eitt lítið forspring í svimjingini, men eg var vísur í, at eg fekk hann aftur í súkklingini, og tí gav eg mær góðar stundir til at lata meg í "vetraklæði". Men eg hevði bert súkklað í 10 minuttir, so punkteraði [...] ari í triathlon 2001 gjørdist heilt óvæntað 17 ára gamli Eli Christiansen, sum vit best kenna frá súkkling, men sum eisini hevur eina fortíð sum svimjari í fremstu røð. Eitt bragd, sum fleiri hava roynt [...] kajak, og Sverri Mohr Edvinson, sum í ár er givin at súkkla, fóru framum. Hetta er fyrsta kappingin hjá Evald eftir at hann á súkklu stoytti saman við ein bil niðri á Man í summar. Nummar trý gjørdist Jens
ferðir verið í Føroyum í styttri tíðarskeið, eitt nú í ár, meðan mamma hennara lá sjúk. Men síðan fyrst í 80árunum, hevur Elin mest verið í Danmark. Hon hevur eina útbúgving sum Cand. Mag. í estetikki og [...] eins høg sum í teimum bløðunum, ið fólk gjalda pening fyri. Nú blaðið hevur verið til í 2 ár, kenna fólk blaðið, og vita at her er talan um góðsku, tí taka tey tað við sær, tá tey eru í NETTO. "Í byrjanini [...] heimaráð til blaðið. Í nýggjastu útgávuni, greiðir ein lesari frá um, hvussu man lætt kann vaska ein mikroovn: Tú setir eina skál við vatni í og eini sitrón, sum er skorin í helvt, inn í ovnin.Síðan tendrar
aftur, og fyrsti útisigurin hjá VB í ár var veruleiki. So inn á Skála? Dagin eftir gekk leiðin av Hotel Føroyum inn á Skála at spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti [...] Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá VB-liðnum í ár. Undan hesum vikuskiftinum høvdu tær spælt tíggju dystir, og níggju av teimum vórðu taptir. Bert í tí eina dystinum ? á heimavølli móti GÍ/Tjaldrinum [...] leygardagin vunnu 31-26 í Vestmanna og dagin eftir endurtóku bragdið á Skála, har tær sigraðu 21-16. Fyri at taka dystin í Vestmanna fyrst, so vóru tað serliga verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað
hevur fingið, gevur honum møguleika til at fara uttanlanda at lesa í eitt ár. Gunnar hevur seinastu fimm árini lisið í Danmark, og í november í fjør var hann liðugur við kandidatútbúgving sína innan støddfrøði [...] doyði í sekstiárunum, og lat hann ognir sínar í hendan gávugrunnin, sum letur ferðastuðul til kandidatar innan støddfrøði frá universitetinum í Keypmannahavn. Samstundis fekk hann eina aðru flugu í sama [...] Toronto í Kanada. So tað kann verða, at leiðin hjá teimum liggur tann vegin um eitt knapt ár. Vann lutakast Ikki mong verða liðug um árið við kandidatútbúgving innan støddfrøði á universtitetinum í Keypmannahavn
ein sterkur fíggjarveitari til aðrar íløgur í Føroyum. Nú liggur málið í Fólkatinginum Í løtuni hevur løgmaður blakað allar hesar møguleikar av hondum. Vit hava onki fingið ígjøgnum av teimum krøvum, sum [...] um, at Anders Fogh Rasmussen og hansara embætismenn hava spælt síni kort ótrúliga dugnaliga og hava tikið øll stikkini heim. Meðan løgmaður eins og í øllum hinum málunum millum Føroyar og Danmark hevur [...] Bónda á Skála og skuldi siga: Ringt er at eta sítt egið og tað stolið! Ei dáni í, at tey flenna niðri í forsætismálaráðnum í dag. Men sannleikin er helst, at ongin politisk samráðing hevur verið yvirhøvur
