Tónleikur
Havnar Hornorkestur hevur keypt 24 nýggj horn av slagnum Boosey & Hawkes - Besson - gjøgnum Tónastovuna hjá John Mouritsen í Sørvági.
John Mouritsen sigur,at talan er um øll instrumentini hjá Havnar Hornorkestri uttan eina es-kornett, sum orkestrið hevur rímiliga nýggja frammanundan.
Millum instrumentini eru tvey euphonium av slagnum »Prestige«, sum avgjørt er toppklassin, sum hann tekur til. Hesi hornini kosta 43.000,- krónur stykkið.
Nýggju hornini skuldu latast Havnar Hornorkesti í gjár, og so kunnu tey slítast eitt sindur til, áðrenn tann stóri dagurin er, sigur John Mouritsen við Sosialin.
Tað er í samband við, at Havnar Hornorkestur í næstum fyllir hundrað ár, at orkestrið hevur keypt nýggj instrument, sigur Kári Olsen, sum er formaður í Havnar Hornorkestri. Fíggingin er fingin til vega ymsar vegir, sigur hann.
Havnar Hornorkestur hevur í mong ár hildið til úti á Skansanum, men fer nú at flyta í onnur høli í býnum, sigur Kári Olsen.