teg tryggari. Sjálvandi hugsar tú um vandan sum er á hasi farleiðini, pápi mín sigldi eisini har, og har var altíð so ringt veður. Men vit vita, at tað sum er gjørt av mannahondum ikki kann gerast so trygt [...] seks børn. Skiparin var høgt virdi Poul L. Rasmussen, sum var ein royndur grøndslandsfari. Hvar skipið fórst er ongantíð uppklárað. Ein bjargingarkransur við navninum á skipinum varð seinni funnin við Ísland [...] stýrmanni varð funnin í Grønlandi. - At uppliva eina so stóra vanlukku og sorg var ræðuligt, og tað er trupult at greiða frá. Vit bíðaðu og bíðaðu, og vónaðu alla tíðina, at skipið fór at spyrjast aftur
uppskotið um eina føroyska rættarskipan ikki hoyrdi heima hjá grundlógarnevndini. Tað er ein spurningur, um so er, men ætlanin er, at grundlógarnevndin ger tað yvirskipaða arbeiði, og kann seta eina sernevnd at [...] sær til, hetta er vorðið tann fasta mannagongdin hjá Føroya Javnaðarflokki, ið einans er ein lítil minniluti her á tingi. Lurta ikki alt og øll rætt eftir látupípu javnaðarfloksins, ja, so er talan um einaveldi [...] samveldi við annað land. At vinna Føroyum politiskt og búskaparligt sjálvstýri er ætlan og avtala samgongunnar. Hesin setningur er boðaður dønum frá einum samdum løgtingi tann 10. juni í fjør, og henda setning
ferðsluni er eitt vegastrekki, sum er niðanfyri 1 km, har tað seinastu fýra árini eru skrásett meira enn 10 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða. Tað er ikki vist, at vit kunnu nýta somu orðing í Føroyum. Men [...] byrjanini er tað serliga í bygdum øki, at ferðsluvanlukkur henda m.a. tí, at her er eisini hin mesta ferðslan. Tá ið vit tosa um bygt øki, eru vit inni á økinum hjá kommununum. Undirritaði er ikki vitandi [...] tilrættaleggingini av ferðsluni. Helst er Landsverkfrøðingurin komin longst á hesum øki, og í bóklinginum »Ferðslan«, sum kemur út árliga, ber m.a. til at síggja, hvar á landssvegunum í Føroyum ferðsluvanlukkur
30 ár. Deildin er ikki av teimum størstu, hon hevur einar 700 limir, men samanborið við fólkatalið er talan um eina av størstu deildunum í heiminum. Arbeiðið hjá Amnesty International er fjølbroytt, og [...] felagskapinum er, at arbeiða ímóti deyðadómi, hjálpa fangum, ið hava vánalig kor, hjálpa órættvíst dømdum og so framvegis. "Urgent Action" Fyri at møguligt skal vera at virka sum sjálvstøðug deild, er kravt av [...] fyri, at teirra arbeiði altíð er bæði skjótt og væl úr hondum greitt. Men hon legði somuleiðis afturat, at ikki ber til at umseta alt, ið skrivstovan fær sendandi, og tí er tað í veruleikanum bert ein lítil
vit hava sæð, hvar endaliga landgrunnsmarkið gongur. Hóast Føroyaøkið tykist áhugavert so er helst rætt a seta spurningin, nær og hvussu oljufeløgini fara at trýsta á bremsuna, tá talan er um framtíðar [...] við sær, at flestu av oljufeløgunum hava skorið niður útreiðslurnar á flestu økjum, og er starvsfólkaøkið tað, sum er meinast rakt Spurningurin um hvørjar avleiðingar tær mongu skerjingarnar hava fingið [...] landsstýrismaðurin í oljumálum, at áhugin hjá oljufeløgunum fyri føroyska landgrunninum framvegis er stórur. Tað er tó greitt, at tær mongu uppsøgnirnar í oljufeløgunum hava við sær, at fleiri av teimum fólkum
