har løgfrøðilig tvístøða hevur verið, helt formansskapurin tað ikki vera skilagott, at farið var út til føroyskar advokatar at finna ein avloysara. Fólkatingsins umboðsmaður hevur stóra virðing millum manna [...] máli, fer danski umboðsmaðurin at traðka til og gera kanningar og úrskurð í Føroyum. Hesa avtalu hevur formansskapurin hjá løgtinginum tikið stig til. Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí er skjótt, [...] eisini, um tað fellur soleiðis, at føroyski umboðsmaðurin kennir seg ógegnigan. Danski umboðsmaðurin hevur játtað, og sostatt verður hann sonevndur setiumboðsmaður í Føroyum. Skipanin við umboðsmanni, sum
tekniskum ávum hevur tað ikki borið til at fingið allar skráirnar fyri allar sjey vikudagarnar frá øllum. Vit vænta tó, at hetta verður fingið í rættlag í næstu viku. Tað er Team 85 sum hevur gjørt lay-outið [...] nýggja sjónvarps- og útvarpsblaðið, Varpið, sum vit fara at hava í blaðnum hvønn fríggjadag. Tað hevur leingi verið ætlanin at menna Hygg & Hoyr til at umfata fleiri skráir. Nú Televarpið er farið at senda [...] lay-outið til nýggja blaðið, Hestprent hevur umbrotið, skorið og heft, og blaðið verður prentað á Prentmiðstøðini.
útróður. Vit hava ikki frætt, hvussu nógvar stampar teir høvdu mikudagin. - Tað hevur viðrað illa, men tá ið roynandi er, hevur útróðurin verið ógvuliga góður, siga tey á Sandi. Lagt verður aftrat, at bátar [...] ikki smávegis, sum útróðrarbátarnir á Sandi hava fingið nógvan fisk í seinastuni, tá ið roynandi hevur verið. Mikudagin hevði Antares heili 14.000 pund, og dagin fyri høvdu teir 12.000 pund. Tann fyrra [...] vænta tey partrolararnar, Skansatanga og Research, í dag ella mánadagin. Bæði á Sandi og í Skopun hevur nógv fiskaarbeiði verið seinastu tíðina, verður sagt úr oynni.
og hevur flokkurin fyri fyrstu ferð fingið landsstýrissess. Jenis er útbúgvin lækni í 1983. Áðrenn lesturin starvaðist hann sum læraravikarur á Tvøroyri og í Froðba árini 1972-74. Síðani 1983 hevur hann [...] Jensi av Rana hevur sitið á tingi síðani valið í juli 1994, tá hann varð valdur á ting fyri nýstovnaða Miðflokkin ? saman við Tordi Niclasen. Miðflokkurin hevði sín uppruna í Kristiliga Fólkaflokkinum [...] prædikumaður og er hann av høvuðsmonnunum aftan fyri kristilligu útvarpsstøðina, Lindina. Jenis av Rana hevur eisini havt sæti í Tórshavnar býráð fyri Uttanflokkalistan frá 1993-96, tá hann hevði sæti sum varamaður
ár, at orkestrið hevur keypt nýggj instrument, sigur Kári Olsen, sum er formaður í Havnar Hornorkestri. Fíggingin er fingin til vega ymsar vegir, sigur hann. Havnar Hornorkestur hevur í mong ár hildið [...] Tónleikur Havnar Hornorkestur hevur keypt 24 nýggj horn av slagnum Boosey & Hawkes - Besson - gjøgnum Tónastovuna hjá John Mouritsen í Sørvági. John Mouritsen sigur,at talan er um øll instrumentini hjá [...] hjá Havnar Hornorkestri uttan eina es-kornett, sum orkestrið hevur rímiliga nýggja frammanundan. Millum instrumentini eru tvey euphonium av slagnum »Prestige«, sum avgjørt er toppklassin, sum hann tekur
er virkisleiðari á Kovanum í Sandavági. Ketty hevur sum føroyskar fiskimannakonur passað hús og børn, og ikki minst mannin, tá hann var heima. Men hon hevur eisini verið vinnurekandi kortini. Í nøkur ár [...] KEPA á flogvøllinum, sum kanksa serliga kjøthugnrandi íslendingar vóru dúgligir at vitja. Herluf hevur sum føroyingar flestir í hansara aldri verið sjómaður stóran part av lívinum. Sigldi nógv sum stýrimaður [...] skifti havnarmeistari við Miðvágs- Sandavágs Havn, til hann gjørdist pensionistur. Sum pensionistur hevur hann mest fingist við at passa seyð og gæs, og sera væl trívist hann við kortspæli í Undirhúsinum
Sylverius hevur búð á Skála síðan 1973, tá hann giftist við Sannu, fødd Berg, av Skála. Tey eiga 3 døtur og 3 ommu og abbabørn. Sylverius hevur verið limur í Javnaðarflokkinum frá ungum av, og hevur hann eisini [...] Í dag, 1. fyrsta mars, hevur Sylverius Jacobsen, smiðjumeistari, arbeitt á Skála Skipasmiðju í 33 ár. Vit høvdu frætt at hann hevði 30 ára starvsdag 1. mars, men tá vit ringdu til hann, vísti tað seg,
limirnir, ið landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur valt í nevndina fyri Framtaksgrunnin, valdu á nevndarfundi fríggjadagin Árna M. Dam upp í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Dagmar Joensen sum forkvinnu [...] Niels Winther Poulsen, sum legði frá sær. Men Carl á Lag valdi beinanvegin at taka seg aftur. ? Tað hevur verið mótmælt frá pørtum av vinnuni, og eg føli eisini okkurt frá politiskari síðu. Eg havi ongan [...] mína familju ella mítt virksemi ígjøgnum rumbul, og tí havi eg sagt meg úr nevndini. Bjarni Djurholm hevur tikið støðuna til eftirtektar og valdi Hans Andrias Joensen úr Thor í Hósvík í nevndina í staðin.
telefonlinja til Atlantsflog. Nummarið er +44 (0) 870 443 2372. Atlantsflog hevur stórar vónir til hetta samstarv, tí Icelandair hevur gott og breitt samband til ferðastovur í Bretlandi og í Írlandi. Har eru [...] Atlantsflog hevur gjørt avtalu við Icelandair um, at teirra felag í London skal umboða Atlantsflog í Stórabretlandi og í Írlandi. Hendan avtalan varð gjørd í Reykjavík mánadagin, tá Atlantsflog var á stevnu [...] ðlum, pakkaferðum eins og við góðum ráðum um Føroyar. ? Fyri at tryggja, at skrivstovan í London hevur neyðuga kunnleikan um Føroyar, hava fleiri av starvsfólkunum á skrivstovuni í London longu verið í
minni hugaligt og stimbrandi at aðrir høvundar nú eisini eru farnir at lýsa samtíðina, sum Oddvør hevur gjørt í hesi nýggju skaldsøguni so frálíka væl. Sjálvur havi eg roynt at skriva frá mínum sjónarhorni [...] í 1989 stuttsøgusavnið »Einaferð« út, og nerti við nakrar tættir frá tíðini tá, sum Oddvør eisini hevur hegnisliga lýst í síni nýggju skaldsøgu. Tað var ein roynd hjá mær í 1989 at geva lesaranum nakað [...] royndin var ikki til fánýtis. Og nú er so bara at vóna at uppaftur yngri høvundar fara at skriva, tí hevur tað verið nógv at skriva um ? tað er neyvan minni nú! Hugsi um alla hesa nýggju tøknina, ið komin