nógvu kommununum er ikki eitt oyra sett av til at lúka krøvini, sum nýggja lógin ásetir. Hetta kann bera tað í sær, at mangir lærarar fara at bera seg undan at undirvísa í teimum nýggju lærugreinunum, m.a [...] gildi. Nei, einki av hesum skuldi gerast. Tað, sum ráddi um, var at samtykkja lógaruppskotið so skjótt sum gjørligt, eingin áhugi var fyri at kanna nakað sum helst. Ikki veit eg um nakað uppskot á tingi [...] nýtist ikki at gera tað »tað er ikki so farligt«, vit royna sum frægast, er hugburðurin hjá evsta skúlamyndugleika føroyinga. Slíkur hugburður eigur at verða steðgaður sum skjótast, tí hann fer at kosta okkum
men tað hevur ikki verið uttan strev og stríð. Jón Nolsøe Olsen smæðist ikki at siga, at tað er sera tungt at fáa tað at ber til í Føroyum, tí so nógvar forðingar eru í vegin á bæði á sjógvi og landi [...] á pláss, verður farið undir at skera flak. Nær alt hetta pappírfjasið, sum løggildingin ber við sær, er umliðið, dugur stjórin ikki at meta um, men hann hevur vónir um, at tað verður skjótt. 870 tunnur [...] tunnur Alfa Seafood fór undir at keypa fisk at ísa og selja fyri tveimum árum síðani, og síðan er virksemið bara økt. Virkið hevur eisini keypt upsa til at salta, og sum nakað nýtt, hevur Alfa Seafood eisini
eisini við í fyrireikingunum. Tey eru við til at keypa inn og at matgera. Vit fara at eta og hugna okkum saman. Dagurin verður heilt øðrvísi enn ein dagur plagar at vera, sigur Maud. Byrjaði í Losjuni Sjálv [...] er eitt sindur trupult hjá mær at koma inn á Verkstaðið. Eg eri tann nýggjasta á Verkstaðnum, tað yngsta starvsfólkið, og so eri eg settur sum leiðari. ? Men eg má siga, at bæði starvsfólkini og arbeiðsfólkini [...] aftur á Argir. ? Ætlanin var, at vit skuldu flyta út aftur 1. apríl, men byggingin er eitt sindur seinkað, og flyta vit ikki fyrr enn einaferð í mai. Onkur helt fyri, at Vón skuldu flyta inn flaggdagin
hevur Sverre virkað sum stjórnarlimur í Ítróttasambandi Føroya og sitið sum varaformaður tey seinastu 20 árini. Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at Sverre í dag íðkar dansin sum sín fremsta ítrótt, so [...] Midjord Tað var á ungum aldri, at Sverre fekk við javnaðarrørsluna at gera, um ikki so var, at hann fekk hana í vøggugávu. Men at P. M. Dam var hansara idol, tað var einki at ivast í. Tí tók Sverre eisini [...] sær tíð til at tosa við fólk, til at taka ein kaffimunn inni hjá eini gamlari konu ella koma við góðum ráðum, tá ið onkur trongdi til tey. Har legði hann nokk grundarlagið til sítt virki sum politikari
Vit eiga at minnast til, at Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur, har tað eigur at vera heilt náttúrligt við einum svimjifelag fyri at brynja okkara komandi ættarlið til sjólívið, har tað at duga at svimja og [...] kann nevnast ? onkur helt, at ryggsvimjararnir hjá Skeggjum blundaðu, tá teir svumu, tí teir ræddust mannin úr Syðrugøtu, sum helt so nógvan gang, men onkur annar helt, at gott var, at svimjararnir ikki [...] okkara besta. Men uttan at taka nakað serstakt burturúr, man størsta gávan hjá nevndini verða, at tey eru góð við børnini, sum um tær eiga tey sjálvi, tí ikki er óvanligt at hoyra tær siga »børnini hjá mær«
ungu pørunum, noyðist tú í øllum førum at ásanna, at romantiskur er býurin í hvussu er. Tað er tí kanska ikki heilt av tilvild, at Buenos Aires breggjar sær av at vera føðibýurin hjá tí sensuella tango [...] druknir í Argentina. Tað hevur onkur hagfrøðingur fingið til at vera, at hvør argentinari drekkur 48 litrar av víni um árið. Men her er talan um njóting, tí tað er sjáldsamt at síggja ávirkaðar argentinarar [...] Hetta fær ein ungan at hugsa. Ein ungan, sum kemur úr einum landi, við heimsins óvirknastu politisku ungmannafeløgum, og úr einum kongaríki, har til ber at ironisera fólkaræði, sum vit hava sæð fyri ikki
fór til felagið og kravdi at blíva kannaður betri. Eg minnist eg segði við onkran áðrenn eg fór til Týsklands at blíva kannaður, at eg væntaði, at hon fór at siga tað sama sum læknarnir í Danmark. Eg skuldi [...] hildu fjølmiðlarnir, at tað var rættast at lata Thorninger spæla. Hvussu týdningarmikið er tað at gera mál, tá tú spælir í álopinum? ? Tað hevur alt at siga. Tað nyttar ikki at spæla væl, um tú ikki gert [...] men eg vónaði at hon fór at siga, at tað fór at taka tvær ella tríggjar vikur, so var eg frískur. Tað segði eg eisini við onkrar av læknunum og fysioterapeutunum í Danmark, men teir søgdu, at tað skuldi eg
møguliga onkur sangbólkur. Møtini í Siloa verða skírisdag kl. 18 og langafríggjadag kl. 16 og 20. Fyrireikararnir siga, at teir vóna at síggja nógv fólk ymsastaðni frá hesar dagar. Eisini er møguleiki at fáa [...] Tað eru tær tríggjar samkomurnar Siloa í Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu, sum standa fyri hesi stevnu. Møtir verða í høllini leygardagin 11. apríl, 1. páskadag 12. apríl og 2. páskadag
títtum rørslum undir talvinum. Annars halda teir, at tað serliga eru hendurnar, sum telvararnir eru ófriðarligir við. Sum heild ber kanska til at siga, at rørslurnar endurspegla støðuna á borðinum ella í [...] hittu vit føroysku listamenninar í stuttum viðtal. Báðir lótu væl at og hildu, at tað var spennandi at royna. - Tað var næstan sum at tekna livandi modell, helt Olivur. Teir sita stillir í tímavís, so [...] fotografiskt, sigur Olivur. Men var okkurt, sum listamenninir serliga heftu seg við - kanska onkur felags eyðkenni? - Serliga hugtakandi er at eygleiða kropsburðin, siga báðir. - Allir hava sína heilt persónligu
er framvegis nakað, sum hann droymir um. ? Eg havi framvegis mót uppá tað, tí eg veit, at tann tónleikurin sum eg geri, er líka góður sum tað sum er frammi. Men tað vísur seg bara, at í okkara tíð við b [...] ikki um at blíva ein verðinsstjørna, men um at hava eitt arbeiði, sum eg eri glaður fyri, og sum eg kann gleða meg til, hvørja ferð eg fari upp um morgunin. Mær dámar framvegis væl at arbeiða sum hondverkari [...] hugsaðu vit ikki so nógv um, at vit vóru slóðbrótandi, men nú aftaná dugi eg at síggja, at tað vóru vit. Vit spældu fyrst og fremst okkara egna tónleik, sjálvandi høvdu vit onkur góð coverløg við eisini, men