samferðslu, verða tær framdar. Umframt hetta er gjørd ein lýsing av farleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins, har kannað verður, hvar størsti tørvurin er á nýíløgum. Tær fimm verkætlanirnar, har kostnað-nyttu [...] nýggja skipið, sum verður bygt til Sandoyarleiðina, er serligur tørvur á at fáa nýtt skip til Suðuroyarleiðina umframt Fugloyar ? Svínoyarleiðina. Másin, ið er nýliga umvældur, kann so fyribils setast í sigling [...] Nýíløgur í vegakervið: 1. Fast samband um Vestmannasund 2. Tunnil Millum fjarða ? Kambsdal 3. Fast samband um Leirvíksfjørð Nýíløgur í skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins: 1.Nýtt Suðuroyarskip 2.Nýtt
sum vísir eitt hall uppá 1,5 milliardir norskar krónur. Hetta veit norska útvarpið, NRK, at siga í morgun. Samstundis verður roknað við at Saga Petroleum vil kunngera, hvar í felagnum skerjingar koma [...] byggir nú á ein oljuprís uppá tíggju dollarar fyri oljufatið. Saga Petroleum hevur ikki boðað frá, hvar og hvussu nógv fólk verða søgd upp, men 400 av teimum 1600 starvsfólkunum í Saga Petroleum verða send [...] høvuðsskrivstovuni í Sandvika uttan fyri Oslo, í Stavanger og í Norðsjónum. Virksemið uttan fyri Noreg er fyribils ikki nevnt.
ávøkst. Men ikki øll eru samd í, at tað er rætt at tvinga skip at selja ávísan part um uppboðssøluna. Mett verður, at politisk uppíblanding er ikki júst tað, sum brúk er fyri, aftan á at fríu marknaðarkreftirnar [...] tilboð var ov lágt, og tað er tað onki í vegin fyri. Ongin okkara fær ilt av tí. ? Hjá okkum er tað soleiðis, at vit onkuntíð kunnu geva ein sera høgan prís fyri hýsuna, tí tað er har vit eru sterkast, so [...] eginpening upp á umleið 1 millión krónur, hevði eitt yvirskot upp á umleið 2 milliónir krónur. Tilsamans blivu 40.000 tons seld um uppboðssøluna í fjør fyri 433 milliónir krónur. Nøgdin er áleið tann sama sum
at samskattingin av hjúnum er strikað í skattalógini eru ognaruppgerðirnar broyttar soleiðis, at ein ognaruppgerð nú skal gerast fyri hvønn av hjúnafeløgunum í mun til fyrr hvar bert ein ognaruppgerð var [...] elektroniskt umvegis Internetið. Á sjálvuppgávuni og skattauppgerðini er prentað eitt 7-siffrað loynital, sum saman við p-talinum er lykil til elektronisku sjálvuppgávuna. Skipanin finnst á heimasíðuni [...] runum, ið fáa beinleiðis skattauppgerð sendandi, fáa 10.733 avlopsskatt, tilsamans 22.555.317 kr., 1.673 fáa rokning upp á írestandi skatt, tilsamans 4.157.045 kr., meðan 14.124 skattgjaldarar fáa boð
Ilt er at spáa um framtíðina, og eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, siga orðatøkini. Hóast tað mangan er satt, er eisini neyðugt at gera sær tankar um, hvussu hesi ella hasi viðurskiftini [...] kunnu spyrja: Verður/er neyðugt at fylla vanliga stakvitan eitt nú landalæru, trúarlæru, søgu, mállæru osfr. niður í næmingarnar, soleiðis sum vit higartil kenna tað? Ella verður/er ikki skilabetri at [...] heild, heldur enn at læra nøkur einstøk uttanat? Ein annar viðkomandi spurningur, ið er tengdur at hasum fyrra, er eisini, um ikki skúlin átti at nytt meir orku til tess at givið næmingunum eitt breiðari