Myndugleikarnir mugu vakna

- Fortreytirnar fyri at reka ein góðan skúla, eru verri í ár í mun til í fjør. Vit hava spart inn á bein, og skulu vit spara meir, eru vit noydd at bróta lógina, sigur Eyðdis Baldvinsson, skúlastjóri á Eysturskúlanum í Havn

 

FÓLKASKÚLIN

 

Misjavnt er, hvussu treystir lærarar kring landið eru farnir til verka, nú enn eitt skúlaár er byrjað. Í hesum døgum hoyra vit lærarar tosa um mistrivnað, máttloysi og vónloysi sum ongantíð fyrr. Tá ið tímajáttanin loksins kom frá Mentamálastýrinum stutt fyri summarsteðgin, varð enn eina ferð ov lítið.

 

Á Eysturskúlanum í Havn, sum er landsins størsti skúli, merkist pengatrotið væl. Skúlin hevur væl færri vikartímar at ráða yvir enn undanfarna ár. Flokkarnir í framhaldsdeildini hava í sera stóran mun ikki fingið eftirlíkað ynskini um vallærugrein, 1. flokkarnir hava eittans fýra felagstímar, 2. og 3. flokkarnir eru eisini skerdir í so máta. Harumframt hevur Mentamálastýrið skert skeiðini og eftirútbúgvingarnar ógvuliga nógv, og skúlin hevur bert fingið tillutað triðingin av umbønini til tímar til serligan tørv. Øll hesi viðurskiftini og onnur við elva til stórt ráðaloysi og vónloysi millum lærarar.

 

- Fortreytirnar fyri at reka ein góðan skúla, eru verri í ár í mun til í fjør. Vit hava spart inn á bein, og skulu vit spara meir, eru vit noydd at bróta lógina, sigur Eyðdis Baldvinsson, skúlastjóri. Á skúlanum eru 28 flokkar, har av 13 framhaldsflokkar. Næmingatalið er farið upp um 600 næmingar og hálvt hundrað lærarar starvast har.

 

- Í dag eru væl fleiri næmingar, sum hava serligan tørv, í mun til fyri fáum árum síðani. Vit hava lættari menningartarnaðar næmingar, næmingar við atferðartrupulleikum, og næmingar við vanligum innlæringartrupulleikum. Í mun til aðrar trupulleikar lærarar hava at dragast við, um teir standast av nýggju fólkaskúlalógini ella ikki, elvir hetta, at ov fáir tímar eru játtaðir til serligan tørv til tær størstu frustrasjónirnar. Eg síggi máttloysið hjá lærarum og upplivi tað eisini sjálv. Lærarar vilja gera alt fyri at hjálpa næmingunum, men orkan er einfalt ikki til staðar. Tað gongur út yvir allar næmingarnar, at næmingar við serligum tørvi ikki fáa hjálp.

 

Skúlastjórin á Eysturskúlanum vísir eisini á viðurskiftini á Sernámsdeplinum, sum ikki eru nøktandi. Tveir sálarfrøðingar hava verið í starvi har, men annar er nú farin í annað starv.

 

- Skúlaverkið krevur fleiri sálarfrøðingar. At Sernámsdepilin er so illa mannaður, ger, at vit ikki fáa ta ráðgevingina vit hava brúk fyri, og eisini tað skapar frustrasjón.

 

 

 

Góð lóg

 

Nýggja fólkaskúlalógin, sum varð samtykt á tingi í 1997 og kom í gildi árið eftir, er góð og eigur ikki at verða broytt, hóast skúlarnir ikki megna at fylgja henni til fulnar, heldur Eyðdis Baldvinsson.

 

- Næmingar skulu fyrireikast til samfelagið sum er í dag. Lógin leggur stóran dent á, at næmingar arbeiða sjálvstøðugt, at teir verða mentir og læra at taka ábyrgd fyri egnari innlæring. Møguliga verður ov nógv sett í gongd í senn. Lærarar mugu vera tryggir við eitt áðrenn teir fara í holt við tað næsta. Tí tørvar teimum eisini eftirútbúgving og skeið. Ístaðin fyri at broyta lógina, eiga vit at fáa myndugleikarnar at vakna og játta fleiri pengar til fólkaskúlan soleiðis at vit fáa ein góðan og dugnaligan ungdóm.

 

Sambært fólkaskúlalógini skal grunddeildin, tað vil siga fyrstu sjey skúlaárgangirnir, hava 25 tímar um vikuna umframt handaverk og list. Endamálið er, at hvør næmingur finnur eitthvørt honum dámar og vil gera meiri við í framhaldsdeildini. Í nógv ár hava flestu næmingarnir á Eysturskúlanum valt týskt, alisfrøði og teld. Leiðslan og lærarar á skúlanum hava roynt at eggja teimum til at velja aðrar lærugreinir eisini, eitt nú tær meiri handaligu.

 

- Tað er gott fyri sjálvsálitið hjá næmingunum, at teir finna fram eitthvørt ávíst, sum tey duga og hava áhuga fyri, ikki minst tí skúlagongdin verður hugaligari. Næmingarnir hava valt ógvuliga skilagott og vit hava góðar lærarar, sum liva fyri hesum lærugreinunum. Men tá ið avtornaði hava vit verið noydd at strika øll hesi ynskini, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tískil hava vit tríggjar bólkar, sum hava motorlæru, og annars týskt og alisfrøði. Hetta er ógvuliga spell, bæði næmingar og foreldur eru sera hørm um støðuna, og hetta ger intensjónina í fólkaskúlalógini til einkis, sigur Eyðdis Baldvinsson.

 

 

 

Spennandi tíð

 

Hóast fortreytirnar fyri at reka ein góðan fólkaskúla í dag eru alt annað enn góðar og onnur viðurskifti innan skúlagátt elva til máttloysi og ráðaloysi millum lærararnar, hevur skúlastjórin á landsins størsta skúla ikki mist mótið.

 

- Hetta er ein ógvuliga spennandi tíð í skúlanum hóast nógv kundi verið nógv betri og hugaligari hjá bæði næmingum og lærarum. Ein fortreyt fyri, at næmingarnir hava tað gott, er at lærararnir hava tað gott. Tá ið lærarar føla máttloysi og trívast illa í skúlanum, merkja næmingarnir tað. Tað var sera óhugaligt, at vit vórðu noydd at strika valtímarnar í ár. Men eg trúgvi framvegis uppá, at vit kunnu fáa ein góðan fólkaskúla. Komandi ár skal varpast ljós á fólkaskúlan sambært løgmansrøðuni, og tá rokni eg við, at skúlin fær fleiri pengar, sigur Eyðdis Baldvinsson at enda í viðtali.