menn sligið pott og tunnu um vikuskiftið. Nógv hevur verið gjørt burtur úr, og ikki minst kvinnurnar málaðu og pyntaðu seg til høvið. Eftir myndum á netinum at døma hava bæði bindiklubbar og onnur [...] steyp. Eisini hevur nógv verið gjørt burtur úr mati og ivaleyst onkrum leskandi, og í onkrum føri er leskiligur matur eisini bílagdur úr Havn. Í øðrum føri hava tey gjørt pinnamat - við turrari grind
– Broytingin er, at nú ber til at vinna pengar. Hesum hava fólk tikið væl undir við, og tað merkja vit á søluni, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Hann sigur, at potturin av hesi orsøk vaks frá 10 [...] dag. Jonhard Hammer sigur, at einki sølustað hevur verið í Sundalagnum, men at nú eru pláturnar at fáa hjá Inn við Norðskála. – Vit spæla afutr Dinero sunnukvøldið klokkan 19:30
ferðirnar í landskappingini hevur ÍF ikki megnað at vinna, og hóast avrikið í 2. hálvleiki ímóti KÍ í steypakappingini var gott, so kom einki burturúr í álopsspælinum, og KÍ vann 1-0. Hjá NSÍ er tað upp
krónur, um kostnaðarmetingarnar halda. Tað er ongin trupul-leiki at fáa fígging til Skálafjarðartunnilin, tí hann fer at bera seg væl við egnum rakstri, men verri er við Sandoyartunlinum. Tí mugu [...] lánast. Men fyrimunurin við einum veðhaldi er jú, at um alt gongur sum ætlað og væntað, so skal landið ongantið av við teir pengarnar, sum veðhildið er fyri, sigur hann. Á framløgufundinum í Miðlahúsinum [...] ein politiskur knútur, er fíggingin. Sambært semjuni skal landið seta 400 milliónir krónur í partapeningi í al-menna partafelagið, sum skal gera tunlarnar. Pen-ingurin er longu yvir eitt 10 ára skeið
landskassahallinum er av bygnaðarskeivleikum. Men niðurstøðan hjá Bjarna Djurholm er heldur døpur - at politiska skipanin als ikki er før fyri at gjøgnumføra neyðugu reformarnar. Vit mugu so bara [...] alternativ er, tí tað er ein »forsamling, sum livir í politiskari pseudotilveru og signalpolitikki uttan substans og kann ikki takast á álvara«. Hann vísir á, at neyðugt er at prioritera [...] 2015, og semja er eisini um, at tá skal undirskotið á fíggjarlógini vera burtur. Men Bjarni Djurholm heldur ikki, at politiska skipanin hevur rygg til at gera neyðugu broytingarnar. Hann vísir á
forða slatursøgum, og at politiið ikki hevur møguleika at kunna fjølmiðlarnar í hesum máli, sum er so eymt, tí ein maður situr varðhaldsfongslaður. Men her fer Bergleif Brimvík skeivur [...] fjølmiðlarnar. Tað hevði steðgað slatursøgum, og á tann hátt koma bara váttað tíðindi út í málinum. Tað er eisini ørkymlandi at hoyra, at løgreglan ikki tekur sær ábyrgd av at veita teimum avvarðandi kr [...] setti fólk av til at kunna um hetta málið – bæði fyri tey avvarðandi og fyri alt Føroya fólk, sum nú er partur í málinum.
ð. Tað er stuttligari sum politikari at arbeiða fyri teimum, sum hava pengarnar. Tað er sjón fyri søgn. Hini, sum ikki hava pengarnar, tey kunnu politikarar tosa um – fáa atkvøðurnar frá – og [...] tey avrátt, at persónur, sum hevur tøka upphædd undir 103.200 krónur um árið er fátækur. Er talan um tvey fólk, er talið 156.400 kr, um trý fólk 199.400 krónur og so framvegis. Í Føroyum hava vit [...] um at áseta slíkt mark, men einki hendi. Sum vit áður hava víst á, so er tað ikki so løgið, at hetta mark ikki verður sett: Tað er heilt einfalt tí, at politikarar vilja ikki hava eitt fátækramark
glað tey er, og viðhvørt royna tey at fáa fjølmiðlarnar orðarætt at bera tíðindi víðari, so tey verða vinklað júst soleiðis, sum landsstýrisfólkið vil hava tað. Eitt dømi um tað er »tíðin [...] niðurleggja eitt nú Landsbankan. Fyri tað fyrsta er tað eitt løgið tíðspunkt at senda út tíðindaskriv – og tað er ikki fyrstu ferð – og tað er uttan iva beinleiðis ætlað tí ókritiska partinum [...] Skilið er í veruleikanum ongantíð so ringt sum nú, tí fjølmiðlarnir fáa í heilum mainipulerandi tíðindaskriv úr aðalráðunum. Stundum eru tað viðmerkingar frá landsstýrisfólkum til
vanda. Tað er sjálvsagt gott, at avvarðandi myndugleikar hava ferðslutrygdina í huga og byrgja so væl fyri, sum til ber. Kortini tykist hendan avgerðin heldur margháttlig - tí hon er ikki so [...] nøkrum árum síðani, og ein avleiðing av hesi avgerð løgtingsins er, at í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar er tann grundhugsjón galdandi, at »vegakervið skal vera fyr [...] Landsverk í grundgevingunum. Tá tað er sagt, so kunnu vit ikki lata vera við at spyrja, hvat Landsverk og landsferðslunevndin halda um ymisk onnur viðurskifti. Er tað til dømis í lagi, at órógvandi
»Til hetta er at siga, at tað er væl skilligt, at fólk halda, at talan er um høgar samsýningar. Men um samsýningar til nevndarlimir og stjórn í TF samtakinum verða samanlíknaðar við [...] ð almannakunnger lønirnar hjá teimum 23 umboðsráðslimunum, men ikki hjá nevndarlimum og stjórn. Felagið eigur at siga okkum, um nøkur nevndarsamtykt er gjørd um at hækka nevndu sa [...] »hetta er vanligt í líknandi feløgum«. Men í Føroyum hava vit ikki líknandi feløg. Men vit hava nógvar nevndarriddarar, sum tjena feitt upp á at sita í ymsum nevndum, har samsýningarnar eru