. Tað er líkasum ein onnur søga. Hann er húsavørur á nógvum stovnum hjá andveikraverndini í Havn og uttanfyri við. Hann veit alt um pedagogar og hevur
seg um stovnan av føroyskum virðisbrævamarknað, hin um at geva landsbankanum sterkari heimildir til at fremja heildarumsiting av almennum gjaldføri. Sum so mangan áður, tá ið talan hevur verið um lóga [...] nøkrum økjum um búskaparstøðuna mitt í 80-unum. Búskapurin er við at gerast yvirupphitaður, samstundis sum peningastovnarnir eru sera likvidir, og tekin eru um, at teir eru við at vaksa um kredittveiting [...] fyrst í 90-unum, verið veruleiki. Stríðið um landsbankan hevur annars staðið við, síðan Thorstein Petersen fyri Fólkaflokkin á fyrsta sinni setti fram uppskot um stovnan av landsbankanum í 1940 - eitt uppskot
Berit Ungi maðurin, sum Berit hitti í Føroyum, var Terji á Toftini, sum árið eftir fór til Odense at lesa. Tá hittust tey aftur, og árið eftir fingu tey sonin Johannes, sum í dag er seks ára gamal. ? Tá maðurin [...] sítt hevði arbeitt og ferðast nógv víða um í heiminum. Nú helt hon, at stundin var komin, tá eisini pláss skuldi vera fyri familjulívinum. ? Tá Terji spurdi, um eg vildi flyta heim at búgva millum fjøllini [...] henda siðin, sum er serliga á bygd, sigur Berit. ? Meðan vit sótu um stóra køkuborðið, helt eg meg skilja á prátinum, at øll tosaðu um at fara á møti. Eg hugsaði, at tað var løgið at fara á møti í pás
ambulatoriið. Dagmar og maðurin, Tommy, plaga at skiftast um at fara niður við Svannu, og Dagmar tosar nógv um, hvussu týdningarmikið tað er at vera tvey um tað, tá eins barn er sjúkt. ? Tað er sjálvandi altíð [...] er ein partur av teirra lívi í dag. ? Nú hava vit flogið niður einaferð um mánaðin í so gott sum 11 ár, so vit hugsa slettis ikki um tað longur, greiðir Dagmar frá og leggur afturat, at hóast Svanna bert [...] hvørt sum Svanna eldist. Røsk genta Men tað var ikki bert cystisk fibrosa, sum gjørdi um seg hjá Svannu. Sama árið, sum sjúkan varð staðfest, varnaðist Dagmar, at gentan sá illa. Hon datt ikki endiliga