upphæddin er. Tað verður hildið loyniligt til tingið og landsstýrið eru komin til eina semju. Ein nevnd er sett, við einum umboði úr hvørjum flokki, sum skal taka støðu til málið. Tingið arbeiðir við málinum [...] kunnu semjast um. Ert tú nøgdur við niðurstøðuna hjá serfrøðinganevndini? Eg eri fyri so vítt væl nøgdur, tá hugsað verður um, hvussu stutt skotbrá bólkurin hevur havt til sítt arbeiði, sigur Bjørn [...] Bjørn á Heygum. Væntar tú at flokkarnir kunnu semjast um eitt tvørpolitiskt upplegg? Tað vóni eg. Alt er lagt soleiðis til rættis, at vit kunnu koma til eina breiða. føroyska semju. Tað er jú høvuðsendamálið
høvdu selt sín partapening til Norðoya Grunnin. Kósavirkið fór á húsagang á vári 1993, og eftir tað tóku teir báðir, saman við øðrum, stig til at lata virkið uppaftur. Tað hevur verið nógv virksemi á P/F [...] arbeiðið skal gerast. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at teir báðir selja síni partabrøv til Norðoya Grunnin. Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi [...] P/F á Kósini síðani virkið lat uppaftur, men úrslitið hevur verið misjavnt. Hóast tað hevur virkið higartil kunnað svarað hvørjum sítt. Tey seinastu tvey árini hava høvuðspartaeigararnir roynt at styrkja
verður bara víst til breiðar orðingar, so sum at varðveita og fjálga um mál og mentan. ? Men hvat hevur amerikanskur harðskapur við føroyska mentan at gera, spyr Jenis av Rana. Kunnu klaga Júst hvørjar [...] hvørjar avleðingar henda nýggja lógin, sum skal til triðju viðgerð í tinginum í dag, týsdag, fer at fáa í veruleikanum er ikki greitt. Hvat er ónærisligt? Hvat er óneyðugur harðskapur? Nær ávirkar sjónvarpsharðskapur [...] tað verður nóg mikið hjá fólki at klaga til sjónvarpsstjóran. Annars ber eisini til at leggja sak, sigur tingmaðurin, ið eisini heldur, at sjónvarpsnevndin hevur gjørt alt ov lítið, tá tað snýr seg um at
Hetta er eitt sniðfundigt slagorð. Tí, hvat liggur í tí? Jú, at hinir flokkarnir vilja ikki hava eitt gott samfelag. Og serliga: flokkar, sum vilja hava loysing ella sjálvstýri, vilja so slettis ikki hava [...] vildi hava og vil hava eina endaliga uppgerð við Danmark í staðin. Hóast hetta hevur Tjóðveldisflokkurin gingið við til at framt yvirtøkur sum stig á sjálvstýrisleið, av tí at meiriluti fekst ikki fyri [...] Javnaðarpolitikari tók einaferð til, at ?ongin støða er sterk støða?. Eisini hetta kann ljóða væl, serliga tá tað verður sagt nóg ofta. Men hvussu við innihaldinum? Ber tað yvirhøvur til at føra politikk hjá honum
tøknifrøðin vorðin betri hvørt ár og stórar oljukeldur funnar á djúpum vatni. Hetta hevur ført við sær, at tørvur hevur verið fyri at gera »landamørk« á havbotninum, so at strandalondini kunnu kanna sær [...] gildi 1994 hava strandalond fult ræði yvir sjóøkinum út til 12 fjórðingar frá landi. Harafturat hava strandalond einkarætt at nýta náttúruríkidømi út til 200 fjórðingar úr landi. Er styttri enn 400 fjórðingar [...] føða fólk kunnu ikki teljast við tá fiski og undirgrundarmørk skulu leggjast. Hetta hevur ført við sær, at Bretland hevur slept kravi um at nýta Rockall í undirgrundar spurningum. Fiski ? Undirgrundarmark
, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum innihaldi.? Ráðini hjá Eyðuni Joensen til sjónvarpið er sum sagt at kunna betri um, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru hóskandi til. ? Haraftrat er tað eisini [...] løgtingið hevur samtykt eisini skal umfata SvF, fer at fáa avleiðingar fyri tað, ið sent verður frameftir. ? Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa leysar av almennum sensuri. Hinvegin hevur tað [...] ætlaðir til. Hann nevnir filmin Postboðið ringir altíð tvær ferðir, sum varð vístur beint eftir andaktina sunnukvøldið í SvF. ? Eg haldi, tað hevði onki gjørt, um sjónvarpið hevði gjørt vart við, hvat minsta
gongur tað ikki. So einfalt kanst tú ikki seta hetta upp. -Men hvat heldur tú so kemur burtur úr bankamálinum! -Eg veit ikki, hvussu ein ger hetta upp. Vit mugu síggja, hvat serfrøðingarnir siga. Tá vit hava [...] -Tað er ómetaliga týdningarmikið, ikki minst tá tú er ósamdur um nakað, at tú kanst hyggja hvør annan inn í eyguni. Hetta mugu vit gera meira við. Upp til føroyingar Hvussu heldur Pia Gjellerup annars [...] tað hetta hevur havt tað positiva við sær, at vit nú royna at leggja okkum meira í geyma, hvussu vit kunnu menna hetta samstarv við m.a. nettup at samskifta betur. Báðir partar ábyrgd -Meinar tú harvið,
viðgerð av uppskotinum til kolvetnislóg fyri Føroyar. Málið varð til 1. viðgerð í november í fjør og hevur síðani tá verið til viðgerðar í vinnunevndini, sum nú í breiðari semju hevur latið tinginum álit [...] osfr. Tað verður arbeitt á hesum økjum at økja um henda førleika. Hvat sigur leiðarin á Oljufyrisitingini til tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um privat og almenn oljufeløg? -Eg kann bert vísa á [...] føroyingum fyri at luttaka í øllum stigum í oljuvinnuni. Hann hevur annars ongar viðmerkingar til tað almenna oljufelagið, sum talan hevur verið um. Tað situr ein nevnd og arbeiðir við tí. Áhugin stórur
tikið støðu til at føra mentanarpolitik, sigur Eyðun Johannessen. Mentanarpolitik, sum livir í nútíðini Hvat heldur tú politisku flokkarnir skulu gera? - Um orðaskifti um sjálvstýri ella loysing kemur [...] Leikpallur Føroya ella »Gríma« setur upp. Hetta er samstundis føðingardagsgávan til áskoðararnar frá leikbólkinum, sum Eyðun Johannessen stovnaði fyri 20 árum síðan. Sum aftursvar til tað, sum sagt verður [...] vit hava fólk til ymsu uppgávurnar. - Ert tú nøgdur við framgongdina seinastu 20 árini? Fyri 20 árum síðan vildi eg royna at skapa leiklistini umstøður. Eg helt, at tað átti at borið til at liva av sjónleiki
Men uttan mun til hvør er við og hvør ikki er við, so ber tað altíð til at dvølja við spurningin, um tað fæst burtur úr venjingarleguni, sum tað ber til at fáa burturúr. Venjarin hevur valt sínar spælarar [...] journalistskúlanum í Aarhus, hevur givið avboð. Tað ber honum ikki til at fáa frí frá skúlanum, verður orsøkin søgd at vera. Allan Simonsen vildi hava nítjan spælarar við til Spania. At hann í fyrstu atløgu [...] veruleiki, men tað er eisini ein veruleiki, at Allan Simonsen hevur hildið ógvuliga fast um tann bulin, sum hann í fýra ár hevur roynt at samanspælt til eina eind. Við hesum í huga og uttan at ganga nøkrum ov