Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá VB-liðnum í ár. Undan hesum vikuskiftinum høvdu tær spælt tíggju dystir, og níggju av teimum vórðu taptir. Bert í tí eina dystinum ? á heimavølli móti GÍ/Tjaldrinum ? eydnaðist tað VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17.
Í øðrum dystum hevur tað verið nær við ? millum annað móti Stjørnuni ? men sum oftast hevur verið hildið, at tað bert var á heimavølli, at VB kundi hótta hini liðini (t.d. taptu taptu tær ikki minni enn 27-16 á Kambsdali móti hinum botnliðnum GÍ/Tjaldrinum.
Men ta mytuna punkteraði VB, tá tær leygardagin vunnu 31-26 í Vestmanna og dagin eftir endurtóku bragdið á Skála, har tær sigraðu 21-16.
Fyri at taka dystin í Vestmanna fyrst, so vóru tað serliga verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað er rættiliga nógv fyri ein kvinnudyst. Tað byrjaði eftir ætlan hjá VÍF, sum kom á odda 3-1. Men VB kom upp á javnleik 4-4, og so settu tær ferð á. Næstu løtuna tóku tær seg framum 9-5, og VÍF megnaði ongantíð rættiliga at koma afturíaftur. Undirmetan av mótstøðuni kann hava spælt inn, men tað skal ein sum kunnugt ongantíð gera, og VB var eisini klárt betra liðið.
Hálvleiksstøðan var 14-11 til vágsgenturnar. Í byrjanini av seinna hálvleiki hótti VÍF aftur og minkaði til 13-14 og 14-15, men nærri kom heimaliðið ikki.
Tað var sum sagt einki serliga gott verjuspæl at síggja í Vestmanna leygardagin, og tilsamans vóru ikki færri enn 15 brotskøst í dystinum. Av teimum átti VB tey átta, og her vísti Sólrun Krosslá seg sum ein sera tryggur skjútti. Seks ferðir á rað lumpaði hon VÍF-málverjan, og ikki fyrr enn sjeyndu ferð brendi hon, men tá var støðan longu 27-21 til VB, og tíggju minuttir vóru eftir.
Hjá VÍF bilti sum so einki í álopsspælinum, har Ioana Rapa skeyt tíggju mál, og tað er ikki so ofta, at eitt lið tapir, hóast tað skjýtir 26 mál. Men tá tað riggar so illa í hinum endanum, vendist ikki aftur, og fyrsti útisigurin hjá VB í ár var veruleiki.
So inn á Skála?
Dagin eftir gekk leiðin av Hotel Føroyum inn á Skála at spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti eitt heilt vikuskiftið norðan fyri til at spæla tveir dystir. Tær eru ikki so nøgdar við, at kappingin er løgd soleiðis, men hesaferð høvdu tær onga orsøk til at fara ónøgdar suður aftur.
Tí eins og í Vestmanna eydnaðist tað at vinna á StÍF við fimm málum, og so hevði VB knappliga tvífaldað sítt stigatal eftir bert tveimum dystum.
Á Skála var tað annars ikki so nógv, sum bendi á, at VB fór at vinna einaferð afturat. Fyrri hálvleikur var javnur, men heimaliðið hevði munin, og í hálvleikinum var støðan eisini 13-11 til StÍF.
Men í seinna hálvleiki var úrtøkan hjá StÍF sera, sera soltin. Tað gingu 23 ? trýogtjúgu ? minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn heimaliðið aftur fekk mál. Tá hevði VB fingið seks mál, og so vóru tær á odda 17-13.
Tað stendur illa til, tá eitt lið bert skjýtur trý mál ein heilan hálvleik, men hesaferð hevði VB betri skil á verjupartinum, og hóast StÍF fekk seks brotskøst, skoraðu tær bert upp á fýra av teimum. Tvey komu fyrstu fimm minuttirnar, og tey setti Sóley Mikkelsen í málið. Í seinna hálvleiki, tá StÍF ikki fekk mál, brendu tær tvey brotskøst innan fimm minuttir.
Hjá VB var tað aftur Sólrun Krosslá, sum gekk undan, og sunnudagin skeyt hon seks mál (hesa ferð bert tvey upp á brotskast). Nú verður spennandi at síggja, hvat VB kann fáa burturúr hesum báðum sigrunum. Kappingin liggur still nú, men tað ber kortini væl at byggja víðari upp á avrikini um vikuskiftið, og tað verður neyvan bert í Vági, at hini liðini í framtíðini fara at fáa trupulleikar av VB?