lagi koma føroysk áhugamál. Í Føroyum mugu vit ásanna, at einastu fólk í heiminum, sum hava vælferðina í Føroyum fremst í huga, eru føroyingar sjálvir. Bara vit sjálv vilja av heilum huga menna okkara land [...] aftanfyri Sjúrð og Aksel í danska tjóðskaparstríðnum, so Heðin tónaði bara reint flagg. Men so kom eg sjálvandi at hugsa um, at í dag er danskur grundlógardagur, og er tjóðardagur í Danmark, so eiga vit eisini [...] heimild er fyri í grundlógini. Tí liva vit framvegis við eini grundlóg, sum vit ikki hava samstykt, og sum gongur ímóti okkara fatan av okkum sjálvum sum land og tjóð. Fyri fýra árum síðan lá í løgtinginum
egna kvotu. Ráð Íslendingar hava í ár ásett sær kvotu av makreli á 130.000 tons og hava higartil longu fiskað knøpp 100.000 tons. Tá samráðingarnar um makrelin byrja aftur í heyst, fara íslendingar at sita [...] av hesum táttinum í makrelmálinum. Rós Fyri hin táttin í málinum eigur landsstýrismaðurin, landsstýrið og samgongan rós uppiborið. Tað var rætt at áseta egna makrelkvotu og fara í “kríggj” við hini s [...] strandalondini um makrelin. Í roynd og veru hava vit einki annað val, skulu vit gera okkum tankar um at fáa størri part av kvotuni. Onkuntíð røkka sámráðingar ikki. Tá er neyðugt at spæla við vøddunum.
20%, alt eftir hvussu umstøðurnar í samfelagnum annars hava lagað seg. Hetta nýggja ættarliðið, ið nú hevur tikið yvir í flokkinum, hevur »skippað« orðið tjóðveldi. Í staðin hoyra vit um stigvíst fullveldi [...] hendir í Føroyum í 1998. Gud viti, hvussu skilið verður tann dag nationalistarnir fáa makt, sum teir hava akt. Nei, handan partin av kjakinum kunnu vit vera fyriuttan. Nakrar greiðar greinar hava verið [...] verið, ið hava tikið støði í vinnuligum og fíggjarligum veruleikum. Her haldi eg at tey, ið argumentera fyri tjóðveldisætlanunum hava ríkiligt av fuglum »á takinum« og fáar í hondini. Munurin á tjóðveldis-
suðuroyingar, at teirra einasti møguleiki fyri at kunna gera seg galdandi í vaksnamannafótbólti var at leggja øll liðini í oynni saman. Og í farnu viku kom fram, at MB hevur tikið besta mansliðið úr føroyskum [...] starvast í Føroyum. Hann segði at størsti munurin á føroyskum fótbólti og fótbóltinum í tí landinum, sum hann kom frá var, at tað var so kollosalt stórur munur millum tey ovaru og tey niðaru feløgini. Í Føroyum [...] UEFA hækkaði upphæddina fyri at fáa luttøku í altjóða fótbólti, er gjógvin millum tey bestu liðini í Føroyum og hini liðini vorðin størri. Eitt nú hevur topp fimm í Føroyum verið tað sama síðani ta broytingina
hevði brúkt áðrenn arbeiði í seinra umfari var uppafturtikið. Mong eru tey sum hava tikið sær heiðurin av at verða tey fyrstu at byrja arbeiði í sambandi við undirsjóvartunlar í Føroyum, men veruleikin er [...] undirritaði landsstýrismaður í samferðslumálum, og kom at standa á odda fyri hesum arbeiði. Hevði nógvar fundir við felagskommunurnar í Vágum, var somuleiðis á kanningarferð í Norra saman við Mikkjal Helmsdal [...] skrivaði eg drúgva grein um kanningararbeiði í sambandi við gerð av undirsjóvartunlum. Hetta skapti slíka øsing í Føroysku bløðunum, og fólk hildu okkum verða óðar í høvdinum, og ókvæmisorðini fóru um allar