hon einfalt var tikin av skránni. So er spurningur, hví? Hví í allari víðu verð? At síggja tónleik á hægsta stigi framførdan í upprunalíki frá 60-unum og 70-unum er rættiliga forkunnugt í mínari verð, so [...] fyri skermin hvørt mikukvøld fylgjandi, tí tríggjar tær fyrstu vórðu sendar mikukvøld, men har kom einki. Eg fór so at hyggja í skránna, um sendingin var flutt til annað kvøld, men so var ikki. Í blaðnum [...] áhuga, at síggja hesar sendingarnar. Eg haldi, at tit føra mangan ein løgnan programmpolitikk. Tað er so lítið av góðum tónleiki at síggja hjá tykkum, og tá tit so fáa hendur á nøkrum, so vilja tit ikki
Testamenti stendur, at har lógloysi situr í byarportrinum, er eingin vón. Og í Føroyum hevur lógloysi valdað so leingi, sigur hann, at øll vón er burtur.Og so samanber hann okkum við tað, sum danir siga [...] í ein pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur, er lógloysi. »Tað svarar til, at eg fari inn í Sparikassan [...] ganga leysir, so sigi eg sum Kjartan Mohr á sinni : »Væl í gagnist.« Sjálvandi er tað ólógligt at stjala í Keypsamtøkuni, tað er greitt, men viðgerðin skal vera líka fyri øll. Ymiskar hugsanir Fólkini, sum
fyri at kunna nøkta tørvin í framtíðini. Peningur til íløgur er settur av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998. Óli vísir á, at kunngerðin er ikki greið og spyr m.a. hvørjar reglur eru galdandi fyri teir [...] aðrar »gamlar« sjómenn er tíðarfreistin 1. apríl ár 2000. Fiskimannafelagið metur málið vera alt ov illa fyrireikað. Teir mæla til, at støðga við reglunum í kunngerðini. Til hetta er at siga, at øll mál, [...] Fyrst vil eg siga, at tað er undrunarvert, at formaðurin í Fiskimannafelagnum raknar við, eftir at reglurnar eru settar í gildi. Kunngerðin hevur áður verið lýst í øllum teimum føroysku bløðunum í apríl
úr Eysturoy. Norðoyingar, vágamenn og suðroyingar hava einki manslið í hondbólti, og á fleiri av hesum støðum er øskukalt á tí økinum. Hjá kvinnum er støðan væl betri, tí bæði klaksvíkingar og vágbingar [...] heild er talan um ein trupulleika, sum Hondbóltssambandið er sinnað at verða við til at loysa. Vit hava tosað rættiliga nógv um trupulleikarnar hjá serliga manshondbóltinum kring landið, men tað er eingin [...] fólk vóru á skeiðnum. Sæst aftur hjá ungdómslandsliðunum At støðan er sum hon er í hondbóltinum, og at nógv størsti aktiviteturin er í Streymoynni og Eysturoynni, sæst eisini hjá ungdómslandsliðunum, sum
úrslitið er hareftir. Vánaligar verkætlanir Tá ein hevur sitið í so mong ár, sum Tryggvi Johansen, í slíkum starvi, slepst ikki undan, at eitthvørt, sum ikki er so stuttligt, er komið fyri. Og tá er greitt [...] firtnir.« Tryggvi Johansen sigur, at tað er rættiliga trupult sum alment settur at sita og vraka slíkar ætlanir. »Tá er skjótt, at ein kann koma í ringt ljós. Tað er komið rættiliga ofta fyri,« sigur Tryggvi [...] var fyrst í 90?unum. Teir tosaðu og tíggjaðu sær, sum einki skil var á nøkrum sum helst í Føroyum. Men nú, hendan nýggja kreppan - Bankakreppan - er íkomin, tykist vanligi danin hevur hava aðra støðu til
linja í Skopun, men seinni í vikuni fer væntandi at bera til at koyra við tveimum. Tað er frystiorkan, sum enn er ov lítil. Higartil hevur Sandoy Seefood bara tikið ímóti útróðrarfiski frá bátunum í oynni [...] Eysturbúgvin og landaði á Sandi. Hann hevði 80.000 pund, og Ingibjørg legði 20.000 pund upp í Skopun. - Tað er góður upsi, sigur Martin Hentze. Verður meira arbeiði Í Skopun vóru í gjár næstan 40 fólk til arbeiðis [...] virkjunum, sigur Martin. Ikki mist royndirnar Fleiri av flakakvinnunum eru royndar, og sjálvt um einki arbeiði hevur verið í fleiri ár, eru tær líka fermar sum tá. Onkrar nýggjar eru, men tær koma skjótt
nógvir aðrir Hansar. Og ein teirra er Hans Mikkelsen, sum ættaður er úr Kvívík. Umframt at vera studentaskúlalærari í Vejle í Jyllandi, hagar hann koyrir hvønn dag við toki , er hann eisini formaður í Føroy [...] var nóg gott, so nýggj kapping er um hetta. Serlig tiltøk Hans Mikkelsen, fomaður í Føroyingafelagnum í Odense sigur, at mánakvøld er húsið opið frá klokkan 17 - 19. Tað er eitt sokallað kafékvøld, har øll [...] av um mánaðan. Mikukvøld verður skúli í húsinum. Hetta er undirvísing fyri vaksin í føroyskum og um føroysk viðurskifti . Tað er Gulla Mohr, sum er lærari, sum fer at undirvísa hesi kvøldini. Hesi fólkini
finnur saman. Tað er undanførsla, tá fólk trína fram og gera nýggjar politiskar flokkar við tí grundgeving, at Javnaðarflokkurin er ikki flokkur verkafólksins. Er hann ikki tað, so er tað teirra egna skyld [...] vnurnar, er samanhaldið millum fakfeløgini og Javnaðarflokkarnar. Tankin um eina arbeiðararørslu uttan ein politskan part Javnaðarflokkin og ein fakfelags part LO er óhugsandi. Tí er tað so hugstoytt [...] kreftirnar knúska tað, sum hóast alt er vunnið hesi árini. Javnaðarflokkurin í búnum aldri Nú Føroya Javnaðarflokkur fer um tey sjeyti, er rætt at minna á, at flokkurin ikki er gamal, men fullbúgvin at taka tøk
parkerar á Eystara Ringvegi uttan fyri Norðurlandahúsið. Vegaskelti boða frá, at har ikki er loyvt at parkera. - Líkt er til, at so skjótt sum ein finnur uppá at seta bili á ringvegin, so gera fleiri tað sama [...] jazzfestivalur er. Hetta kvøldið var aftur galið við parkering á ringvegnum. Men í staðin fyri at skriva bøtur, fann politiið upp á onnur ráð. Teir fóru inn og tosaðu við Brand Øssursson, sum er høvuðsfyrireikari
spældi hon burturav løg av nýggju útgávu síni, sum áhoyrarin sambært øllum brøgdum ikki kendi - fløgan er eisini sædd til sølu fyri hálvan prís í einum matvøruhandli í Havn, og sigur tað kanska eitt sindur [...] slóðbrótari á sínum øki, og sjálvt um hon hevur endurnýggjað seg sjálva, fekk tann fullsetti salurin einki óvæntað við heimaftur. Úr Kina til Grønlands Hóast hetta var eitt ferðalag, sum hevði ferðast víða