Undirtøkan fyri túrunum út í Stóru Dímun plagar vanliga at verða stór. Teir báðir túrarnir, sum hava verið fyrr í ár, hava báðir verið útseldir. Møguleikarnir at koma út í Stóru Dímun sjóvegis eru sera [...] lunda so er fitt av lomviga at síggja. Útferðin út í Stóru Dímun sunnudagin er ein heildagstúrur, sum byrjar klokkan átta um morgunin og endar eitt hálvt samdøgur seinni, umleið klokkan 20. Tey á Norðlýsinum [...] avbjóðingin við túrunum út í Stóru Dímun er at støða ikki kann takast til túrin fyrr enn 2-3 dagar undan fráferð. Tá er sera knøpp tíð at kunngera túrin fyri teimum sum hava áhuga. Eitt hent amboð sum
Jensen. Hann viðgongur, at tað er heldur sjáldsamt, at fólk ikki vitja sína heimasíðu í tíðarskeið, ið eru yvir eitt hálvt ár, men heldur ikki, at hetta er nakað, ið nøkur søk kundi komið burtur úr. Bill Justinussen [...] 14.000 heimasíður við pornografiskum tilfari fyrr enn í gjár. Hann tók beinanvegin stig til at fáa síðuna strikaða, sostatt kann Bill ikki lastast í hesum óhepna máli, um tað skuldi víst seg, at onkur av [...] starvast til dagligt við KT-Kriminaliteti. Hann sigur við Sosialin, at hann sjálvandi ikki kann úttala seg í konkreta málinum, men at tann, ið eigur eina heimasíðu vanliga hevur ábyrgdina av heimasíðuni. Tað er
funnin í ár, vóru kvinnurnar umborð á Jarnbardi, sum við sigrinum á vestanstevnu vunnu sætta róðurin á rað í ár. Við hesum eru tær ósigraðar í hesum kappingarárinum, og tær mugu eisini sigast at hava vunnið [...] Næsti føroyameistarin í ár bleiv funnin í róðrinum hjá 5-mannaførum við gentum. Her kundi Hvassi tryggja sær FM við einum sigri, og tær megnaðu eisini at vinna fyri fimtu ferð í ár. Sundabáturin, sum hevur [...] KAPPRÓÐUR Kappróðrarárið hevur ikki verið serliga spennandi í ár, tí at munurin millum bátarnar hevur verið alt ov stórur í teimum ymsu bátaflokkunum. Hjá fleiri av bátaflokkunum høvdu fremstu bátarnir
fiskimenn og útróðrarmenn hava so lítla inntøku, at teir hava rætt til minstuløn, dagstudning, ella mánaðarligan minstaforvinning, skulu teir ikki vænta at fáa eitt oyra - fyribils í øllum førum. Øll útgjøld [...] at játtanin, sum er samtykt á fíggjarlógini í ár til inntøkutrygd, er uppi. Og tá ið ongin peningur er til taks, hevur Jacob Vestergaard, landssýrismaður í fiskivinnumálum, rætt og slætt gjørt av at stegða [...] komin í klemmu í millum tvær lógir. Øðrumegin var tað lógin, sum gav fiski- og útróðrarmonnum rætt til inntøkutrygd og hinumegin var tað fíggjarlógin, sum Løgtingið hevur samtykt. - Fyribils hava vit so
forritanina, meðan Bjarni í størri mun er knýttur at web-partinum, sum skal gera skipanina atkomuliga hjá almenninginum. - Nú hava vit arbeitt við hesum eina tíð, og upp á eitt hálvt ár havi eg lagt kanska 1 [...] kann taka mær farloyvi í kanska tríggjar mánaðir, soleiðis at eg veruliga kann koma víðari í hesum arbeiðinum, sigur Marni. Áðrenn umsóknirnar vórðu sendar út, hevði hann verið í sambandi við fleiri feløg [...] - Higartil hava øll verið positiv, og tað er ongan tíð nakar, sum hevur nokta at hjálpt við yiskum lutum. Bæði hjá feløgunum og hjá FSF. Tí rokni eg við, at tey eisini síggja møguleikar í hesum, og tí
