avvarðandi, sum vóru á fundi og tóku orðið. Mest sum alt gekk upp á at vita, hvat Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, ætlaði at gera. Men hann var, sum kunnugt, ikki á fundi, og fekk tí [...] Á pallborðsfundinum, sum næmingafelagið í Hoydølum skipaði fyri hóskvøldið, gekk ein stórur partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann [...] pappírum. Gerðarættur Fleiri av luttakarunum á fundinum vóru inni á, um ikki rætt var at lata málið avgera við ein gerðarætt. Og nógvar vóru meiningarnar um tað. Bjørn á Heygum eftirlýsti, hví Yrkisfelagið ikki
fyrstu ferð, hava føroyingar fingið fleiri góðar telvarar afturat. ? Á olympiaduni í 1994 fingu tit sera gott úrslit. Í Jerevan í 1996 gekk ikki so væl, men soleiðis er tað sum oftast. Succes kann ikki koma [...] í februar í fjør vísti eisini, at Føroyar eru komnar á talvheimskortið, sigur hann. ? Tað sum eisini hevur týdning er, at fleiri ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl [...] vónandi kann eg halda mær uppi í nøkur ár afturat, sigur Predrag Nikolic og vísir á, at eftir eina ringa byrjan upp á árið í fjør kom hann fyri seg aftur móti endanum av árinum. Talv, kríggj og fótbóltur
veruleiki, at leiðslan skal útinnast á tí grundarlagnum, sum er avrátt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hoyrir við til okkara samfelagsskipan. Tá annar parturin vísir á, at hin ikki virðir avtalur, [...] býtt út fram móti endanum á tingfundinum fríggjadagin, og bæði tað og prát við fryntligar tingmenn fríggjadagin siga okkum, at tað er neyðugt at seta nøkur viðurskifti upp á pláss. Aftur og aftur verður [...] verkfallið hjá Yrkisfelagnum, YF, er ólóglig. Víst verður á eina YF-aðalfundarsamtykt í september 1997, ella eftir at sáttmálin var undirskrivaður fyrr á árinum. Tað skal vera arbeiðfriður í sáttmálaskeiðnum
positivum persóni á Ríkissjúkrahúsinum í København. Talan er um eina gentu, sum var til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Hon fekk týsdagin eina størri skurðviðgerð, sum í aðrar mátar gekk væl. Men hósdagin [...] um, at til ber at sleppa undan smittuni. Omma gentuna sigur eisini, at tað er sera hugstoytt at lesa á donskum tekstvarpi og í donskum bløðum, hvussu málið verður viðgjørt. Danska pressan hevur longu dømt [...] at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at hjálpa teimum. Tað hava tey sett alt sítt álit á. Familjan er virkin í einum trúarfelagsskapi í Føroyum, sum hevur samband við aðrar trúarfelagsskapir
dystin. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, men móti endanum slapp VB sær frá 7-7 upp á 10-7 og hálvleiksstøðuna 11-8. Munurin helt sær allan seinna hálvleik, og VB kom við sigrinum upp á fjórða pláss við betri [...] Stjørnan liggur nú einsamøll í botninum á bestu kvinnudeildini, eftir at tær taptu botndystin móti VB í Vági sunnudagin. Í einum jøvnum dysti vísti VB seg at vera betra liðið og vann 21-19, eftir at v
oman í Løgtingi fyri á tann hátt at vísa, at nú er tíð upp á, at okkurt hendir. Meðan tað spakuliga gránaði eystan Oyggjarmúla, komu tvær ungar gentur oman eftir Hvítanesvegnum á veg oman í studentaskúlan [...] fingið fundarboð beint fyri midnátt at møta í skúlanum til mótmælistiltak í Løgtinginum. Og í auluni á skúlanum sótu aðrir næmingar, sum vóru í ferð við at fyrireika tað, sum henda skuldi. Heldur múlatrútnir [...] næmingar, sum ætla at ganga árið um aftur komandi ár.« Hann stendur saman við fleiri næmingum og lærarum á økinum millum Løgtingið og Telefonverkið, nú tingfundur er settur klokkan 10 fyrrapartin týsdagin. Tað
hálvan tíma av dystinum. ? Eg dekkaði á vonginum og á bakkinum og spældi eisini á bakkplássinum í álopinum, sigur Heini. Hetta eru eisini plássini, hann helst vil spæla á, so leingi tað er í høgru síðu. S [...] tá tú gongur á ítróttarskúla og við síðuna av eisini venur við einum hondbóltsliði. Heini hevur valt hondbólt og frælsan ítrótt sum sergreinir á skúlanum. Fyrrapartar stendur hondbóltur á skránni og s [...] til Århus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Århus KFUM, sum í løtuni er besta hondbóltslið í býnum. ? Eg var við í einum venjingardysti týskvøldið í síðstu viku, og tað gekk gott, haldi
ongantíð glið á tað kontanta álopsspælið, og settið endaði við sigri til ÍFb. Fram-leikararnir tóku seg saman í øðrum setti og fingu eftir tógvið stríð hálað annað sett heim. Í triðja setti gekk javnt á. Liðini [...] væl samanspælt og hevur tí trupulleikar at fáa spælið at flóta. Tó so, tær vunnu á TB í innleiðandi umfarinum, og eisini á ÍF, sum tær annars taptu 3-0 fyri í landskappingini fyri stuttum. Dráttur og ÍF [...] Fleyr, men hevði trupulleikar í restini av dystunum. Hjá ÍF kom ongantíð gongd á. Tær hava annars fleiri góðar spælarar á liðnum, og tað er onki at ivast í, at tá tær taka seg saman, so kunnu tær hótta
av, var Fleyr á odda 7-0. Spælið hjá Fleyr gekk ótrúliga væl hesa løtuna, og tær gjørdu ongar feilir. Tað var nú, at Mjølnir skuldi vísa hvat tær dugdu til, og tað gjørdu tær so. Gongd kom á spælið hjá Mjølni [...] og tær settu ferð á. Tær hava nakrar stórar leikarar á miðjuni, og tað var ongin sum kundi standa teimum kurl. Mjølnir fekk fyrst javnað við støðuna 8-8, og settu so avgerandi trýst á. Tær vunnu eisini [...] bóltur gevur stig. Hetta settið gekk meira javnt á, og liðini fylgdust tað mesta av settinum, men Fleyr syrgdi fyri alla tíðina at hava nøsina framman fyri og harvið leggja trýst á Mjølnir. Triðja sett endaði
frá løgmanni til hetta málið og Árni Olafsson, sum stendur á odda fyri føroysku samráðingarnevndini, vil lítið og einki siga. Hann vísir bert á, at eingin fundur hevur verið og eingin er avtalaður. Sam [...] sær á fundin. Endamálið var at vísa ónøgdina mótvegis bretum: føroyingar kundu ikki góðtaka seinasta útspæl teirra, tí hetta var ikki nóg gott - og harvið settu føroyingar einki nýtt uppskot fram á fundinum [...] at málið er í hondunum á løgmanni. Útbjóðingin og markið Meðan bíðað verður eftir, hvat skal henda í samráðingunum, verður arbeitt við at fyrireika eitt 1. útbjóðingarumfar á føroyskum øki. Sosialurin