ongin hevur kannað fugl fyri fuglakrím fyrr. - Nú eru tað nakrir deyðir villsvanir, sum eru kannaðir, men teir eru ongantíð kannaðir fyrr og tí vita vit ikki, hvussu vanligt fuglakrím hevur verið hjá [...] enn hvat vit eru. Og eg eri vísur í, at vóru íslendskir svanar kannaðir fyri fuglakrím fyri trimum, ella fimm ella tíggju árum síðani, so høvdu teir eisini sjúkuna tá. Tað er bara nú, at vit eru farin at [...] til Føroyar. -Higartil hevur mest verið tosað um svanar. Svanirnir, vit onkuntíð síggjast í Føroyum, eru ikki sama slag, sum eru í Danmark. Teir svanir, sum onkuntíð siggjast her, er tann íslandski svanurin
stutt sagt: Vit hava fingið vansarnar men ikki fyrimunirnar. Nú stendur hurðin endiliga opin fyri, at vit kunnu fara eftir fyrimununum! Kostnaðurin av ES-limaskapi er, at vit skulu opna okkara dyr á sama hátt [...] mentanina, at menna landið eru munandi betri við einum ES-limaskapi enn tá vit eru uttan fyri ES. Í mong ár hevur vinnulívið merkt sviðan av at standa uttan fyri felagsskapin. Vit hava verið noydd til at [...] stuttum, at vit skulu halda áfram við somu avtalum við ES, sum vit longu hava. Ein broyting vil tó vera, at tá t.d. almenn arbeiðir verða boðin út, skulu tey bjóðast út í øllum ES, eins og vit eisini fáa
in fyri allar okkara leigubilar undir 11 mánaðir, so vit eru væl fyri við sera góðum bilum nú sesongin byrjar, sigur Kent L. Christensen, stjóri á Flogfelag Føroya. [...] summarsesongina við at keypa 13 spildurnýggjar leigubilar, soleiðis at teir nú hava 39 leigubilar at ráða yvir í hesi sesongini Bilarnir eru keyptir frá Bilasøluni í Hoyvík og frá Auto Service. Talan er um sjey [...] Peugeot 207 og 307. ”62ºN car rental” hevur nú 39 leigubilar at ráða yvir. Við hava síðan síðst í 90-unum havt samstarvsavtalu við Hertz Europe Ltd., soleiðis at vit skulu liva upp tey kvalitetskrøv, teir seta
finalurnar eru settar á skrá at vera sunnudagin 27. apríl. Longu eftir fyrsta umfar er tað greitt, at tað bara vera feløg í fremstu deildini, ið tá fara at dystast. Harvið er tað longu nú greitt, at tað [...] eisini spælir á liðnum, ið partur av triði bestu deildini, so var tað ikki so galið at spæla í Fuglafirði: – Talan var um jaliga uppliving. Vit harmast um, at munurin gjørdist so stórur. Vit royndu at spæla [...] at tað bara var ein spælari á ÍF liðnum leygardagin, sum eisini var við fyri sjey árum síðani. Tað var Fritleif í Lambanum. Í Fuglafirði eru tað fleiri, sum minnast aftur á, tá ið ÍF tók fyrstu fetini
Fyrst í desember kom grønlendska skipið Maniitsoq á Miðvág. Har hevur skipið ligið, til tað nú fyrst í januar fór inn á Skála, har skipasmiðjan Mest skal gera ymisk viðlíkahald. Facebook-síðan hjá Føroysku [...] botngørnini standa. Ringarnir, sum trolvirkið Vónin hevur gjørt, eru sergjørdir, og eru 6 x 6 metrar. Facebook-síðan veit at siga, at fiskurin nú svimur í ringunum í einar 10 dagar. Tá er hann fastur í “kjøtinum” [...] hesir 10 dagarnir eru farnir, kemur Maniitsoq og pumpar toskin umborð og siglir hann inn til flakavirkið í býnum. Har verður fiskurin pumpaður upp í kør. Fólk á flakavirkinum taka nú fiskin úr kørunum