tríggjar, ið tey hava í dag. Petur Zachariassen greiddi frá, at tey í bólkinum hava lagt dent á, at pedagogar og lærarar skulu fáa eina holla og nútímans útbúgving til at virka í føroyska samfelagnum. Sjálv ú [...] longdina, hon hevur í dag, meðan pedagogútbúgvingin verður longd við einum hálvum ári. Ein stór broyting í læraraútbúgvingini verður tó, at næmingarnir skulu hava fýra linjulærugreinar í mun til tríggjar [...] undirvísing og starvslæru í útbúgvingini skal mennast. Í mun til aðrar pedagogútbúgvingar, skal føroyska pedagogútbúgvingin vera ein bachelorútbúgving við starvslæru, og í hesum sambandi vísti Rógvi Thomsen
byrjaði fyrst í 70-unum og kortini hava feløgini ikki slept økinum. Higartil eru tvey felt í framleiðslu, Foinaven og Schiehallion og farið er undir at útbyggja tað triðja, Clair, sum er ein risi í oljuhøpi [...] landgrunninum, í fjølmiðlunum vórðu endurgivin í einum yvirpositivum anda um, at nú vórðu partabrøvini túsundtals meira verd osfr. Tað ræður um at vera realistiskur og hava tunguna mitt í munninum, eisini [...] til at bíða. Nú fáa vit so at síggja, hvussu fer at ganga tí at útvega neyðuga partapeningin at vera við í komandi boringini. Og hvussu fer at ganga at fara úr teimum 7% uppí í tey 22. Rakar Agip í blett
opnari gøtu í Lørenskog og skuldsettur fyri dráp av hjúnafelaga sínum. Handtøkan fór fram hálvt annað ár eftir, at 68 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum við Sloraveien í Lørenskog. Fram [...] vápnalógina. Aftrat hesum hava vit ongar viðmerkingar til illgrunan, sum vit hava móti manninum. Tað sigur løgregluleiðarin í hesum máli, Gjermund Hanssen. Hin 28. apríl verður tað eitt ár síðan, at Tom Hagen [...] sum verður gjørd undir kanningararbeiðnum, sigur løgregluleiðarin í hesum máli, Gjermund Hanssen. Í Noregi er eingin fyrningarfreist í drápsmálum, og tískil kann Tom Hagen vera skuldsettur alt lívið, um
tók nevndin í Atlantic Airways stutt saman um 2016 á ársaðalfundinum í dag. Atlantic Airways hevði 28 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2016, og tað er 10,4 millionir krónur meira enn í 2015, tá avlopið [...] tilsamans øktust úr umleið 502 milliónum krónum í 2015 upp í 518 milliónir krónur í 2016. 282.000 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2016, sum var metár hjá flogfelagnum. Tað er 15.000 [...] Nýggja A320 flogfarið hjá Atlantic Airways kom í flotan stutt fyri jól í 2016. Í summar fer flogfelagið at leiga eitt A320 flogfar aftrat, sum kemur í staðin fyri eitt A319, ið Atlantic Airways hevur
Lok verður lagt á tey. Fólkini, sum arbeiða við teimum, hava munnkurv og mugu tí bara bíða og bíða. Tað gav at bíta, tá hann herfyri sendi formannin í Oljuráðleggingarnevndini á oyðimarkargongd. Hví! Helst [...] við at øll mál skulu bíða og tigast í hel. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran. At løgmaður var so frægur at skriva út val kann í hesum førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan [...] løgmann einsamallan hagreiða hetta málið, hava vit møguliga gjørt Føroyum eina bjarnatænastu. Tey mongu fólk, sum hava eitt ella annað tilknýti til umrøddu málsøki, hava brúk fyri einum nýggjum arbeiðsgevara