árini. Hesi hagtøl skulu í næstum gevast út í bók, sum lýsir søguligar hendingar umframt veðrið fyri hvønn mánað síðani 1880. Í bókini fær hvørt av hesum 120 árunum eina opnu. Á vinstru síðuni av hesi opnu [...] bókina út. Men Petur Skeel er høvundur at allari bókini, bæði tí veðurfrøðiliga og tí søguliga. Ætlanin var, at bókin skuldi koma út í heyst. Men nú er kortini ikki vist, at hon kemur fyrr til jóla ella tíðliga [...] »Veðrið í Føroyum í 120 ár« verður ikki ein bók til skúlabrúks, men heldur ein gávubók. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at arbeiðið við hesi bókini er nakað, bókadeildin ger við síðuna
Statistik, ið hava skipað fyri hesi kanningini í 1996. Í hesi kanningini sigur meira enn helmingurin av teimum spurdu, at orsøkin, til at tey fluttu til Danmarkar, var at fáa sær eina útbúgving. Serliga [...] til Danmarkar, av tí at ein, sum tey høvdu tætt tilknýti til, flutti av landinum, meðan onnur 17% søgdu seg flyta til Danmarkar fyri at fáa arbeiði. Vert er at leggja merki til, at færri enn 1 % av teimum [...] setir rithøvundurin tó spurnaðartekin við, tí at tað óivað vóru fleiri, sum rýmdu undan stórari persónligari skuld, men vilja ikki viðganga tað ella hava valt ikki at svara spurnarblaðnum. Út frá hesi kanningini
hetta fer fram, uttan at uttanlandsnevnd løgtingsins rørir hond frá sídu fyri at vidgera hesi mál, sum veruliga eru stórmál. Serliga tad seinasta vid Nato. Alt hetta hendir, uttan at løgmadur rættir hond [...] fólksins álit til at sita á Føroya Løgtingi í tí trúgv, at vit vegna Føroya fólk á samvitskufullan og skilagódan hátt vildu røkja fólksins og landsins áhugamál. Men tad, sum nú hendur er, at 18 ella kanska [...] kanska 19 tingmenn hava tikid sær rætt til einsamallir at greida stórmál uttan at geva hinum 13 møguleika fyri kunning ella at koma vid vidmerkingum. Vit verda hvørki kunnadir og enn minni eftirspurdir, tá
hevur megnað at halda seg til reglurnar og vera siðiligt, hóast provokatiónirnar ikki tróta. At leggja Høgna Hoydal undir at hava til endamáls at fáa orrustu millum Føroyar og Danmark, og at leggja Annfinn [...] Hoydal, kunnu t.d. lesa bók hansara. Øðrvísi er, um tú vilt vita nakað um politisku greiningar og ætlanir hjá javnaðarfólki í fullveldismálum. Hesi eru so upptikin av at finnast at mátanum, sitandi landsstýri [...] landsstýri arbeiðir uppá, at tey koma ongantíð so langt sum til at viðgera innihaldið ? og enn minni at leggja fram sín egna politikk. Greinin á síðu 2 í Sosialinum 9/9-2000 avdúkar einki sum helst um Høgna
hindraðir at reka sama virksemi. Støðan er tí tann, at náttúruríkidømi í føroyskum øki, er latið nøkrum úrvaldum borgarum til nýtslu, uttan at teir gjalda afturfyri hendan rættin. Tað vísir seg, at borgararnir [...] messu vert at líta beinleiðis at okkara egnu støðu. Tilvildin hevur rúgvað ikki so heilt lítið av vælsignilsum í okkara hendur: ? fiskiríkidømi, sum hvørt ár gýtur nýggjar árgangir til okkum at veiða ? [...] borgararnir hava sera ilt við at góðtaka, at ein, sum hevur fingið tillutað ein fjørð at ala fisk á, ella ein annar, sum hevur fingið tillutað loyvi til fiskiskap, selja síni rættindi fyri miljónaupphæddir.
fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Tað gleðir meg, at nevndin eftir øllum at døma hevur hildið, at Mass Jacobsen hevði fegnast um at lisið hesa bók, sum gevur honum rætt í øllum tí, sum [...] ikki lætt at vera sjálvstýrispolitikari tá. Høvuðsorsøkin til hetta var, at eisini hjá sjálvstýrispolitikarum var tað ringt at ímynda sær, at kongsins ráðharrar kundu lúgva fyri okkum fyri at fáa okkum [...] okkum. Teir søgdu, at danska grundlógin var grundlóg okkara, og at danska stjórnin hevði lógliga heimild til at útinna vald í Føroyum. Stjórnin helt, at alt virksemi sum kundi føra til, at tey sum búðu í Føroyum
vakt ans og hevur elvt til stóra misnøgd hjá lærarunum, er, at um vit siga, at ein lærari er 66 ár og níggju mánaðir gamal, er hann við í hesi skipan í tríggjar mánaðir, og fær hann síðani 100.000 kr. í [...] Spurdur hvat hann og aðrir ónøgdir lærarar, ætla at gera við málið, sigur Magnus, at tey hava sett nevndini í Lærarafelagnum nakrar spurningar, sum tey vóna, at nevndin kann svara teimum uppá. Síðani ætla tey [...] alt ov stórt mál at taka støðu til eftir bara at hava fingið nakrar fáar upplýsingar á einum aðalfundi. Kunningin hevur stutt sagt ikki verið nóg góð eftir tykki Magnusar. Ynskið er, at skipanin við teimum
ilt við at fóta sær og kenna seg aftur, meðan vit, ið liva her dagliga, ikki kenna hetta á sama hátt. Vit varnast tað ivaleyst, men ilt er hjá okkum at taka dagar ímillum. Vit kunnu bert ásanna, at so er [...] hevur Palli ætlað at bókin skuldi koma útaftur - tó í meira bókakendum líki við litløgdum tekningum, sum í nýggja verkinum eru um 80 í tali. Palli sigur, at hugsanin upprunaliga var at lýsa, hvussu statt [...] Havnina. Eitt áhugavert við bókini er, at nøvn á húsunum eru undir øllum myndunum. Tann, ið hevur áhuga fyri húsum og býlingum í Havnini finnur stóra fragd í hesi bók, sum í so máta eisini kann brúkast sum
stendur, at minstaupphædd fyri íløgum er 10 milliónir í hvørjari deild. Hóast tað sjáldan plagar at vera nakar trupulleiki at røkka hesi upphæddini, so er ikki óvanligt, at fáa ein peningastovn at seta trygt [...] helst at taka nøkur ár, áðrenn hann fer at standa í fullum blóma. Á tíðindafundinum var ikki dult, at eitt av endamálum felagsins er, at virka á føroyska virðisbrævamarknaðinum fyri á tann hátt, at fáa gongd [...] nógv stendur á bók í føroysku peningastovnunum, so skuldi ikki fari at verið nakar sum helst trupulleiki, at fingið fatur á teimum 20 milliónunum, sum í minsta lagi skulu í felagið. Fyri at rudda allan slíkan
siteraður fyri at hava sagt, at ikki ber til at skriva samtíðarskaldskap í einum lítlum samfelag. Tí bendir hann skaldskaparliga sjónarvinkulin aftureftir. Ein kundi so freistast til at sagt, at ikki ber til [...] helst, ið sigur hesi orð. Jógvan Isaksen hevur ummælt føroyskar bøkur í fjórðingsøld. Men eg eri sannførdur um, sigur Jógvan, at tann veruleiki at eg búgvi í Keypmannahavn, er orsøkin til at eg havi hildið [...] báðar William og Jørgen-Frantz, og hin greinin snýr seg um at ummæla í Føroyum. Tað ber til Ertandi leggur Jógvan Isaksen fyri við at staðfesta, at Anders And og Dante eru hvør sítt. Hetta í einum uppleggi