Tað eru nógv góð spøl á CD-rom?ini við Rasmussi Klump og hansara vinum. Vit skulu millum annað finna mongu syskinabørnini hjá Pingo í einum minnis-spæli, samla ein kinesiskan vasa, blanda litir til norðlýsi [...] sigandi. Stuttir teknifilmar Sum tað nú eigur at vera í einum góðum barnaspæli, finst alt, ið nýtast skal á skíggjanum. CD?in byrjar við eitt tilvildarligt spæl, og vit kunnu so antin sigla víðari til næsta [...] Afturat spølunum eru 10 stuttir teknifilmar, ið eisini eru um tað, ið fer fram í spølunum, umframt 20 myndir, ið kunnu skrivast út og litast. So saman um tikið er Rasmus Klump eisini á CD eitt rættiliga
– at hoyra og síggja, hvar tú gongur, og hvar tú ert staddur, í útvarpi, sjónvarpi, á plakatum, á skeltum, í bussum, á jakkauppsløgum, í bilum. Og tú spyrt teg sjálvan, hvat endamálið er við hesum áhaldandi [...] hjá Hans Andriasi rann mær í huga, nú eitt rættiliga sakleyst lógaruppskot førdi til ikki sørt av øsing bæði í bløðunum og á okkara háttvirda tingi. Talan var ikki á nakran hátt um at skerja talufrælsið [...] hesar harrar. Nú kann verða spurt: Hvat hevur hetta við málið at gera? Svarið er einfalt, greitt og eintýtt. Frá søguni vita vit, at ónd orð elva til ónda gerð. Í norrønum máli hava vit enntá eitt orð
nóg gott, og tað fingu vit eisini at vita frá venjarunum eftir dystin. - Nú mugu vit so bara trúgva upp á tað, tá vit fara vestur í Vágar. Tí fáa vit ikki nakað við har, so kunnu vit fáa trupulleikar, sigur [...] høvdu vit nokk gjørt okkurt við tað. - Men tað er helst ein blanding av fleiri tingum, og kanska eru vit blivnir ov høgir í hattinum, soleiðis at vit halda okkum vera betri, enn vit í veruleikanum eru. Vit [...] ístaðin fyri at dúva upp á kontraspælið, og tað hevur kanska verið ein av høvuðstrupulleikunum, sigur Janus M. Joensen. Hvat var galið hjá tykkum í dag? - Tað var nok tað, at vit allir undirpresteraðu. Yvir
geva vit alt, sum vit eiga, er einfalda uppskriftin. Men hon hevur higartil verið effektiv. Ritudreingirnir vilja ikki renna undan, at teir nú eru favorittar at vinna FM: - Tað sær gott út. Men vit ætla [...] ætla ikki at hvíla á sigrunum í undanfarnu kappingunum. Nú hava vit fokus á Vestanstevnuni. Har ætla vit okkum eisini at gera alt, sum tað ber til, fyri at fáa fulla úrtøku. [...] Tað gongur strúkandi hjá dreingjunum umborð á Rituni norðuri í Sundi. Í Vestmanna vunnu teir fyri fjórðu ferð á rað. Á Norðoyastevnu endaðu teir á triðja plássi. Síðani hava teir vunnið hvørja ferð, og
– Vit hava umleið 160 undirskriftir, sum mótmæla niðurtøku. Umleið 100, sum hava skrivað undir á pappír, og umleið 60, sum hava skrivað undir talgilt. Vit vilja heldur, at húsið verður nýtt til okkurt [...] kemur fyri aftur fyrr enn á næsta fundi, sum verður 31. august. Tað eru tríggir av bygdaráðslimunum, ið standa aftanfyri undirskriftainnsavnanini. Umframt Anfinn Gærdum, eru tað Lisa Fredriksberg og Steingrím [...] inn, beint áðrenn fundurin skuldi byrja, og vit valdu tí at taka málið av skrá. Nú má tað fyrst kannast nærri av umsitingini, sigur hann. Ein arbeiðsbólkur á fimm fólk varð annars settur at lýsa, hvørjir